leygardagur 22. februar 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 22. februar 2003
33
Umførini til kapping-
arlok styttast, og í
verandi støðu skal VB
bert halda tørn, tá
Tjaldur kemur á
vitjan
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá VÍF sunnudagin hevur
leikt sín dyst ímóti Neist-
anum, er endaspælið hálv-
runnið fyri teirra viðkom-
andi. Ilt er sjálvandi at siga,
hvussu støðan sær út tá,
men er hon ikki stórvegis
broytt í mun til støðuna í
dag, so er tíðin sum føroya-
meistarar nú um at renna
undan hjá VÍF.
Skulu halda tørn
Fyri tveimum vikum síðani
tók VB steypaheitið frá
VÍF, og einki er at ivast í, at
FM-gullið er næsta málið.
Og VB hevur eisini allar
møguleikar at gera av sjálv-
ar, hvørt gullið í ár skal
suður til Vágs. Tær eru í
løtuni tvey stig framman
fyri VÍF. Tær hava leikt ein
dyst færri enn VÍF, og sum
dystarskráin er, so hava tær
eisini lagt fleiri av teimum
á pappírinum truplastu úti-
dystunum aftur um bak.
Leygardagin
fær VB
vitjan av Tjaldri. Talan er
um dyst, sum varð útsettur
á sinni, tá VB annars skuldi
spælt lands- og steypa-
kapping dag um dag, og tað
er lítið at ivast í, at her er
talan um tvey trygg stig til
vágbingarnar. Líka so væl
sum VB í ár hevur tikið
ognarrætt upp á oddasessin,
hevur Tjaldur í ár verið á
aftasta plássinum, og ilt er
at ímynda sær, hvussu tær
skulu vinna seg av hesum.
Og undir øllum umstøðum
verður hetta neyvan gjørt
suðuri í Vági, har gull-
smakkurin nú av álvara
tykist vera komin millum
viðhaldsfólkini.
Elddópur hjá Kyndils-
venjaranum
Einasti avbjóðarin hjá VB,
VÍF, hevði stórar trupul-
leikar í sínum seinasta
dysti, sum var ímóti Tjaldri,
og yvir høvur tykist tað so,
at VÍF hevur havt ógvuliga
trupult við at finna rætta
lagið í ár. Ikki minst í
endaspælinum, har spælið
sjáldan hevur verið av tí
sannførandi slagnum.
Móti Neistanum er tó
lítið at ivast í, at VÍF mugu
roknast
sum
favorittar.
Innanhýsis uppgerðirnar í
ár eru allar endaðar við
tryggum VÍF sigri, og nú
má tað skjótt eisini standa
teimum Vestmanna greitt,
at tað er álvara. Tær kunnu
ikki longur sjálvar gera av,
hvørt tær skulu endurvinna
VB, men undir øllum um-
støðum kunnu tær syrgja
fyri, at spenningurin verður
varðveittur fram til seinasta
umfarið.
Seinasti dysturin verður í
Havn, har Kyndil skal taka
ímóti Stjørnuni. Hetta er
eisini dysturin um, hvat lið
skal fáa munin í bronsu-
dystinum, áðrenn seinasti
fjórðingurin av kappingar-
árinum byrjar. Hjá Kyndli
er hetta harumframt eisini
fyrsti dysturin við Petur
Martin Johansen sum venj-
ara, og spennandi verður at
vita, hvørt hetta er nóg
mikið til at lyfta liðið úr
naggatódnini, sum hevur
valdað seinastu árini.
Føroya Rættur feldi
hósdagin dóm, har
ein fótboltsáskoðari
varð dømdur at rinda
bót, umframat at taka
við treytaðum dómi
fyri at gjørt seg inn á
linjuverjan í dystin-
um millum GÍ og B36
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
20 dagar treytaðan dóm,
sum er galdandi í eitt ár, og
2.000 krónur í bót.
Tað var dómurin, sum
Føroya Rættur feldi, tá úr-
skurður í málinum um
linjuverjaálopið í Gøtu var
gjørdur hósdagin.
Rættarmárið er uttan iva
hitt fyrsta av sínum slag í
Føroyum, og tí eru ivaleyst
fleiri, sum hava fylgt hes-
um stórum áhuga.
Nøgdir um dómin
Ikki minst hevur dómara-
felagið fylgt væl við í mál-
inum, og eftir úrskurðin
segði formaðurin í felag-
num, Petur Skarðenni, at
teir sum heild vóru nøgdir
við dómin.
- Sjálvandi kann eg ikki
siga at eg fegnist, tí tað er
avgjørt ikki ynskiligt, at
slíkar støður taka seg upp,
men fyri føroysku dómarar-
nar er hetta ein sigur, og vit
eru glaðir um, at tað við
hesum verður staðfest, at
slíkur atburður ikki verður
góðtikin. Fyri okkum var
talan um eitt prinsipp-mál,
og nú er tað so staðfest, at
slíkar hendingar fáa avleið-
ingar.
- Eg kundi kanska hugs-
að mær, at dómurin ikki var
treytaður, tí talan er jú um
álop, men fyri okkara við-
komandi er málið nú av-
greitt, og vit fara so ikki at
gera meira við tað, heldur
formaðurin.
Tað er enn ikki vist, um
ákærdi áskoðarin tekur við
dóminum, ella um hetta
verður skotið inn fyri hægri
rætt.
Vánaligt
At talan skuldi gerast um
slíkt prinsipp mál hjá dóm-
arafelagnum, kann í sjálv-
um sær tykjast løgið. FSF
hevur annars gjørt reglur,
har tað millum annað verð-
ur staðfest, at tað er
heimaliðið,
sum
hevur
ábyrgdina av trygdini hjá
dómarunum. Hartil varð
eftir tilburðin í Klaksvík
fyri tveimum árum siðani
staðfest, at um slíkir til-
burðir
íkomu,
skuldi
heimaliðið finna fram til,
hvør viðkomandi persónur-
in var.
Tí kann tað í hesum føri
tykjast heldur løgið, at FSF
ikki nýtti lógina til at geva
GÍ eina bót, sum eftir for-
dømum helst vildi verið
10.000 kr. Ein bót, sum GÍ
uttan víðari kundi sent
víðari. Hetta varð tó ikki
gjørt, tí kappingarnevndin
staðfesti, at GÍ hevði yvir-
hildið sínar skyldur, og tí
gjørdist neyðugt hjá dóm-
arunum at fara rættarinnar
veg. Eitt stig, sum Petur
Skarðenni eisini harmast.
- Eg má siga, at eg haldi
tað vera út av lagi vánaligt,
at vit sum áhugafelag hjá
dómarunum mugu standa
og stríðast fyri limunum á
hendan hátt. Vit høvdu
sjálvandi roknað við, at
FSF av sínum eintingum
fór inn og handlaði, men
hóast lógin greitt talar fyri
hesum, so søgdu teir seg
ikki kunna gera nakað.
Nakað annað er so tað, at
formaðurin í kappingar- og
dómaranevndini er tann
sami, og tað gevur okkum
so nakrar trupulleikar.
- Ikki soleiðis at málið er
persónligt.
Men
hevur
maðurin fyrst tikið eina av-
gerð sum kappingarstjóri,
so nyttar einki hjá okkum at
ráðføra okkum við dómara-
nevndina, tí har er sami
maður, og tá kann hann
sjálvandi ikki fara at und-
irgrava sína egnu avgerð,
sigur Petur, sum í sama
viðfangi leggur afturat, at í
so máta er ivaleyst heppið,
at aðalfundurin hjá FSF
liggur bert tveir dagar eftir,
at dómur varð sagdur í mál-
inum.
- Har hava vit so í øllum
førum talurætt, og hann
ætla vit so at nýta. Vit eru í
grundini bert eitt áhugafe-
lag, og hava tí ongar heim-
ildir til at taka nøkur stig
mótvegis FSF, men tá tú
hoyrir, at summir persónar í
FSF ikki hava tikið hetta
málið í serligum álvara, so
er okkurt galið, og tað vilja
vit helst vísa á, sigur Petur
Skarðenni at enda.
Annars hevur sjálvt dóm-
arafelagið aðalfund fyrst í
komandi mánaði, og lítið er
at ivast í, at málið fer at fáa
drúgva umrøðu á tí fund-
inum.
Bót og treytaðan dóm fyri linjuverjaáálop
VB skal bara halda tørn
Við nýggjum venjara skal Kyndil skjóta seg leyst á bronsuplássinum, tá Stjørnan kemur á vitjan sunnudagin
33
32
Nr. 37 - 22. februar 2003
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
22.02
15.00
VB-Tjaldur
23.02
14.30
Kyndil-Stjørnan
23.02
14.30
VÍF-Neistin
1. deild menn
23.02
16.00
Kyndil-KÍF
23.02
16.00
StÍF-Tjaldur
23.02
16.00
VÍF-Neistin
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
23.02
13.00
Fleyr-TB
23.02
13.00
ÍF-Mjølnir
Meistaradeild menn
23.02
15.00
Fram-SÍ
23.02
15.00
ÍF-Mjølnir
Tryggingarmálið
burturblivið
Eftir at hava verið fast trætumál á hvørjum aðalfundi
seinnu árini, gjørdu føroysku fótbóltsfeløgini í fjør
eina samtykt um, at nú skuldi okkurt henda á
tryggingarøkinum.
Aðalfundurin samtykti tá, at til komandi aðalfund
skuldi nevndin í FSF hava kannað, hvussu ein
tryggin av feløgum og leikarum kundi gerast, og
hvat hendan kom at kosta, og miðjast skuldi fram
ímóti, at eitt uppskot um málið skuldi leggjast fyri
aðalfundin.
Aðalfundurin er í dag – leygardagin – men enn er
tó einki, sum bendir á, at málið er avklárað. Í øllum
førum verður einki uppskot um hetta lagt fyri
aðalfundin, so lítið er at ivast í, at hetta verður eitt av
málunum, sum fer at fáa drúgvastu umrøðuna, tá
»ymiskt« kemur á skránna.
-jm
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
16
13
-
3
43
14
29
19
2 ÍF
16
13
-
3
43
18
25
18
3 TB
16
12
-
4
41
15
26
16
4 Dráttur
17
7
- 10
26
38
-12
9
5 Fleyr
16
3
- 13
13
41
-28
5
6 KÍF
17
1
- 16
8
48
-40
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
13
11
-
2
35
8
27
14
2 Mjølnir
13
8
-
5
27
20
7
11
3 SÍ
13
7
-
6
23
21
2
11
4 Fram
12
6
-
6
22
20
2
8
5 Fleyr
13
0
- 13
1
39
-38
0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VB
4
4 - 0 - 0
416
342
74
17
2 VÍF
5
3 - 1 - 1
391
325
66
15
3 Stjørnan 3
1 - 0 - 2
317
319
-2
10
4 Kyndil
4
2 - 0 - 2
388
395
-7
10
5 Neistin
4
1 - 0 - 3
315
342
-27
7
6 StÍF
3
0 - 1 - 2
350
380
-30
7
7 Tjaldur
3
1 - 0 - 2
300
374
-74
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VÍF
4
3 - 0 - 1
494
407
87
15
2 StÍF
3
1 - 2 - 0
428
375
53
13
3 Neistin
3
1 - 1 - 1
422
392
30
12
4 Kyndil
3
1 - 1 - 1
397
397
0
9
5 KÍF
4
1 - 1 - 2
410
441
-31
8
6 H71
4
2 - 0 - 2
409
463
-54
7
7 Tjaldur
3
0 - 1 - 2
376
461
-85
4
Kvinnur
Daiva Tuomaite
VB
127
(25)
Asta Petrauskiene
StÍF
118
(36)
Sóley Mikkelsen
VÍF
114
(40)
Lotte Sørensen
Kyndil
113
(56)
Reda Kurkauskiene
VB
106
(16)
Simona Dziugyte
Neistin
106
(33)
Danijela Ercevic
Stjørnan
104
(31)
Milica Ergic
Tjaldur
99
(20)
Lenka Ribaric
Tjaldur
75
(21)
Natasja Stamenkovic
Stjørnan
72
(4)
Nicoleta Radu
VÍF
71
(1)
Alina Olaru
StÍF
71
(7)
Jacklin Durhuus
VÍF
65
(6)
Ileana Manolescu
Kyndil
58
(9)
Laila Jespersen
VB
57
Menn
Dragisa Stojovic
Tjaldur
130
(15)
Damir Oros
KÍF
125
(26)
Sveinur Justinussen
StÍF
108
(19)
Halgir D. Olesen
H71
106
(2)
Jacob Jónsson
Kyndil
89
(7)
Morgan Knezevic
Neistin
89
(21)
Ingi Olsen
VÍF
84
(18)
Áki Olsen
VÍF
82
(6)
Áki Mørk
Neistin
78
(22)
John Zachariasen
VÍF
75
Costin Dumitrescu
StÍF
70
(14)
Niels Viggo Niclassen
H71
65
Finnur Hansson
Kyndil
63
(10)
Petur Martin Poulsen
KÍF
61
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
60
(20)
Talan kann verða um
avgerandi dystin í
FM-stríðnum, tá
Mjølnir vitjar á
Kambsdali hetta
vikuskiftið, og hjá TB
er sigurin eitt krav, tá
tær vitja í Havn
KVINNUFLOGBÓLTUR
Kunning frá FBF
Steypavinnararnir av Tvør-
oyri hava á pappírinum
lættari dyst enn í finaluni,
og kravið er eisini ein sigur,
um so er, at greipan aftur í
ár skal fara suður um fjørð.
Fleyr sær ikki út til at fáa
skil á spælinum, tó at ávís
framgongd er at hóma. Hjá
TB ræður um at halda
dampin uppi og ikki taka
dystin ov lættliga. Slíkt er
hent fyrr.
Styrkiroyndin
ÍF var fyri fyrstu ferð í
steypafinaluni, men tað
gekk ikki sum ætlað, hóast
munurin var lítil. Nú er so
føroyameistaraskapurin
eftir, og har má og skal
dysturin
ímóti
Mjølni
vinnast.
Mjølnir
hevur
rættiliga tikið ferð á seg í
seinnu hálvu, og liðið er
hvat formi viðvíkur best
fyri av teimum trimum, ið
kappast um gullið. Vinnur
Mjølnir henda dystin, so
fara tær 3 stig fram um
næsta liðið, og eru aðrir
FM-vinnarar
tá
bara
teoretiskir, tí Mjølnir hevur
eftir henda dystin bara
tríggjar dystir eftir at leika,
og tveir av teimum eru
ímóti KÍF og Fleyr. So fyri
at halda spenningin má ÍF
vinna.
Vil væl til hjá fugl-
firðingum, so kunnu
teir rópa seg FM-
vinnarar, tá sunnu-
dagurin er farin aftur
um bak
MANSFLOGBÓLTUR
Kunning frá FBF
Báðir dystirnir í meistara-
deildini hetta leikumfarið
hanga líkasum saman. ÍF
kann gerast FM-vinnari
longu hetta leikumfarið.
Vinna teir á Mjølni á
Kambsdali og Fram vinnur
á SÍ í Havn, so er alt av-
gjørt.
Dysturin í Havn er rætti-
liga opin, tí SÍ vísti í
steypafinaluni, at liðið er
ógvuliga sterkt, og Fram
hevur hetta kappingarárið
vunnið á øllum hinum lið-
unum, men høvuðstrupul-
leikin hjá teimum hevur
verið, at spælið er ov ó-
støðugt.
Á Kambsdali er støðan
nakað tann sama. ÍF hevur
helst sterkastu manningina,
men teir eru tó at tosa við,
og Mjølnir skal bara finna
somu uppskrift sum í
Klaksvík seinast, so er alt
møguligt. Eins og hjá
kvinnunum er neyðugt fyri
at varðveita spenningin, at í
hvussu er Mjølni vinnur og
heslt eisini SÍ.
Máltindarnir
Avgerðin
kann fella
ÍF er heilt nær gullinum
Vinna Mjølnir dystin á Kambsdali móti ÍF, hava tær meira
enn aðra hondina á FM-steypinum, men hinvegin vil ein ÍF
sigur viðføra, at gullstríðið aftur er víðopið
C
M
Y
K
32