leygardagur 22. februar 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 37 - 22. februar 2003
Nr. 37 - 22. februar 2003
37
Sjálvsognarstovnurin ALV
ALV søkir eftir
fólkum til eindina
»Avlamisvirksemi«
Søkt verður eftir fólkum at starvast umleið 10
tímar um vikuna
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum at geva
avlamisfólki eina innhaldsríkari og stimbrandi
tilveru,við at koma saman við øðrum til virksemi og
hugna. Og læra tey eitt nú handverk og list.
Vanliga verður arbeitt tveir dagar um vikuna í
tímunum 17.00 til 21.00.
Førleikakrøv
1. Viðkomandi útbúgving og/ella royndir. T.d.
ítrivsfólk, fólk ið kunnu geva umsorgan og
hugna, so sum smíðlærari, hondarbeiðslærari,
pedagogur, terapeutur, teldukønur, málari ella
líknandi
2. Evnir at samansjóða, vera um og læra av tær
avlamispensjónistar
3. Ert hugskotsfullur, kreativur og positivur
4. Evnir at samstarva
Vit bjóða
• Spennandi arbeiði, har góðir møguleikar eru at
ávirka tilboðið
Løn og setanartreytir
• Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran
• Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
• Størvini verða at seta uml. 1. mai 2003, ella
skjótast tilber
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Guðrun Guðjónsson,deildarleiðara á tlf.350072 ella
tlf. 253200
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 12. mars 2003.
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal
sendast til:
Sjálvsognarstovnin ALV
Smiðjugerði 6, kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal viðmerkjast:
»umsókn avlamisvirksemi«
»Avlamisvirksemi«
Ætlað avlamisfólki, ið hava fingið tillutað miðal ella hægstu
pensjón, hava tørv á at koma saman við øðrum, og kunnu virka
eitthvørt lætt ítriv,sum møguliga kann seljast
Endamálið við eindini er at geva arbeiðstarnaðum fólki møguleika
at fáa ein meira innihaldsríkan og stimbrandi dagligdag. Og
soleiðis eisini fyribyrgja einsemi og dapurskygni hjá avlamisfólki.
Stuðul til
verkætlanir
Norrønt Atlantssamstarv (NORA) er stovnur undir
Norðurlanda Ráðharraráðnum, ið hevur til enda-
máls at menna og stuðla samstarvi millum Grøn-
land, Føroyar, Ísland og Noreg og grannaøkini hjá
hesum londum. Serligur dentur verður lagdur á at
uppskotini til verkætlanir koma frá vinnufyritøkun-
um sjálvum og at sambond vera skapt millum
vinnufyritøkur og tey granskingar- og menningar-
umhvørvi, sum eru í NORA londunum
Verkætlanir sum fremja vinnuligt samstarv, menn-
ing og gransking á Atlantsleiðini, verða raðfestar
ovast.Dentur verður eisini lagdur á,at verkætlanirn-
ar eru nýskapandi og hava flest møgulig av londun-
um við í samstarvunum.Stuðul kann veitast til verk-
ætlanir har privat vinnuvirki og stovnar og almenn-
ir stovnar og granskingarstovnar samstarva.
Stuðul kann veitast í mesta lagi 3 ár og er treytaður
av at onnur fígging fæst til verkætlanina.
Umsókn, skrivað á norðurlendskum máli, eigur at
fevna um:
• Stutt yvirlit yvir sjálva ætlanina
• Upphæddina, ið søkt verður um
• Heildarfíggjarætlan, ið vísir, hvørjir stovnar ella
einstaklingar taka lut í útreiðslunum og hvussu
fígging fæst til vega
• Navn/nøvn á ábyrgdarfólki fyri sjálva verkætlan-
ina
Meira fæst at vita við at venda sær til Norrønt
Atlantssamstarv ella við at vitja heimasíðu okkara
http: www.nora.fo
Stuðulsumsóknir skulu vera stovninum í hendi í
seinasta lagi 1. apríl 2003.
Umsóknir verða sendar til:
NORRØNT ATLANTSSAMSTARV
Bryggjubakki 12 · Postboks 259 · 110 Tórshavn
telefon: 353110 · telefax: 353101
e-mail: nora@nora.fo · heimasíða: www.nora.fo
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Summarferiu-
avloysarar 2003
Sjúkrarøktarfrøðingar
Radiografar
Pleygarar
Almanna- og heilsuatstøðingar
Søkt verður eftir røktarstarvsfólki til fulltíðar av-
loysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkra-
húsinum í summarferiutíðarskeiðinum 1. juni til
31. august 2003.
Økini,ið tørva summarferiuavloysarar í ár,eru:
• hæmodialysa
• intensiv/cardiologi
• barnadeild
• føðideild og præmaturstova
• geriatri/rehabiliteringsdeild
• skurðdeild og skaðastova
• kirurgiskar seingjadeildir
• psykiatriskar deildir
• røntgen (við tilkalluvakt frá bústaði)
• ábyrgdarhavandi
sjúkrarøktarfrøðingur
í
dagvaktum
í
vikuskiftum,
kvøld-
og
náttarvaktum (trissufunktiónin)
Vit ynskja ágrýtin røktarfólk við minst tvey ára
praksisroyndum við dirvi, góðum samstarvsevn-
um og evnum til at virka sjálvstøðugt.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær ávika-
vist til hesi á telefon 31 35 40:
• Cecilia Vestureið,leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á
Skurðdeplinum, lokal 499, e-post ceci@ahs.fo
• Ása Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á
Heiliráðdeplinum,lokal 300, asap@ahs.fo
• Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á
Psyk.deplinum, lokal 351, bergitw@ahs.fo
• Ragna S.Reinert,deildarleiðari á Røntgendeild-
ini, lokal 149, rtragna@ahs.fo
Løn- og setanartreytir samb. sáttmála millum
avvarandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 15. mars 2003.
Frá Tórshavnar
Bátafelag
Í samband við at Tórshavnar Bátafelag fyllir 5 ár í
februar í ár verður høli felagsins opið fyri øllum
áhugaðum fríggjadagin 28. februar kl. 16.00-19.00.
Nevndin
Ford Escort Sport
árg. 1995, til sølu fyri 62.000 kr. Koyrt 78.000 km.
Nýggjar bremsur og stoytdoyvarar + »kilerem«.Er
í góðum standi.
Tlf. 264640
ALV-ringbind
pdf
C
M
Y
K
37
36