Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 37 - 22. februar 2003 Nr. 37 - 22. februar 2003 21 1. februar vóru liðin 80 ár síðan Andreas A. Arge, vanliga nevndur Skilling, stovnaði fyritøkuna, sum vit í dag kenna sum Skilling Optik. Skilling lærdi til ursmið hjá pápa- beiggjanum, Eliesar Arge. Í dag hevur fyritøkan tveir handlar, ein í Niels Finsensgøtu og ein í SMS. FYRITØKA Magnus Gunnarsson Andreas A. Arge ( 1897- 1970), vanliga nevndur Skilling, lærdi til ursmið hjá pápabeiggjanum, Elies- ar Arge, ursmiði í Bringsnagøtu í Havn. Tá Eliesar doyði, yvirtók Skilling, 1. februar í 1923, handilin og verkstaðin. Í eini kundabók sæst, at fyrsti kundin hendan dagin var Johannes Vang úr Kví- vík. Handilin og verkstað- urin flutti seinni yvir í hús- ini hjá Klett í Bringsna- gøtu. Fyritøkan hevur eisini hildi til aðrastaðni í býnum. Undir krígnum búði fa- miljan í Húsavík. Ursmiðir tá í tíðini um- vældu ikki einans klokkur og ur. Teir umvældu og høvdu eftirlit við teimum ymisku navigatiónstólun- um umborð á skipum so sum kumpassum, krono- metrum, loggum og sekstantum. Øll hesi tólini skuldu eftirhyggjast og góðkennast, áðrenn skipini fóru til fiskiskap. Eftir kríggið arbeiddi Skilling eina tíð hjá Niels L. Arge ursmiði. Umleið 1950 byrjaði Skilling aftur við handli og verkstaði í Sjúrðagøtu, har familjan búði tá. Fyrst í 50-unum flutti hann oman á Áar- vegin, í niðastu hædd á Hotel Hafnia. Skilling Optik Eftir at Skilling doyði í 1970, kom konan, Anna Margretha (1901-1995), fødd Danielsen, úr Húsa- vík, at umsita handilin og verkstaðin. Tá yvirtóku synirnir, Jákup Andreas og Dagfinn, handilin og verk- staðin. Sama árið fluttu teir niðan í ein nýggjan bygn- ing, ið Jákup Andreas hevði latið bygt í Bøkjarabrekku. Í 1983 lótu teir ein handil afturat upp í SMS. Tá vegurin kom í gjøgnum úr Steinatúni niðan í R.C. Effersøesgøtu, bleiv ferðsl- an so nógv í Bøkjara- brekku, at har vóru ringar umstøður at hava handil. Tá avgjørdu teir at flyta handilin. Í 1888/89 keyptu teir húsini í Niels Finsens- gøtu 23, har handilin heldur til í dag. Í 1996 bleiv eitt nýtt partafelag gjørt, tá yvirtók Heidi Arge, dóttir Jákup Andreas, partin hjá pápanum. Í dag er Heidi Arge leiðari í Skilling Optik í Niels Finsensgøtu og Dagfinn Arge er leiðari í Skilling Optik í SMS. Handlarnir eita í dag Skilling Optik. Fyrr seldu teir eisini klokkur, ur og ymiskar prýðislutir. Síðan umleið 1980 hevur Skilling verið ein optikarafyritøka burturav. Skilling 80 ár – byrjaði í Brings Skilling í dag. Dagfinn Arge, leiðari í Skilling Optik í SMS, Heidi Arge, leiðari í Skilling Optik í Niels Finsensgøtu og Jákup Andreas Arge, fyrrverandi eigari í fyritøkuni nagøtu í 1923 Her er Jacob A. Arge, pápi Skilling, saman við synum sínum. F.v. Andreas A. Arge, Skilling, Petur Arge, maskinmeistari, búði í USA, pápin, Jacob A, Arge, vanliga nevndur Jampan, Tummas Arge, jarnsmiður, pápi Niels. L. Arge, og Hans Chr. Arge, búði eitt tíðarskeið í USA Andreas A. Arge, Skilling, byrjaði í Klokkarastovu í Bringsnagøtu 1. februar 1923. Stóra urið, oman fyri handilsvindeyga, bleiv trekt upp inni í stovuni. Yvir av Klokkarastovu er handilin hjá Zacharias Heinesen, har sum Katrina Christiansen er í dag Eina tíð helt Skilling til í hesum húsunum í Bringsnagøtu. Í eystara endanum á húsunum var apotekið, á skeltinum stendur"SVANE - APOTHEK". Maðurin á myndini er Olaf Finsen apotekari. Uttast til høgru, á trappuni, er eitt barometur. Har komu fólk at vita, hvussu veðrið fór at verða Í 1970 flutti Skilling inn í hesi húsini hjá Jákup Andreas Arge í Bøkjarabrekku C M Y K 21 20