leygardagur 22. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tveir dreingir, ein stórur og ein
lítil, eru vorðnir óklárir. Tann
stóri ákærir tann lítla fyri at hava
eina vatnbyrsu, sum hann er ov
lítil at handfara (sjálvur eigur
hann eina ørgrynnu av vatnbyrs-
um, men tað er ein heilt onnur
søga.....) Tann lítli noktar blankt,
- hann hevur onga vatnbyrsu!
Ella í hvussu so er ikki størri enn
hann hevur loyvi til í sínum
aldri.
Tann stóri sigur, at sleppur
hann ikki heim til tann lítla at
kanna, um tað er satt, so fer
hann at hølva hann av.
"Alt í lagi meðni," sigur tann
lítli ræddur, "kom so og kanna!"
Tann stóri setir treytir: hann
skal sleppa at leita allastaðni,
hann vil ikki órógvast og hann
skal hava kannað alt innan 2
tímar (hóast húsini allarhelst eru
ov stór at kannað eftir bara
tveimum tímum). Gongur tann
lítli ikki undir hesar treytir,
verður hann avhølvaður.
"Ja, ja, ja, tað er í lagi!" sigur
tann lítli.
Tann stóri kannar nú húsini
væl og virðiliga. Tíðin er knøpp,
og hann finnur onki, kanska
onkra tekning, tann lítli hevur
gjørt av stórum vatnbyrsum, men
onki annað.
Nú verður tann stóri argur, og
sigur, at hann kortini fer at hølva
tann lítla av. Hann hevur verið til
hindurs, tá hann skuldi inn í eitt
skáp, og skumpað undir hann, tá
hann skuldi upp á loft! Tað, sum
alt satt at siga snýr seg um, er at
tann stóri hevur hug at hølva
tann lítla av, sum, tá rætt skal
vera rætt, altíð hevur verið
heldur trælskur at hava við at
gera.
Og hann samlar sær allar sínar
vatnbyrsur, (sum hann ikki loyvir
tí lítla at eiga) og onkrar stórar
vinmenn, og ger seg til at leypa
á, hóast aðrir vinir hjá honum
halda, at hann eigur at kanna eitt
sindur betur, og at nógvir vinir
hjá tí lítla siga, at teir fara ikki at
lata hetta um seg ganga.......
Ja, tað ljóðar næstan skemtiligt
sagt sum á hendan hátt, men
skemt er tað ikki! Hví viðgongur
sjálvútnevndi heimsløgreglu-
ovastin Bush ikki bara, at hann
vil sleppa at ráða fyri allari
oljuni (og øllum øðrum við fyri
tað) í heiminum, standast hvat av
ið má? Ístaðin roynir hann at
billa okkum inn, at hann er "áh,
so" rættvísur og verjir okkum
fyri tí ræðuliga Saddam og
øðrum (líka ræðuligum?)
muslimum. Kanska er tað ikki so
løgið, tá man verður lagdur undir
at vera fólkafíggindi nr.1, og
samstundis ikki hoyrir til tann
ríka og vælbjargaða partin av
heiminum, at man verður heldur
argur sum frá líður og sleppur
eini bumbu á "passandi støðum",
ella líkasum flýgur eini tvey
flogfør inn í súmbóli fyri
pengavaldið í heiminum.
Í "Gods own country" halda
tey, at "med ondt skal ondt
fordrives", og at tað meir enn so
kann forsvarast at bumba ósekar
irakar ella afganar fyri at raka
ein einkultan oddafisk, hóast tað
er ræðuligt at drepa ósekar
amerikanarar av umleið somu
orsøk. Har skilja tey ikki, at fyri
eitt lík er tað líkamikið, um
krútið tað doyðu av, var kristið
ella muslimskt.
2
Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Ein lítil, ikki heilt ókend søga
Rakel Helmsdal skrivar
FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
Sosialurin skrivar 15. februar í
1978 um badminton, nú kapp-
ingin um meistaraheitið í Havnar
Badmintonfelag er av.
Sagt verður, at síðani Havnar
Badmintonfelag fór undir
venjingar við yngur leikarunum,
er tilgongdin til felagið vaksin
nógv. Tað fóru tí fýra rættiliga
stórir bólkar, teir vórðu býttir
upp í eftir aldri.
Dreingir undir 12 ár var yngsti
bólkurin, og vann Jákup Midjord
í finaluni 11-3 og 11-2 á Petur
Oluf Hansen.
Í bólkinum 12-14 ár vann
Heðin Joensen í finaluni á
Zacharias Thomasen við
úrslitinum 11-5 og 11-7.
Av greingjum 14-16 ár vann
Erling Nielsen (seinni í Liða) 15-
0 og 15-10 í finaluni á Eivind
Sundstein.
Elsti bólkurin av dreingjum,
16-18 ár, varð vunnin av Petur
Lyngsø. Hann vann í finaluni 15-
4 og 15-10 á Jógvan av Kák.
Doublekappingin fyri dreingir
varð skipað soleiðis, at býtt varð
sundur í tveir bólkar. Dreingir frá
10-14 ár og dreingir frá 14-18 ár.
Í fyrra bólkinum vunnu Heðin
Joensen og Jákup Midjord í
finaluni á Helga Nielsen og
Boga Nielsen við úrslitinum 15-
3 og 15-4. Í eldra bólkinum
vunnu Erling Nielsen og Eivind
Sundstein í finaluni á Petur
Lyngsø og Theis Kjellberg.
Úrslitið varð 15-10 og 15-9.
Sum rímiligt er, so vera teir
eldru leikararnir, sum gjøgnum
mong ár hava hildið felagnum
uppi, verri og verri, meðan teir
yngru nú rættiliga eru komnir
fyri seg. At yngru leikararnir eru
komnir so væl við nú, hevur
serliga ta orsøk, at
badmintonfelagið seinastu tvey
árini hevur skipað fyri venjing
fyri hesar. Úrslitið av hesum
tiltaki sóu vit seinasta vikuskifti,
og einki er at ivast í, at feliri av
hesum dr4eingjum fara vit kunna
rokna við í framtíðina, staðfesti
Sosialurin fyri 25 árum síðani.…
Yngstu leikararnir sýndu framúr gott spæl
Stórar vónir vórðu settar til yngru leikararnir hjá Havnar Badmintonfelag í 1978
Erpnu steypavinnararnir í 1978: Frá vinstru: Heðin Joensen, Jákup Midjord, Eivind Sundstein og Erling Nielsen
(seinni í Liða)
Stríð um Kampingpláss
í Havn
FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
Fyrst í februar í 1978 fór Jústinus Háskor í Havn undir at gera
eitt kampingpláss við Víkavegin sunnan fyri nýggja kirkjugarð í
Havn.
Sosialurin skrivar 22. februar í 1978, at Jústinus Háskor tó
ikki hevur fingið byggiloyvi, og at hann 9. februar fekk bræv
frá Petur Christiansen, borgarstjóra, har hann verður gjørdur
varugur við, at hann grevur í jørð kommununnar.
Petur C gevur honum boð um at gevast og at seta alt í sama
stand aftur, sum tað var, áðrenn hann fór undir arbeiðið.
Men Jústinus Háskor sigur við Sosialin, at hann metur seg at
hva loyvi til at gera kampingplassi, og at hann ætlar sær ikki at
gevast.
– Um tríggjar mánaðir byrjar millumlandasiglingin hjá Smyrli
og Englandi, og talið av ferðafólki, sum kemur hendanvegin,
verður neyvan minni í ár, enn árini frammanundan, sigur hann.
Tað er øllum kunnugt, at eingin hóskandi tjaldingarstaður
finst í Havn, so spurningurin um eitt kampingpláss krevur eina
skjóta loysn.
Áhugin hjá Jústinusi er kveiktur, tá hann hevur verið uttan-
lands og ferðast árini frammanundan. Hann søkti tí kommunua
um loyvi at gera eitt kampingpláss, og 9. september í 1976 varð
umsóknin viðgjørd á býráðsfundi og samtykt eftir tilmæli frá
byggi- og býarskipanardeildini og teknisku deilt at gera fyri-
reikingar til eitt kampingpláss í samrá við Jústinus Háskor. Til
endamálið varð víst á trøðna í Vika.
Men býráðið hevur um sama mundið søkt landsstýrið um eina
trøð íti við Boðanes til sama endamál. Hesum noktaði
landsstýrið fyri og friðingarnevndin mælti eisini frá at leggja
kampingplássi á hesa trøð.
Jústinus Háskor fær eingi greið boð frá býráðnum, hóast hann
fleiri ferðir rykkir eftir svari, og tí fer hann bara undir arbeiðið.
Jústinus hevur ætlanir um at nýta eitt øki, ið er um 14.000
fermetrar til víddar til kampingplássið. Hann ætlar í fyrstu
atløgu at gera ein skúr við tveimum brúsum og køki og wc.
Hann væntar, at pláss verður fyri 200 tjøldum á plássinum.
Seinni ætlar hann at byggja einar 20 smáar smáttur á økið.
Petur C heldur, at Jústinus er lopin framav. Hann viðgongur,
at málið hevur tikið drúgva tíð í býráðnum, men at tað nú liggur
til góðkenningar í landsstýrinum, og hann væntar, at Jústinus
fær svar innan tveir mánaðir.
Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003
3
FRÍTÍÐARLÍV
Edvard Joensen
Vestmanna: Tað er í felagshøl-
unum hjá Heyggi, at ungir vest-
menningar hittast í frítíðini, tá
teir ikki eru í ítróttarhøllini. Og
Ungtemplarafelagið Heyggur er í
dag at meta við ein persón.
Steingrím Haraldsen.
– Tað er nú ikki heilt rætt, vil
hann sjálvur vera við. Tí hóast eg
í løtuni eri einsamallur um
tiltøkini í ungdómshúsinum, eru
tað trý fólk, sum standa aftan-
fyri, sigur Steingrím. Hini bæði
eru Torgerð og Steingrím Simon-
sen, hvør partur ikki liggur eftir.
Ungtemplarafelagið Heyggur
er partur av føroysku fráhalds-
rørsluni og varð stovnað fyri 21
árum síðani. Virksemið hevur
verið svingandi, og tað hevur
limatalið eisini, greiðir Steingrím
frá.
Men tiltøkini eru fleiri í dag,
enn tey nakrantíð hava verið,
sigur hann. Tá byrjað vað, var
opið tvey kvøld um vikuna. Nú
er opið at kalla hvønn dag í
árinum.
– Í fjør vóru bara 32 dagar alt í
alt, tá húsið ikki var opið, sigur
Steingrím Haraldsen. Og sjálvur
er hann hvønn dag í húsinum.
Vanliga er húsið opið frá
klokkan 20 til umleið klokkan 23
á kvøldi. Um vikuskiftini kemur
tó regluliga fyri, at opið er longri
út á náttina.
Samlast í Heyggi
Í Vestmanna er bara Heyggur at
fara til, tá liðugt er í ítróttarhøll-
ini, og tey ungu koma eisini trú-
liga í húsið, sigur Steingrím
Simonsen.
Tilboðini eru slík, sum vanliga
eru í sovorðnum húsum. Tað eru
spøl av ymsum slagi, tey kunnu
stytta sær stundir við, og so er
øll tann tekniska útrgerðin, sum
hoyrir degnum í dag til, eisini í
húsinum. Her er stereoannlegg,
um tey vilja dansa, her er sjón-
varp við paraboli. Og her er
stórskíggi, sum tey ofta brúka at
hyggja at ymsum filmum á.
– Tað er heilt vanligt, at tey
hava egnar ella leigaðar video-
filmar við sær, tá tey koma higar,
sigur Steingrím Haraldsen. Og
so sita tey í felag og hyggja at
hesum filmunum á stórskíggj-
anum.
Tað eru serliga ungfólk frá
umleið 13 til 18 ára aldur, sum
koma í felagshølini hjá Heyggi.
Tá tey verða eitt sindur eldri,
vísa royndirnar, at tey fara
aðrastaðni. Helst fara tey til
Havnar at stuttleika sær, heldur
Steingrím.
Men so vísir tað seg kortini, at
fleiri koma aftur, soleiðis at tað
eisini regluliga koma fólk
millum 18 og eini 20-22 ár í
hølini, sigur hann.
– Tað ber ikki til at hava dans
hvørja viku, men soleiðis aðru-
ella triðjuhvørja viku, ber til, og
tað plaga vit eisini at hava í
Heyggi, sigur Steingrím. Tað er
neyðugt at laga seg eftir tiltøkum
aðrastaðni, eitt nú tí, sum hendir
í Havn.
Vestmenningar hava í áravís
havt møguleika at koyra við
náttbussi til Havnar at dansa.
Men tað heldur Steingrím ikki
hevur ávirkað tað, sum hendir í
hølunum hjá Heyggi, stórvegis.
– Vit síggja eisini, at tað kem-
ur fólk aðrastaðni frá til Vest-
manna at dansa, tá vit hava eitt
nú diskotek í húsinum. Eisini
»langvegis«, um vit kunnu siga
so um strandingar og runavíkar-
fólk, sigur hann.
Umvæling
Tað er gamla dansistovan í Vest-
manna, sum Heyggur keypti í
síni tíð, ið húsast verður í.
Húsini hava seinastu fýra árini
ella so verið ígjøgnum eina størri
umvæling, sum Steingrim
Haraldsen eisini hevur staðið
fyri. Men farið varð ikki undir at
umvæla húsini, fyrr enn Heyggur
hevði goldið tað, tey kostaðu at
keypa.
Steingrím Haraldsen sigur, at
tey hava møtt vælvild ymsa-
staðni frá í samband við ta um-
væling, sum gjørd er, hóast ikki
allar umsóknir kortini hava verið
møttar við líka stórari vælvild.
Men Vestmanna Kommuna hevur
verið sera lagalig at heitt á.
Sovorðið sum lán av maskinum
og amboðum fyri einki. Tilfar og
peningaligan stuðul hava tey
eisini fingið ymsastaðni frá, og
tað lættir sjálvandi um. Men
kortini er nógv, sum er keypt og
skal gjaldast aftur.
Húsið er klætt uttan, og sera
nossligt tún er gjørt niðanfyri,
har til ber eitt nú at hava úticafé
um summarið. Pláss man vera
fyri einum 100 fólkum, um tað
skuldi verið, metir Steingrím.
Eitt, sum nú liggur fyri, er at
gera nýggjan køk í húsinum.
Húsini eru góðkend av bruna-
umsjónini, og øll loyvi, sum
krevjast til slíkt virksemi, sum er
í húsinum, eru fingin til vega.
Steingrím Haraldsen sigur, at
nú hann hevur verið at kalla
einsamallur um hetta øll hesi
árini, eru løtur, tá hann hugsar
um, hvørt hann skal halda fram
ella ikki. Men enn hevur hann so
ikki gjørt av at gevast.
– Kærleikin til arbeiðið og tað
virksemi, felagið stendur fyri, er
sera sterkur, so enn kann alt
henda, sigur Steingrim Harald-
sen.
Hann situr næstan so eina
Ungdómurin í Vestmanna savnast í felagshølunum hjá
Ungtemlarafelagnum Heyggi, tá tey eru liðug við ítróttin. Aðrastaðni er
ikki at fara, og seinastu fýra - fimm árini hevur ein maður einsamallur
rikið alt virksemið í felagnum
Steingrím Haraldsen hevu seinastu fýra -fimm árini rikið virksemið í Ungtemplarfelagnum Heyggi í Vestmanna mestsum einsamallur. Hann hevur eisini staðið fyri umfatandi
umvælingini av bygninginum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
25
24