Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HEIMSPOLITIKKUR Annika B. Mortensen Í 1997 kom bretski arbeiðara- flokkurin Labour aftur til valdið við einum rimmar sigri aftaná eitt 18 ára tíðarskeið við kon- servativum stýri. Maðurin aftan fyri endurreisturin var Tony Blair, og hann situr enn trygt í sessinum sum forsætisráðharri sjálvt um hann er nógv umrødd- ur og lítið umtóktur í hesum døgum. Fólk í Bretlandi minnast enn tað kvøldið, tá Tony Blair og flokkur hansara, sum ikki longur æt Labour, men New Labour, vunnið valið. Fleiri hundrað fólk savnaðust uttan fyri Downing Street nr. 10 í veitsluróma. Kon- servativi flokkurin var burtur og endiliga vóru atlit fyri verka- fólkið. Síðan 1979 hevði Margaret Thatcher privatiserað og fokuserað uppá at motivera persónligt framtakssemi. New Labour lovaði, sum flokkar, ið berjast fyri sigri gera, gull og grønar skógir. Ein orsøk til valsigurin var, at lovað varð at kveikja lív aftur í tænastuveit- ingina frá tí almenna til fólkið. Hetta vísti seg seinni at vera ein av fáu sosialistisku ætlanum flokkurin hevði. Politiska skráin hja New Labour er inspirerað av hugmyndini, sum fyrrverandi forsetin í USA, Bill Clinton, nýtti til at fáa sín sess í Hvítu Húsunum. Hugmyndin er kend sum „the third way", og byggir stutt sagt á at taka nakað frá tí høgravenda- og nakað frá tí vinstravenda politikkinum, og á tann hátt koma við tí nýggja triðja háttinum. Hendan ideo- logiin skal vera meira lagalig og nýmótans, enn tær gomlu hugsjóninar. Orsøkin til valsigurin hjá New Labour var fjølmiðlar og sølu- lýsingar, eisini ein íblástur frá Amerika. Eitt ótal av fólkum starvaðust aftan fyri leikpallin, bæði fólk sum komu frá tí harða reklamu-heiminum, tíðindafólk og serfrøðingar. Hesi høvdu eina uppgávu: at lýsa New Labour á besta hátt. Í GICS (Government Informa- tion Communication Service) arbeiða í dag 1100 tíðindafólk fyri bretsku stjórnina. Hetta varð grundarsteinurin fyri vælgongd- ina hjá New Labour. Blair sjálvur steig fram við útstrálandi karismu, øvutur John Major, táverandi formanni hjá teimum konservativu, sum varð sæddur sum turrur og deydligur. "The third way" var ein nýmótans og spennandi hugmynd, aftaná 18 konservativ ár. Í dag verður sagt, at tey fleiri hundraðtals fólkini, sum feiraðu valsigurin hjá New Labour í 1997 uttanfyri Downing Street nr. 10, vóru leigað. Hetta vóru myndir sum fjølmiðlarnir sendu kring allan heimin. Í 2001 var aftur val í Bretlandi. Tony Blair varð endurvaldur, men valið var eingin sigur - einans 25 % atkvøddu fyri New Labour. Tað týdningarmesta er, at New Labour enn hevur eitt stórt fleirtal í „the House of Commons". Ein av orsøkunum til, at konservativi flokkurin hevði maktina í samfull 18 ár, var, at hin stóri flokkurin í Bretlandi, Labour, ikki virkaði. Flokkurin var eingin hóttan mótvegis táverandi stjórn. Sama støðan er í dag í Bretlandi, men nú hava flokkarnir broytt leiklut. Konservativi flokkurin hevur ein einkisigandi formann, Ian Duncan Smith, nógv ósemja er innanhýsis í flokkinum og flokkurin hevur einki flutt seg tíggju tey seinastu árini. Teir konservativi eru eingin hóttan, tí varð Blair afturvalgdur í 2001 og tí hevur hann enn fríar teymar í dag. Í hesum døgum er lítið posi- tivt at hoyra um Tony Blair; hann hevur ikki hildið síni vallyftir og verður ákærdur fyri at skikka sær meira sum ein forseti enn sum ein forsætisráðharri. Ein forseti verður beinleiðis valdur av fólk- inum til at sita á landsins hægsta posti, ein forsætisráðharri eigur ikki at verða tann máttmiklasti, hann er formaður í tí valda flokkinum. Politikkurin, sum verður førdur í dagsins Bretlandi er lítið og einki broytur frá tíðini, tá Margaret Thatcher var for- sætisráðharri. Nakrar av hugsjón- unum hjá Margaret Thatcher vóru, at privatiseringar vóru góðar fyri allar partar - tað gav frælsi til tann einstaka um tað almenna ikki var blandað uppí virksemið og samstundis gav privatisering tí einstaka ambi- tiónir. Hugsanin var, at egið virk- semi gevur ábyrgd og hug til gott úrslit, og hetta góða úrslitið fer at dryppa sum regndropar av prestinum á degnin. Margaret Thatcher fekk í lag nógvar privatiseringar, og hetta hevur New Labour eisini gjørt - Blair hevur soleiðis privatiserað NATS (National Air Traffic Controle). Margaret Tatcher var ein sterkur leiðari fyri Stóra Bretland, tað sama kan sigast um Tony Blair. Ein tory merkir í Bretlandi ein konservativur politikkari. Tony Blair verður ofta kallaður Tory Blair. Ein skal ikki lata seg lumpa av, at stýr- andi flokkurin í Bretlandi eitur arbeiðaraflokkurin. Í Bretlandi er eingin sosialistiskur flokkur. Higartil hava fólk verið samd um, at Blair klárar seg væl í altjóða politikki - hann hevði til dømis ein avgerandi leiklut sum evropeiskur leiðari í stríðnum í Kosovo, har hann syrgdi fyri, at muslimsku kosovo-albanarnir fingu hjálp, men tá tað snýr seg um innanhýsis politikk eru ikki nógv rósandi orð. Í dag verða nógv spurnartekin sett við Blair. Hann er í holt við at leiða Bretland í hernað og bretska fólkið skilir ikki, hví hann hongur í skjúrtuvelinum hjá George Bush. Fólk finnast at, at Tony Blair, sum umboð fyri Bretland, gongur undan fyri einum álopi á Irak og á tann hátt ger Bretland til eitt høvuðsmál fyri muslimskum yvirgangi. Fólk stuðla ikki Blair í hesum málin- um og hvørja støðu parlamentið hevur veit eingin. Parlamentið hevur havt eitt orðaskifti um evnið, men enn hevur eingin atkvøðagreiðsla verið. Óivað verður eingin at- kvøðugreiðsla áðrenn álopið, tí um núverandi dagsskráin varð feld, hevði tað komið illa við hjá flokkinum. Ein atkvøðugreiðsla verður óivað aftaná, at kríggi er byrjað og tá fer eingin at tora annað enn at stuðla støðu land- sins. Eitt bretsk orðatak sigur „Turkey´s don´t vote for Christ- mas". Um onkur atkvøður ímóti krígnum, tá tað er byrjað, og propagandan hevur tikið bretska fólkið í kríggj, so er tað snøgt sagt at grava sína egnu grøv. Bretland hevur leingi havt eina serstaka alliansu við USA. Í 1980-unum samstarvaðust Ron- ald Reagan og Margaret Thatcher um at spjaða tey nýliberalu økonomisku virðini, Bill Clinton og Tony Blair hava nógv saman, og tað sama er galdandi millum Blair og George Bush, sum báðir eru trúgvandi menn. George Bush hevur staðfest, at Saddam Hussein er óndskapurin sjálvur. Er tað tí, at Bush og Blair vilja beina fyri honum? Hetta er ein spurningur sum Blair ikki vil svara og hann vil heldur ikki svara um Bush og hann biðja saman. Bretland hevur altíð verið í eini afturhaldandi støðu mót- vegis Evropeiska Samveldinum (ES). Bíðað varð leingi við lima- skapinum og enn hevur Bretland ikki tað evropeiska gjaldoyra (Evruna). Bretland hevur leingi virkað sum eitt lið ímillum USA og ES, og hevur ein fót í hvørjum leiri. USA er eisini ein tann týdningarmiklasti viðskiftisfelagin hjá Bretlandi. Er politiskur trúskapur orsøk til stuðulin frá Blair? Eingin kennir endaliga svarið, men Blair verð- ur í dagsins Bretlandi sæddur sum puddulhundurin hjá Bush. Kortini tykist Tony Blair iva- leysur: Saddam Hussein er óútrokniligur, tí má hann beinast burtur, hann er ein hóttan. Blair sýnist sannførdur í síni áskoðan og óivað er tað størsta orsøkin til stuðulin til Bush. Enn hevur Blair ikki megnað at sannføra fólkið, men hann hevur fríar teymar og eingin í Bretlandi fer at forða honum. Blair torir, kann og fer óivað at føra Bretland í kríggj. Hvørja støðu ST fer at taka til spurning- in, og hvørs Bush og Blair fara uttanum ST, fer komandi tíðin at vísa. Eftir øllum at døma slepst ikki undan kríggi um Saddam Hussein ikki brádliga broytir sína politisku kós. 6 Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003 Tony Blair torir Enn hevur Blair ikki megnað at sannføra fólkið, men hann hevur fríar teymar og eingin í Bretlandi fer at forða honum. Blair torir, kann og fer óivað at føra Bretland í kríggj Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003 7 FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen Anne Grete Mikkelsen er dani, 60 ára gomul og fødd í Ring- købing. Hon tók læknaprógv í Århus 1970. Fekk serlæknaviður- kenning í tí, sum rópt verður "intern medisin", í 1981. Í 1991 tók hon við sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi, og í 1993 gjørdist hon administrerandi lækni har. Anne Grete hevur - umframt sína læknafakligu útbúgving — eisini holla útbúgving innan leiðslu og fyrisiting. Í mars 2000 doyði maður hennara, og tá læknastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum varð lýst leyst, ivaðist hon ikki eina løtu í at søkja. Anne Grete eigur tveir synir og eina dóttir. Børnini búgva øll í Danmark. Trívist í Føroyum – Eg eri uppvaksin á vestursíð- uni í Danmark við vindi og regni. Mær dámar væl føroyska veðurlagið, myrkrið gevur frið í sinnið. Skiftandi veðurlagið her passar mær fínt, tí eg havi ong- antíð runnið eftir sól, sigur hon. Tað sæst, at Anne Grete hevur áhuga í list, tí veggirnir eru fyltir við málningum. Tá hon nærkað- ist teimum 30, fekk hon áhuga fyri list, og hon hevur stóra gleði í listaverkum. - Fyri eitt so lítið land sum Føroyar er útboðið av list stórt í mun til í Danmark, sigur hon. Eisini hevur hon áhuga fyri sjónleiki og hyggur at tí mesta, sum verður framført her. Eisini útboðið av sjónleiki og fram- førslum heldur Anne Grete vera stórt í Føroyum. Hevur ikki máloyra Anne Grete er blivin nakað kritiserað fyri at tosa danskt. Spurd, hví hon ikki tosar føroyskt, sigur hon: – Eg havi ongantíð dugað væl mál. Eg skilji føroyskt, men tað er ringt hjá mær at fylgja við, tá kjakið fýkur um borðið. Men eg royni at læra meg málið, sigur hon. Hon sigur, at hon væntar ikki av fólki, at tey skulu tosa danskt við seg. Tey flestu skifta tó til danskt, um tey hoyra, at Anne Grete ikki skilir, og tað hevur hon einki ímóti. Men málið er at duga føroyskt. – Í sambandi við arbeiðið lesi eg føroyskt og gangi á kvøld- skúla. Eg vóni at kunna læra meg málið enn betur, sigur hon. Í Føroyum hevur Anne Grete sín vinaskara, og millum teirra teljast eisini føroyingar. Nútímans uppaling Anne Grete vaks upp í einum borgaraligum og kristnum heimi. Mamma hennara var 35 ára gomul, tá Anne Grete varð fødd. Hon helt foreldur síni vera gomul. – Í mun til foreldrini hjá mínum javnaldrum, gingu tey gamaldags klødd. Men hóast hetta, fekk hon eina modernaða uppaling. – Tú kanst gera, hvat tú vilt, so leingi tú sjálv kanst taka ábyrgd- ina av tí, tú gert, søgdu foreldur míni við meg, sigur hon. Hon sigur, at tað gav henni eina stóra ábyrgd, men at hon kortini altíð varð væl stuðlað av sínum foreldrum. – Í okkara heimi var upplestur vanligur, og pápi las upp av Bjørn Stjerne Bjørnson og Dostojevskij, sigur hon. Foreldur Anne Grete tóku hana til framsýningar og fyrilestrar. Tey settu arbeiðssemi høgt, og hon var uppald til at lesa bløðini og taka lut í kjaki um tað, sum rørdi seg í samfelagnum. Uppreisnin týdningarmest Eitt av áhugamálunum hjá Anne Grete er kristindómurin. Mið- skeiðis í nítiárunum tók hon eina 3 ára langa útbúgving sum lag- mansteolog. – Fyri meg er kristindómurin næstrakærleiki. Næstrakærleiki er ikki bert at dáma grannan, men eisini at vera opin fyri teimum menniskjum, sum standa tær fjarast. – Tað er ein daglig uppgáva, sum er nærum ómøgulig, og tú verður alla tíðina noydd at bróta tíni egnu mørk, sigur hon. Anne Grete er uppvaksin við sjálv at taka avgerðir, og tá hon varð spurd, um hon vildi verða fermd, gjørdi hon av at lata seg konfirmera í eini frísamkomu. – Eg vil ikki verða sett í bás, og mær dámar ikki, at fólk í navninum av religión seta seg til dómarar yvir onnur, sigur hon. – Uppreisnin er mest týðandi parturin í mínari gudstrúgv, tí uttan hana, finst eingin kristin- dómur, sigur hon. Góður førningur – Tann førningur, sum foreldur míni og familja góvu mær í barnaárum, er tað, sum hevur merkt alt mítt lív, sigur Anne Grete. – Eg varð biðin um ikki at seta ljósið undir skeppuna, og tó minnast til ikki at traðka omaná øðrum, sigur hon. Anne Grete er ein kontant kvinna, ið sigur tingini, sum tey eru, og hon dugir ikki at pakka nakað inn. – Ting, sum ikki eru søgd, eru ikki til, og slatur taki eg ikki støðu til, sigur hon. Anne Grete er eitt ordans- menniskja, sum ikki letur til- vildina ráða. Hon sigur, at hjá sær er neyðugt, at alt er væl tilrættalagt. Spurd, um starvið sum lækna- stjóri er tað, hon væntaði, sigur hon: – Stólurin er við hvørt heitari, enn eg helt hann fór at verða, men starvið er spennandi, avbjóðandi og meiningsfult. Anne Grete ein kontant kvinna Mong munnu kennast við navnið, Anne Grete Mikkelsen. Men hvør er hendan kvinnan, sum fyri góðum tveimum árum síðan varð sett í starv sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum? Vit stukku inn á gólvið í hugnaliga heimi hennara í Havn Tá Anne Grete Mikkelsen sum ung genta skuldi gera av, hvørja útbúgving hon skuldi taka, kastaði hon lut millum guðfrøði og læknafrøði. Hvør luturin gjørdist, er ikki ilt at gita. Hon kundi tó ikki halda seg heilt burtur frá gudfrøðini. Miðskeiðis í nítiárunum tók hon eina 3 ára langa útbúgving sum lagmansteolog Mynd:Jens Kristian Vang C M Y K 29 28