leygardagur 22. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 37 - 22. februar 2003
Fulltrúi til Dátueftirlitið
Við hesum verður søkt eftir fulltrúa til skrivstovuna hjá Dátueftirlitinum.
Uppgávur
Viðkomandi hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum. Arbeiðs-
uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, vegleiðing og
ráðgeving, fundarfyrireiking og luttøku á ráðsfundum, umframt kunnandi
virksemi herundir dagføring av heimasíðuni við kunnandi tilfari og gera
ársfrágreiðing.
Faklig førleikakrøv
Viðkomandi skal vera útbúgvin løgfrøðingur.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Viðkomandi skal hava hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og evni skrivliga at
málbera seg lýtaleyst á føroyskum. Kunnleika til edv á vanligum brúkarastøði
krevst.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið
Møguligir umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Turið D. Hentze, forkvinnu
í dáturáðnum tlf. 311460 fyri at hoyra meira um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast
Dátueftirlitinum
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn
og skulu vera Dátueftirlitinum í hendi í seinasta lagi 14. mars 2003.
Uppgávan hjá Dátueftirlitin-
um er fyrisiting av persóns-
upplýsingarlógini
Dátueftirlitið er ein óheftur
fyrisitingarmyndugleiki, sum
vísir til Løgmansskrivstovuna.
Dátueftirlitið er skipað við
ráði og avgreiðsluskrivstovu
og hevur eftirlit við allari við-
gerð, sum lógin um viðgerð
av persónsupplýsingum fevnir
um.
Dagliga virksemi hjá Dátu-
eftirlitinum verður røkt av
avgreiðsluskrivstovuni. Ráðið,
sum landsstýrismaðurin setir,
er skipað við formanni og 2
øðrum limum..
Eftirlitið hevur av sínum
eintingum ella eftir klagu frá
einum skrásettum eftirlit við,
at øll viðgerð, sum lógin
fevnir um, bert fer fram í
samsvari við lógina..
Av øðrum uppgávum kann
nevnast vegleiðing og
ráðgeving av almennum
myndugleikum og privatum
viðvíkjandi skráseting og
víðarigeving av
persónsupplýsingum, viðgerð
av klagum og málum, sum
ráðið av sínum eintingum
hevur tikið upp, og viðgerð av
fráboðanum og umsóknum
um loyvir.
Dátueftirlitið hevur heimild
til at gera kanningar á stað-
num hjá almennum
myndugleikum og hjá
privatum.
Dátueftirlitið skal geva um-
mæli til ætlaða lóggávu, sum
viðvíkur persónsupplýsingum
og annars virka fyri góðum
dátuviðgerðarsiði.
Skeiðsdepilin við Marknagil – SDM
Starvsfólkarættur I 4. og 5. mars
Starvsfólkarættur II 2. og 3. apríl
Fíggjarskipan Landsins
17. og 18. mars
Frálæran er skipað sum fyrilestrar, kjak og bólk-
arbeiði, har ítøkilig mál verða loyst.
Skeiðini eru serliga ætlað til fólk í almennu fyrisit-
ingini.
Starvsfólkarættur I
• setanarsløg og -mannagongdir, -skriv, løn
• arbeiðstíð - leggja frítíð til rættis, frávera, sjúka,
barnsburður og farloyvi
• reglur í samband við uppsøgn
• grundleggjandi fyrisitingarligar reglur í sam-
bandi við starvsfólkaviðurskifti
Starvsfólkarættur II
• starvsmannalógin, frítíðarlógin, tænastumanna-
lógin,javnstøðulógin,lóg um alment innlit,fyrisit-
ingarlógin, týðandi avtalur og sáttmálar á økin-
um.
• hvussu verða trupulleikar loystir, t.d. broytingar í
starvsinnihaldi, sjúka, frítíð, agamál og uppsøgn
Fíggjarskipan Landsins
• at fáa eina vitan, sum kann nýtast í samband við
arbeiðsuppgávur, sum hava við
landsins fíggjarskipan at gera
• at fáa yvirlit yvir mannagongdir og reglur, sum
galda fyri arbeiði við at gera tilfar til fíggjarlógar-
uppskot.
Stað:
Starvsfólkarættur I og II á Hotel
Vágum, vistarskeið
Fíggjarskipan Landsins á Hotel
Tórshavn, dagskeið
Skeiðleiðari:Thomas Magnussen, cand. jur. o.a.
Tilmelding: Skeið I áðrenn 26. februar 2003
Skeið II áðrenn 25. mars 2003
Fíggjarskipan Landsins áðrenn 10.
mars 2003
Skeiðini verða hildin treytað av, at nóg nógvir
luttakarar tekna seg.
Skeiðsdepilin við Marknagil
Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn
Tlf. 318813, fax 313374
t-postur dt@post.olivant.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Nr. 37 • leygardagur • 22. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Anne Grete ein kontant
kvinna
Men hvør er hendan kvinnan, sum fyri góðum
trimum árum síðan varð sett í starv sum læknastjóri
á Landssjúkrahúsinum?
Lesið síðu 7
FØSTULÁVINT
Solby A. Eliasen
– Vit mála tunnur, sigur ein
drongur í somu løtu, vit koma
inn um portrið.
Fimm tunnur standa uttanfyri
lítla, gamla skótahúsið úti í Grøv.
Tunnurnar eru komnar frá JF
Kjølbro Heilsølu. Tey hava nú í
nøkur ár latið barnagørðum
tunnur at mála. Tær skula nýtast
til at stilla út.
Nógvir ymiskir og sterkir litir
eru í skálunum, og børnini sita
íðin í svørtum plastiksekkum og
mála. Men ikki bara tunnurnar
verða málaðar, til tíðir sletta tey
niður á seg og onkuntíð kann
onkur armur vera fyri, so at
málingin endar á eini ermu í
staðin fyri á tunnuni. Men tað
ger onki, tí málingin fæst av við
at vaska hana. Veðrið er gott
henda dagin, ikki so kalt — fitt
av vindi kortini. Men tað letur
ikki til at gera nakað fyri
børnini, sum sita so hugagóð og
mála.
– Genturnar fara at mála eina
kettu, greiðir ein smágenta frá,
meðan hon tekur ein pensil í
hondina.
Í Útistovu eru tey so smátt
byrjað at fyrireika seg til føstu-
lávint. Tann eina dagin høvdu tey
málað seg sjálvi. Har vóru kettu-
snýð, hundasnýð og mong onnur.
Flestu børnini vóru ikki til at
kenna aftur. Tey 14 børnini gleða
seg avbera nógv.
Tey sláa vanliga pott í Úti-
stovu. Tey plaga at sláa ein beint
uttanfyri og ein niðri í gamla
svimjihylinum. Í fjør hevði leið-
arin, Anni Joensen, lagt eitt
skattakort inn í pottin í staðin
fyri bomm, og so fóru tey øll á
skattajakt, tá potturin var
brotnaður.
– Eg haldi, at teimum dámar
væl at sláa pott. Tað gera vit, tí
tað var gamalt, heldur enn at sláa
tunnur, greiðir Anni frá og leggur
afturat, at tunnusláttur verður
fyriskipaður so nógva staðni til
føstulávint, so børnini fáa fleiri
ferðir høvi til tað, hóast tey ikki
gera tað í barnagarðinum.
Hetta at tey hava fingið tunnur
til vega er ein liður í arbeiðshátt-
inum í útibarnagarðinum.
– Tað eitur "den integrerede
baggrund", greiðir Anni frá. Tað
merkir, at samstarvið millum
heim og stovn er sera tætt. Tað
royna tey við millum annað at
biðja børnini um at hava ymiskt
við heimanífrá, um tað manglar á
stovninum.
– Um okkum til dømis mangla
seym ella hamara, so spyrja vit
børnini, um tey kunnu læna
heimanífrá og hava við næstu
ferð, sigur Anni, sum letur væl at
hesum arbeiðsháttinum. Børnini
eru errin, tí tey sleppa at taka eitt
hvørt við frá heiminum.
Eisini hava tey verið og vitjað
fleiri av arbeiðsplássunum hjá
øðrum av foreldrunum hjá børn-
unum. Hetta er eisini nakað, sum
børnini halda er sera stuttligt. Til
dømis hava tey verið á einum
bakaríi og á einum alibrúki.
Men fyri durum stendur nú
føstulávint, og tá vit fara avstað
aftur, sita børnini enn í sama lag
so hugagóð og mála úti í vindin-
um.
Føstulávint er í hondum
Føstulávint er ein hugnalig og stuttlig tíð hjá børnunum. Tey njóta at
kunna klæða seg út og mála seg, so ongin kennir tey aftur. Men ikki
minst gleða tey seg til at sleppa at sláa tunnu. Í útibarnagarðinum,
Útistova, málaðu tey tunnur ein dagin Sosialurin kom framvið
Børnini í útibarnagarðinum hugna sær, meðan tey mála tunnurnar
C
M
Y
K
23
22