Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 • leygardagur • 22. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Valið um varafor- mannin tykist minna um valið fyri fýra árum síðani, tá bert ein atkvøða skilti tey bæði valevnini. Sum tað liggur nú, er lítið at ivast í, at Niklas á Líðarenda er favoritt- ur til at vinna valið, og tað letur í øllum førum upp fyri spennandi framtíðar- tankum FÓTBÓLTSVAL Jákup Mørk Flestum fótbóltshugaðum kunnugt, so snýr ein stórur partur av spenninginum á aðalfundinum hjá FSF seg um, hvussu valið um sessin sum varaformaður fer at fella út. Valið stendur millum teir báðar, Børge B. Hansen og Niklas á Líðarenda, og frammanundan tykist í øllum førum so, at einki sum helst er avgjørt við- víkjandi valinum. Fleiri hava kanska hug at geva Niklasi fyrimunin, men hinvegin tykist støðan ikki sørt meinlík henni fyri fýra árum síðani, tá valið stóð ímillum Mortan Poulsen og Børge B. Hansen. Ein at- kvøðugreiðsla, har Børge dró longra stráðið við eini einstakari atkvøðu, og harvið tryggjaði sær enn tvey ár í sessinum. Spenn- ingurin um valið varð eisini undirstrikaður av, at FSF formaðurin tá boðaði frá, at atkvøðan hjá nevndini fór at verða blonk. Fyri tveim- um árum síðani hevði Børge einki mótvalevni. Ta ferðina tóktist tað leingi so, at Mortan skuldi vinna ein hampuliga trygg- an sigur, men í seinasta enda helt hetta ikki. Ein týðandi leiklut í hesum áttu uttan iva teir, sum ta ferðina hjálptu til at reka hjá Børge, og hóast tað ikki verður sagt hart, so er einki at ivast í, at flestu av hesum hava verið sera aktivir hesa sein- astu vikuna. Hinvegin plagar GÍ, sum hevur stillað Niklas á Líðarenda upp, at gera sítt fótarbeiði til lítar, tá upp- skot verða sett fram. Lítið er at ivast í, at gøtumenn hava tryggjað sær – um ikki meiriluta – so í øllum før- um breiða undirtøku fyri sínum valevni. Atkvøðurnar Tað eru 21 atkvøður á aðal- fundinum hjá FSF, og tá hvørt felag hevur eina at- kvøðu í part, ræður sjálv- andi um at fáa sum mest av feløgum í sín part. Her hevur Eysturoyggin við sínum sjey feløgum (8 um Streymur verður roknaður við) eina stóra yvirvág í atkvøðum. Somikið stóra, at um hesi feløgini velja at atkvøða í einum bólki, er tað í sjálvum sær nærum nóg mikið til at fáa mannin inn. Tað er tó als ikki víst, at hesi feløgini fara at atkvøða saman. Lítil ivi er um, at GÍ letur Niklasi sína atkvøðu, nú teir hava stillað mannin upp. Tá núverandi varafor- maðurin var kappingarleið- ari fyri tveimum árum síð- ani, vóru viðurskiftini mill- um hann og NSÍ alt annað enn hjartalig, og tí kann roknast við, at runavík- ingarnir eisini fylgja GÍ. Tað sama gera toftamenn helst, eins og ábendingar hava verið um, at EB og Streymur fara at gera tað. Spurningurin í Eystur- oynni tykist sostatt vera, hvønn veg atkvøðurnar hjá Skála, ÍF og LÍF fara. Tað hevur verið róð framundir, at hesi allar helst fara at atkvøða saman við hinum eysturoyarfeløgunum, og gera tey tað, so er eitt stórt slag vunnið fyri Niklasi. Somikið stórt, at sessurin allar helst er tryggjaður. Hinvegin hava í øllum førum ÍF og LÍF áður talst millum stuðlarnar hjá Børge, og gera tey aftur tað í ár, kann valið fara at ger- ast sannur gysari. Klaksvíkin hevur bert eina einsamalla atkvøðu, og reint politiskt er lítið at ivast í, at klaksvíkingarnir standa seg best við at at- kvøða saman við Eystur- oynni, og á tann hátt hava lættari við at fáa hesi í sín part, tá maðurin úr Klaks- vík stendur fyri vali kom- andi ár. Á Sandoynni skilst á lagnum, at fundur longu hevur verið, har støða er tikin til frama fyri Niklas. Soleiðis tykist stóri spurningurin vera, hvørt vongurin hjá Børge megnar at fáa Havnina, Suðuroynna og Vágoynna at standa saman sum ein maður. Her eru 11 atkvøður, og saman við atkvøðuni hjá FSF, sum neyvan fer at verða vend ímóti verandi varaformann- inum, kunnu hesi so tryggja Havnini mannin. Tað tykist tó, sum um vanliga nevndarvalið her kann koma at kollsigla allar ætlanir. Við at stilla Svein- bjørn Danielsen upp til nevndarvalið, tykjast hval- bingar í øllum førum at ganga ímóti vágbingum og Óla Holm, og tað kann merkja, at stemningurin ikki er til nakað hjartaligt samstarv teirra millum. Í Vágoynni má eisini metast ógvuliga ivasamt, um at- kvøðurnar verða vendar móti Havnini. Møguligir handlar Soleiðis er kanska líkt til, at maðurin hjá Havnini kann vera mistur, longu áðrenn atkvøðurnar hjá havnarfe- løgunum eru taldar. Tí er tað kanska als ikki óhugsandi, at havnarfeløg- ini í hesum umfarinum velja at gloyma sín mann, fyri á tann hátt betri at kunna arbeiða fyri stuðuli til aðalfundin komandi ár. Við fýra atkvøðum av teim- um 22 er Havnin nevnliga slettis ikki so stór á aðal- fundinum, sum fólkatalið annars leggur upp til, og tí kunnu feløgini her valla einvíst krevja, at tey ein- særis skulu hava rætt til ein nevndarlim. Hendir tað - sum áður hevur verið óhgusandi – at havnarfeløgini venda sín- um umboði baki til frama fyri meirilutanum, er tað tí helst ein greið ábending um, at nýggjur maður longu í ár fer at verða koyrdur fram sum umboð fyri Havnina. Og so er spurningurin bara, hvørjum sessi tá verður farið eftir. Spennandi stríðsval Feløg við atkvøðurætti á aðalfundinum VB TB Sumba Royn B71 HB B36 Fram AB KÍ EB Streymur ÍF LÍF GÍ Skála NSÍ B68 SÍF SÍ MB Harumframt hevur nevndin hjá FSF eina atkvøðu Fakta Niklas á Líðarenda tykist nú vera greiður favorittur til sessin sum varaformaður Børge B. Hansen hevur sitið í FSF-nevndum uttan íhald síðani stovnanina í 1979. Nú tykist sessurin vera í álvarsligum vanda, men hann hevur áður víst, at ein at síggja til vónleys støða kann bjargast 31 8 Sosialurin Nr. 37 - 22. februar 2003 Sunnukvøldið skuldi vera fundur í La Barberia, caféini hjá Katy. Endamálið var at gera uppreistur móti skúla- skipanini í bygdini. Øll tey sokallaðu progressivu foreldr- ini vóru boðin við, tvs. útlend- ingar og tilflytarar úr øðrum størri sponskum býum. Sum sokallað progressiv var tað tí ei løgið, at eg øtaðist við fyrsta møtið við skúlaskipan- ina í Monachil. Hetta var í september. Freyja var bara fýra ár og dugdi ikki eitt orð av sponskum, eiheldur kendi hon nakran av hinum børnunum. Vit høvdu sjálvandi ímyndað okkum, at foreldrini partvís sluppu at vera við børnunum ta fyrstu vikuna. Vit høvdu skipanina heima í huga; har verður mælt til, at foreldrini eru við heilt til børnini eru trygg. Men nei, í Monachil er einki av hesi norðurlendsku supersosialu samvitskuni og angist fyri líðing. Lærarindan hjá Freyju tóktist at vera ein kvinnuligur paralellur til Hr. Blomm í „Det forsømte forår". Señorita Amalia er ein stór dama í ommualdri. Hon sær tó ikki út sum ein av teimum sponsku ommunum, sum hava hendan altumfevnandi, milda kærleikan í eygnabráðnum, nei Señorita Amalia hevur strong, einavaldandi eygu, og mátin hon fyrsta skúladag gjørdi okkum heilt greitt, at foreldur ikki vóru ynskt í skúlanum, sannførdi okkum um, at her vóru hennara orð lóg. Fyri okkara sartu, yvirpedagogisku, norðurlendsku sálir, var hetta harður kostur, men vit tóku við boðunum, vit vildu jú helst ikki gera okkum verdug til Señoritu Amaliusa forbannilsi. Vit tóku undir við, at tá man er í Rom, ger man sum rómar- arnir. Nú mátti tann erkvisni norðurlendski bleytleikin víkja fyri spanskari stoisismu. Nú, hálvt ár seinni, høvdu vit so fingið fundarboð: skúlin skuldi pedagogiserast. Tá vit fingu fundarboðini søgdu vit uttan at blunka „ja, vit koma", men bara fimm minuttir seinni ringdu vit aftur og avlýstu. Vit kundu ikki annað. Við eitt sindur av umhugsan stóð tað greitt, at vit høvdu sagt ja heilt automatiskt, tí tað modernaða progressiva, pedagogiska er jú tað vit ynskja - ella? Kanska tað, men tað er eisini so, at Freyja faktisk trívist væl í skúlanum, hon er enntá væl nøgd við ta strongu Señoritu Amaliu. Harafturat tykist tað eisini rættuliga hástórt at flyta til annað land við aðrari ment- an, og so eftir bert seks mán- aðum gera uppreistur móti teirra skipanum, við ætlanum um broyting so tað líkist tí heima - átti man so ikki heldur at verðið heima? Spurningurin um kultur- relativismu kann ikki annað enn stinga seg upp her. Hvussu skal man døma hvørt ein skúlaskipan er betri enn ein onnur? Hvørt tey moralsku virðini í einum samfelagi eru betri enn tey í einum øðrum? Slík viðurskifti byggja altíð á serstakar mentunar- og søgu- ligar fyritreytir fyri tey ein- støku samfeløgini, og tað er naivt at halda, at man kann skilja og harvið døma eitt mentunarligt fyribrigdi skilt frá restini av mentanini. Eitthvørt samfelag hevur sín meira ella minni egna logik og tey mentunarligu fyribrigdini eru altíð so tætt samanvavd í eina heild, at tað er heldur hættisligt at skilja tey sundur og hyggja at teimum hvør fyri seg. Eitthvørt hugsandi menn- iskja vil sjálvandi hava mein- ingar um fremmand mentunar- fyribrigdi, men harvið er ikki sagt, at man automatiskt, uttan víðari hugleiðing skal seta broytingar í verk. Uppreistur ella kulturrelativisma TELDUBRÆVIÐ Frá: Durita Holm, Granada, Spania, durita75@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Í mínum heimi var millum annað ein harmonika, ein blokk- floyta og eitt klaver - men eingin dugdi at spæla upp á hesi, og eg hevði ongan áhuga í teimum. Eg var meira upptikin av at mála karamellublikk, soleiðis at tey líktust trummum. Syngur tú undir brúsuni? – Nei, als ikki - eri alt ov upp- tikin av tankanum: »lort, verði eg aftur ov seinur til arbeiðis í dag.« Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Hann hevur alt at siga fyri meg, hann er pulsurin í míni dagligu rútmu. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Eigi einar 200 fløgur, 100 bond, og kanska 30 LP (33'arar). Hvat er tín yndisfløga? – Føroysk: Terji og Føstufressar. Útlendskt: System of A Down: Toxicity (í løtuni í hvussu er). Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Kandis' bedste (um nøkur eitur soleiðis). Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – »I Love Rock‘n Roll« hjá Joan Jett. Hetta kemst av míni irrita- tión av, at ein lorta popp-tøs sum Britney Spears hevur oyðilagt sangin. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Kaoma: »World Beat«. Tað er har, hatta irriterandi »lambada«- lagið er uppi á. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – »Born to be Wild« hjá Steppenwolf. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Frank Sinatra ella Stevie Wonder, kanska Eagles við hvørt. Tað veldst eisini um, hvussu tú definerar »hugnaligt« - tað kann jú variera. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Hatta sum fólk kalla døgurða- tónar. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Hmmm, eg veit, at »Leave your Hat on« hjá Joe Cocker kann fáa meg upp á borðið... Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Harmoniku-Sørin. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – »Happy When Your Gone« og »Tribal Rain Jam« (av útgávuni All That Rain: The Naked Truth). Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Eg skal brennast, so tað verður sikkurt hasin har hjá Bloodhound Gang, Burn Motherfucker. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – DAD í ítróttarhøllini á Hálsi fyri nøkrum árum síðani. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Tropadurix, hin sum spælir harpu og syngur í Asterix tekni- filmunum. Henning Nicodemussen, trummusláari í All That Rain C M Y K 30