Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 37 - 22. februar 2003 Vinnur VÍF heima- dystin ímóti Neistan- um, eru helst bert tveir FM-biðlar eftir, men so má StÍF eisini koma ígongd, nú Tjaldur kemur á vitjan MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Nú fyrsti triðingurin av endaspælinum er um at fara aftur um bak, tykist VÍF vara liðið, sum hevur hug at draga frá hinum á stiga- talvuni. Ein av orsøkunum til, at hetta er so, er, at bæði StÍF og Neistin hava havt sera ilt við at finna aftur á sama spælið, sum setti tey so- mikið ovarliga í grundspæl- inum. Sannleikans tími Men nú er um at verða seinasti møguleiki hjá hes- um báðum. Strandingar hava hesaferð ein á pappír- inum lættan dyst, tá Tjaldur kemur á vitjan, men skal talan gerast um tvey stig, so verður neyðugt, at StÍF tekur annað skinn um bak. Hóast teir enn ikki hava tapt í endaspælinum, so hevur talan verið um tveir javnleikir í trimum dystum, og stigamissir av slíkum slag eru ráðini ikki til longur. Og so skal heldur ikki gloymast, at Tjaldur til tíðir kann spæla seg til tey mest ótrúligu úrslitini. Í grundspælinum vunnu teir eitt nú útidystin ímóti júst StÍF, og higartil í enda- spælinum hava teir tikið stig frá Neistanum, um- framt at VÍF slapp við skrekkinum, tá teir vitjaðu seinasta vikuskiftið. Brak í Vestmanna Um sama mundi tekur VÍF ímóti Neistanum í Vest- manna. Ein dystur, sum framman undan líkist einum braki, har Neistin kann koma í ta støðu, at teir longu nú eru úti úr FM- stríðnum. Í øllum førum fyribils. Tó at bæði liðini hava staðið seg javnt væl hetta kappingarárið, so hevur tað samstundis verið so, at VÍF væl og virðiliga hevur havt yvirvágina í innanhýsis uppgerðunum, so sálarliga er lítið at ivast í, at tað er VÍF, sum hevur yvirvágina. Verður sæð burtur frá tpera sigrinum í Runavík herfyri, so er VÍF eisini liðið, sum hevur sýnt betra spælið í endaspælinum, og tí mugu vestmenningarnir finna seg í leiklutinum sum favo- rittar. Ein leiklutur, sum tó ikki merkir, at teir sleppa undan at stríðast sunnu- dagin. Seinasti dysturin verður í Havn, har Kyndil tekur ímóti KÍF. Hvørki av hes- um liðum hevur verið part- ur av heiðursmerkjastríð- num í ár, men laga hini úr- slitini seg væl, so kann væl vera, at vinnarin í hesi upp- gerðini er heilt nær heiðurs- merkjunum. Sum steypa- vinnari má Kyndil helst roknast sum favorittur hesaferð, men kollfirðingar hava áhaldandi víst tenn hetta kappingararið, og hava teir ein góðan dag, so kann alt henda. Sunnudagin 2. febru- ar var høllin á Stór- heyggi karmur um TVÆR amboðskapp- ingar fyri gentur og dreingir 8 ár og eldri. 60 gentur og 45 dreingir luttóku til kappingarnar. Kapp- ast var við venjingum á gólvi, á Reuther bana og í lopi við springbretti FIMLEIKUR Tíðindaskriv Hetta er 3. árið á rað at Havnar Fimleikafelag hev- ur skipað fyri innanhýsis amboðskappingum, og er luttøkan voksin fyri hvørt árið. Íalt 105 børn, kappað- ust sunnudagin um at ger- ast nr. 1, 2 ella 3 á lopi ella venjingini á gólvinum. Fimleikarin kundi, í samráð við venjaran, velja millum fýra bólkar, alt eftir tórleika. Til hvørja kapping vóru fýra dómarar, ið mettu um hvør var bestur. Vinn- ararnir fingu heiðursmerkir og allir luttakararnir fingu skreytblað fyri luttøku í kappingini. Stuttligt var at síggja hvussu spent børnini vóru, og tað var eisini sera stutt- ligt at síggja hvussu børnini sum luttóku í fjør, høvdu tikið seg fram til í ár. Og so tey, ið fyrstu ferð vóru til kapping og skuldu yvirvinna á øllum tí nýggja, sum tað er at standa í eini stórari høll og skula einsamallur út á gólvið at gera fimleik. Her er nógv, ið skal yvirvinnast, men stuttligt er at síggja tey, tá ið tey eru liðug, tað er sum um einki er óyvurkomuligt. Hjá mongum av fimleik- arunum var hetta fyrstu ferð tey fingu heiðurs- merki, so tey vóru rættuliga errin. Tað vóru fitt av áskoðar- um, mest foreldur og lótu hesi væl at kappingunum. Greiddu millum annað frá at tey merktu øktan áhugað fyri fimleiki hjá børnum teirra. Kappingarnar gingu væl, hóast kappingin hjá gentunum var nakað drúgv, og kappingin hjá dreing- unum var nakað seinkað av hesum. Vit hava deilvíst eftirmett kappingina og ætla at gera ymiskar broytingar til í næsta ár, men hetta frætta vit um seinni. Eingin ivi er um at kappingarnar eru komnar fyri at verða. Til seinast ynskir felagið at takka øllum sum á ein hvønn hátt hjálptu, til kappingarnar. Endabresturin FM-stríðið í talvi fyri lið verður avgjørt leygardagin, tá seiansta umfarið í liðkappingini stendur á skránni TALV Jákup Mørk Seinasta og avgerandi umfarið í liðkappingini í talvi verður leikt leygardagin kl. 14.00 í Kommunuskúla- høllini í Havn. Serstakliga er spenningurin stóru í fyrstu deild, har ikki færri enn fýra feløg hava møguleika at taka gullið. Havnarmenn liggja best fyri av hesum, men kollfirðingar, toftamenn og klaksvíkingar eru bert eitt stig aftanfyri, so har kann alt henda. Ikki minst tí kollfirðingar hava tann á pappírinum lættasta dystin, sum er móti Vestmanna. Toftamenn skulu takast við teir úr sundalagnum, og endaliga skulu klaksvíkingar og havnarmenn dystast. Í 2. deild er spenningurin ikki heilt so stóru. Sandavágur hevur vunnið deildina, og verða tað tí teir, sum koma í fyrstu deild fyri Vestmanna, og triðja lið hjá Havnini flytur niður í triðju deild. Í triðju deild verður tað ein dystur millum Gøtu og Kollafjørð, sum ger av, hvat lið flytur upp. Støðurnar í einstøku deildunum framganga av yvir- litinum niðanfyri: 1. deild dystar nr lið stig stig 1 HT 20,5 10 2 KTF 19,5 11 3 TT 19,5 10 4 KT 19,5 9 5 TFS 18,0 10 6 VT 11,0 4 2. deild Dystir 1 ST 26,0 15 2 RT 21,0 13 3 KTF2 19,0 12 4 HT2 15,5 7 5 VT 15,5 5 6 HT3 11,0 2 Unglingar 1 VT 25,5 15 2 GTb 17,5 8 3 GTa 17,0 8 4 KTFa 16,0 9 5 HT 16,0 8 6 KTFb 15,0 6 Úrslit í kappingini hjá Havnar Fimleikafelag Gólv Bólkur 1 1 Fríði Atlason 6,750 2 Tróndur Jensson 6,700 3 Christian Sørensen 6,550 Bólkur 2 1 Egil á Heygum Kass 7,450 2 Jørgin Bech Árting 7,375 3 Kristian B. Krosstein 7,300 Bólkur 3 1 Fróði Mortensen 8,550 2 Búi Persson Dalsgarð 8,100 3 Tóri Debes 8,000 Bólkur 4 1 Knút M. Gray Jarnskor 9,650 2 William Holm Jacobsen 9,600 3 Øssur Debes Eiriksfoss 9,525 Lop Bólkur 1 1 Høgni Joensen 6,225 2 Bogi Berg 6,175 3 Dánjal Petur Nielsen 6,125 Bólkur 2 1 eingin luttakari 2 3 Bólkur 3 1 Fróði Mortensen 8,100 2 Búi Persson Dalsgarð 7,925 3 Tóri Debes 7,700 Bólkur 4 1 Knút M. Gray Jarnskor 9,400 2 Øssur Debes Eiriksfoss 9,350 3 William Holm Jacobsen 9,300 Oddabrak í Vestmanna Innanhýsis kappingar hjá Havnar Fimleikafelag C M Y K 34 Nr. 37 - 22. februar 2003 35 35