leygardagur 22. februar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hvørt árið og eina halsketu við
eini gullperlu frá teimum.
Umstøðurnar ikki góðar
Føroyingar eru eitt trappufólk,
heldur Annika. Aftaná at hava
verið sjúk í nógv ár og nú eisini
at hava hjálpitól til at koma aftur
og fram, kann hon siga, at um-
støður í bygningum og skipum
ikki eru nøktandi, men tó at tær
eru batnaðar hesi seinastu árini.
Sjálv hava hon og maðurin
ferðast nógva staðni runt í
Europa, og følir hon seg minni
hjálparsleysa uttanlands. Eisini
heldur hon, at skipanin er ov
stirvin, tá ið einum tørvar hjálp.
- Men tað var ringt at biðja um
hjálp — tað er nokk tí eg eri
treisk og vil klára alt sjálv, held-
ur hon. Men tað hevur hon lært
ígjøgnum árini.
Ein serlig hjálp til sklerosu-
sjúklingur er viðgerð í Danmark
á sjúkrahúsi. Fimm føroyingar
sleppa niður í fimm vikur hvør
einaferð um árið. Í kreppuárun-
um var hetta spart burtur, men
nú hava føroyskir sjúklingar aftur
høvi til hetta. Annika var niðri í
fjør og letur hon væl at umstøð-
unum.
- Har taka tey teg sum ein
heilan persón, tað er øgiliga gott
sosialt. Tað er gott at sleppa at
tosa við fólk, ið feila tað sama
sum ein sjálvur, sigur Annika.
Eisini fáa sjúklingarnir viðgerð
av fysioterapeuti, ergoterapeuti
og psykologi millum annað.
Meðan hon var niðri kom
sonurin, Fróði, niður at vitja
mammu sína í eina viku. Tey
høvdu eina hugnaliga viku
saman. Og hóast har vóru nógvir
sjúklingar sum vóru heilt illa
fyri, helt hon tað vera gott fyri
Fróða at síggja, hvat sjúkan kann
føra við sær.
Virkin í frítíðini
Altíð hevur Annika havt ta lívs-
filosfi, at sjúkan ikki skal stýra
lívinum. Eitt nú dámdi henni
ítrótt og at dansa. Men tað fær
hon ikki longur.
– Tá ið eg ikki kann gera tað
uppá ein máta, má eg bara finna
ein annan, sigur hon. Hon for-
telur, at í summar kemur familj-
an hjá henni saman, og tá er
meiningin at fara í Ambadal við
Gjógv. Tá hon hoyrdi um tað,
helt hon tað verða ómøguligt at
fara við, men so helt hon, at hon
kundi leiga eitt ross so tað varð
møguligt.
Eisini hevur og er hon enn
virkin í fleiri nevndum. Eitt nú
sat hon í nevndini hjá EB í fleiri
ár. Nú situr hon í nevndini hjá
Føroya Sklerosufelag. Onkra
fríløtuna nýtir hon eisini til
postalínmáling.
- Fyri meg er tað ótrúliga um-
ráðandi at vera virkin í samfe-
lagnum og koma ímillum fólk,
fyri ikki at tankarnir skulu fara
inneftir. Men tað má eisini vera
pláss fyri at verða einsamøll
viðhvørt og vera kedd. Ein noyð-
ist at síggja sjúkuna í eyguni.
Konfrontatiónin styrkir meg at
koma víðari, heldur hon.
Men frítíðin er meir enn bara
frítíðarítriv, húsið skal eisini
haldast, matur gerast hvønn dag,
umframt at vaska og rudda.
– Har eri eg so heppin at hava
ein mann og ein son, ið ikki ræð-
ast hvørki ein dustsúgvara ella
snóratræ, sigur hon og smílist.
Eisini havi eg reingerðshjálp
einaferð um vikuna. Men at gera
mat klári eg sjálv.
Framtíðin
Sklerosa er ein sera álvarslig
sjúka. Ein kann gerast avlamin,
hon kann eisini steðga upp, ella
um illa vil doyggja eftir stuttari
tíð. Tí er hon ein ógvuliga
deprimerandi sjúka, ein veit ikki
um dagin ímorgin, men tað er
nakað Annika ikki hugsar um.
Hon roynir heldur at njóta
nútíðina.
– Eg kann ongantíð planleggja
nakað, og tí kann tað onkuntíð
vera strævið at fáa dagin at
ganga upp. Onkuntíð droymi eg,
at eg eri frísk, men tá eg vakni er
veruleikin aftur har. Eg vildi
gjarna gjørt tey somu fysisku
tingini sum onnur, eg eri jú sami
persónur sum fyrr, men
kroppurin vil ikki.
Annika heldur lívið vera ov
dýrabart til at blaka burtur.
Trupulleikar, sum kunnu loysast
her og nú verða loystir, at útseta
tingini er nakað hon er givin við.
Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003
5
4
Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003
FÓLK Á LEIÐINI
Kaj Joensen
Hóast hon er rakt av sklerosu, ið
er ein ólekilig sjúka, og fær illa
gingið uttan hjálp og troyttast
skjótt, so arbeiðir Annika sum
lærari í Eiðis skúla. Lívsmótið
hjá henni bilar einki, hon roynir
alt, hvat hon kann fyri at sjúkan
ikki skal stýra lívinum. — Eg vil
heldur miðsavna meg um tað eg
kann, ístaðin fyri tað eg ikki
kann, sigur Annika.
Eisini sigur hon, at ein kann
nógv meir enn hvat ein heldur,
og ein veksur við uppgávuni, tá
ið hon gerst torfør.
– Men tað er kanska tí eg altíð
havi verið so treisk, sigur hon.
Beinini sovnaðu
Tá ið Annika var 25 ár, sá lívið
lætt og ljóst út fyri henni. Hon
hevði ein son, ið var eitt ár, og
hon maðurin Stig vóru júst flutt
inn í nýggj hús. Hon droymdi
um at fáa eina útbúgving og
eisini fleiri børn. Men við eitt
steðgar dreymurin upp.
Annika greiðir frá, at hon
hevði verið og koyrt systur sína
vestur á flogvøllin. Á veg heim
aftur merkir hon, at hon missir
følilsið í beinunum og tað følist
sum tey eru bedøvað. Tá ið ein
vika er farin og hon hevur mist
følilsið heilt upp til mjadnarnar,
ger hon av at fara til lækna.
Hann ivast ikki og sendir hana
víðari til Havnar beinanvegin.
- Eg lá í 4 vikur á hospitalin-
um og fór ígjøgnum eina rúgva
av kanningum, men teir kundu
ikki staðfesta nágreiniliga, hvat
var galið. Eg fekk at vita, at eg
hevði betendilsi á nervalagnum.
Tað var tað einasta teir kundu
siga, greiðir Annika frá
Eitt ár seinni varð hon send
niður á ríkissjúkrahúsið, men
heldur ikki har kundu tey seta
navn á sjúkuna. Men tá fekk hon
at vita, at hon var so mikið sjúk,
at hon ikki mátti fáa fleiri børn.
- Tað fyrsta árið fekk eg tvey
"attack", ið vardu umleið fýra
vikur hvør. Tað fyrsta gekk út
yvir sjónina og tað seinna gekk
útyvir balansuna.
Ikki fyrr enn fýra ár aftaná tey
fyrstu sjúkueyðkennini, varð
sjúkan staðfest. Tá hevði hon tað
gott eftir umstøðunum, somikið
gott, at hon og maðurin høvdu
snakkað um at fáa fleiri børn.
Men boðini eru ikki góð, sum
hon fær frá neurologinum. Boð-
ini er Dessemineret Sklerosa.
Tey fáa at vita, at hon kann
gerast avlamin, og at hon allar-
helst ikki fór at liva eitt langt lív.
Og at eingin heilivágur er tøkur.
Eisini neurologurin ráddi henni
frá at fáa fleiri børn.
- Tað var øgiliga hart at fáa at
vita, at eg fór at blíva avlamin og
kanska ikki so langa tíð eftir at
liva í, men eg vildi ikki, at sjúk-
an skuldi fáa takið á mær. Eg
hevði ein mann og ein son, so eg
kundi ikki bara geva upp, sigur
Annika.
Í dag er tað lættari at staðfesta
sjúkuna, enn fyri fimtan árum
síðani. Við einum MR-Scannara
ber lættari til staðfesta beinan-
vegin, hvat er galið. Annika
heldur, at tað kanska hevur verið
ringt hjá læknunum at staðfest,
av tí, at eyðkennini hava verið lík
øðrum.
Á læraraskúla
Fyri einum fimtan árum síðani
gjørdi hon av at fara á lærara-
skúla.
- Áðrenn eg bleiv sjúk, hevði
eg ikki droymt um, at tað skuldi
verða ein sjúka, ið skuldi fáa
meg í gongd við eina útbúgving.
Men eg vildi ikki bara sita
hendur í favn, so aftaná at hava
verið vikarur í eitt ár, eggjaði
kommunulæknin hjá mær, ið
hevur stuðlað mær væl, at fara á
læraraskúla.
Hon heldur tað vera ótrúliga
gevandi at arbeiða við børnum.
- Børn eru opin og tey taka teg
sum tú ert. Ein tann størsti mun-
urin millum vaksin og børn er, at
børn vita betur, nær tey skulu
hjálpa til.
Sum dømi nevnir hon, at ofta
vita vaksin ikki, hvussu tey skulu
bera seg at, tá ið ein er óhjálpin.
- Einaferð settu børnini meg í
ein kontórstól og trillaðu meg
eftir gongini inn í skúlastovuna,
sigur Annika flennandi.
Sjúkan hjá Anniku hevur havt
við sær, at hon klárar ikki so væl
at ganga. Tey fyrstu árini kláraði
hon tað uttan hjálp, men nú
noyðist ein at hava ein rolator
framman fyri sær. Eisini hevur
hon nýliga fingið ein elektriskan
koyristól, sum hon nýtir í skúlan-
um. Hon hevur altíð verið opin
viðvíkjandi sjúkuni hjá sær og
forklárað børnunum.
- Tey spyrja nógv um sjúkuna,
og koma við stuttligum viðmerk-
ingum til tíðir. Eitt nú tá ið eg
fekk koyristólin hildu tey hann
vera ordiliga "cool", sigur
Annika.
Eisini starvsfelagarnir hjá
henni hava verið góðir stuðlar.
– Sjúkan dominerar meira nú
enn fyrr. Eg var sjúkrameldað
eitt hálvt ár áðrenn jól.
Børnini á skúlanun hava givið
henni nógv lívsvirði, øll sum hon
hevur havt, og ikki minst ein
flokkur hevur ávirkað hana. Hon
hevði fortalt hesum flokki, tá ið
hon hevði fingið tað ringu
diognosina, at hon hevði sett sær
fyri at gera eitt perluband, har
hvør góð uppliving bleiv til eina
perlu. Og at nú er hálsbandið
heilt langt. Summar perlur eru
stórar og vakrar, aðrar eru lítlar
og blankar. Allar eru líka virðis-
miklar og vónaði kann hon
leingja tað við nógvum perlum
afturat. Tá ið hesin flokkurin
varð liðugur við sjeynda árið og
skuldi halda fram á Oyrabakka,
fekk hon sjey rósir, eina fyri
Sjúkan skal ikki stýra mínum lívi
46 ára Annika Festirstein av
Eiði fekk sjúkuna dessimeneret
sklerose fyri gott 21 árum
síðani. Sjúkan hevur ført við
sær niðursettan førleika í eitt
nú beinunum. Tað er so nógv,
hon vildi gjørt, men kroppurin
vil ikki tað, ið heilin vil
Disseminerret sklerosa:
Er ein varandi sjúka í
meginnervalagnum.
Orsøkin til sjúkuna er
ókend. Sjúkueyðkennini
eru m.a. sjónarórógv,
lammilsi, kensluórógvan
og talutrupulleikar.
Sjúkan er spakuliga
frameftirgangandi
(versnar) við tíðarbilum
við afturmenning. Sjúkan
kann ikki lekjast, men
sjúklingar kunnu fáa bata
við venjing og aðrari
fysiurgiskari viðgerð.
Hon rakar bæði menn og
kvinnur í aldrinum 25–45
ár, tó oftast kvinnur
Umleið 40 føroyingar
hava sklerosu.
Fakta
- Áðrenn eg bleiv sjúk, hevði eg ikki droymt um, at tað skuldi verða ein sjúka, ið skuldi fáa meg í gongd við eina útbúgving. Men eg vildi ikki bara sita hendur í favn, sigur Annika
C
M
Y
K
27
26