Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OR Nr. | 194 30. november 1990 Fiskivinnustovan vil hava at vita hvørji hesi børn eru. Fiskivinnustovan, sum fyri landstyrid ger ein bókling um grindadråp i Føroyum, vil fegi hava at vita hvørji børnini eru, sum umhvgrvisbólkar nyta å postkortum, tå tey métmæla grindadråp i Føroyum. Fiskivinnustovan vil hava hetta at vita, ti teir vilja hava greidu undir hvørjum umstødum myndirnar eru tiknar, og um børnini eru biðin um at stilla seg upp fyri myndamanninum. --Tann eina myndin stavar frá 1985. Hon hevur staðið í mánaðar- blaðnum Defenders og myndamaðurin Dave Cur- rey hevur tikið myndina. Myndin sýnir ein drong við einum G6føddum grindahvglpi í hondini. Myndin er tikin í Vest- manna, sigur Kate Sand- ers, sum er við at gera bóklingin um grindadráp í Føroyum. -Hin myndin sýnir ein smádrong ella gentu ilt er at síggja munin, sum stendur spyrjandi uppi yvir einum deyðum hvali. Hendan myndin kom fram á postkortum úr Fraklandi seinasta summar og síðan hevur landstýrið fingið hesi kort í hópatali, sigur Kate Sanderson. 30 SÍÐUR Bóklingurin hjá land- stýrinum verður skrivaður á enskum, týskum og fronskum. Hann verður um 30 síðum í A4 stødd. Ole Wich stendur fyri uppseting og myndavali. Forsíðan verður í litum. Ætlanin er at greiða frá teim vísundaligu kann- ingunum, sum eru gjørdar seinastu árini. Frá grinda- teljingum og frá nýggju grindareglugerðini. Eisini verður greitt frá, at føroyska grinda- lógin eisini umfatar springarar, ella delfinir sum útlendingar kalla teir. Hesir kunnu slødast uppí grind og av og á leggur onkur flokkur beinini. Bóklingurin verður sendur teimum, sum skriva til landstýrið, eisini verður hann lagdur á sendistovur og ferða- mannastovur í útland- inum. Um onkur kennir børnini á myndunum, so vil tíðindablaðið Sos- ialurin fegin frætta. jústinus Smádrongur við 6føddum grinda- hvølpi í hondini. Myndin er tíkin í Vestmanna í 1985. Barn viðsíðuna av einum hvali. MAMAN, POURQUOI?, deyðum Myndin kom fram í fjør summar. hetta? Hvør er Skilja 10.000 brøv um dagin —Ti slepst ikki onkurt bræv kemur 5 i undan, 7 postsmogurnar, sigur Mortan Rasmussen, Postverkinum Postmennirnir i Havn leggja skilja 10.000 brøv um dagin, ti kann tad ikki umgangast at okkurt brævid kemur skeivt fyri, sigur Mortan Rasmussen, deildarleiðari á Post- verkinum. --Men tá fyritøkur og fólk leiga eina postsmogu, so fáa tey skrivliga at vita, at tey skulu hyggja postin igjøgnum áðrenn tey fara av posthúsinum. Tað er altíð møguleiki at koyra skeivan post innaftur á posthúsin, antin gjøgnum post- smoguna, ella gjøgnum brævsmoguna, sigur Mortan Rasmussen Tá so me brøv verda skild dagliga, so verda feilir gjørdir. Eg må vidganga, at tey 22 skeivu brøvini til Sosi alin månadagin hjålpir væl uppå hagtølini. Ti her var talan um eitt bunti. Men dagliga liggur tað ikki nógv omanfyri eitt promillu, tað er góð 10 brøv um dagin, og tað er ikki nógv av 10.000, sigur Mortan Rasmussen. deildarleiðari á z --Skulu vit fáa eina 100 prosent trygga tænastu, so skal allur posturin sorterast einaferð afturat. Tað hava vit ikki pening til, postverkið skal eisini spara. Men eg heiti á fólk um at gjøgnumganga post- in. áðrenn tey fara av posthúsinum. Hetta ger, at seinkanin, or- sakað av feil skiljing, gerst nóg minni. Vit vita, at er skeivur post- ur fyrst komin út av posthúsinum, so kann ganga long tíð áðrenn fólk fáa í lag at lata okkum postin aftur, sigur Mortan Ras mussen justinus Mortan Rasmussen, deildarleidari: »Vit sleppa ikki undan at gera feilir«