fríggjadagur 30. november 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya symfoniorkestur
Sunnudagin 2. desember kl. 16.00 hevur FSO konsert i
Nordurlandahusinum. Fýra verk eru á skránni. Beethov-
en, Max Bruch og Jauquin Rodri
go. Nytt verk eftir Sunn-
leiv Rasmussen: GRAVE, in memoriam Karsten Hoydal.
Solistar koma úr Argentina og Íslandi. 52 tónleikarar eru
í orkestrinum. Martin Mouritsen stjórnar.
Tann 2. desember hevur
FSO sína 14. konsert í
Norðurlandahúsinum, og
ikki kann sigast annað
enn, at stóran verður tikið
til hesa ferð. Eitt tað
kendasta og kanska eisini
mest spælda, men sam-
stundis mest sigandi sym-
foniska verkið innan
klassiska tónleikaheimin,
5. symfoniin av Ludvig
van Beethoven, lagnu-
symfoniin, saman við
kendu violinkonsertini av
Max Bruch, eru á skránni.
Sum altíð, so roynir FSO
at hava eitt føroyskt ella
føroyskt íblást verk á
skránni Hesaferð ein
kompositión av Sunnleivi
Rasmussen verkið er
skrivað stóra skaldi okk-
ara Karsteni Hoydal, sum
doyði fyrr í árinum, til
áminningar. Hetta verður
sostatt eisini ein konsert,
Karsten in memoriam.
Fjórða verkið er ein gui-
tarkonsert av spanska
tónaskaldinum Jaquin
Rodrigo.
Ikki minni enn tveir
solistar vera við. Soloina í
violinkonsertini av Max
Bruch spælir violin-
snidlingurin Miguel Negri
úr Argentina. Hann er
næmingur av ti i Feroyum
vælkenda Alberto Lysy,
og hevur hann verið her
áður við Kamerata Lysy
Hin solisturin er guitar-
spælarin Pétur Jónasson,
Íslendingavinir
Øll eru vælkomin til hugnakvøldid hjá okkum
|. desember í javnadarhølunum á Argjum.
Vinarliga
Njáll
íslendingur, sum júst er á
konsertferð í New Zea-
landi, Australia og Ong-
Indi. Hann endar ferð sína
við konsertum í Feroyum.
Konsertin verður stjórn-
að av Martini Mouritsen.
Um tónaverkini
Fyrsta verkið á skránni er
eftir Sunnleivi Rasmussen
og kallast tað Grave, in
memoriam Karsten Hoy-
dal.
Karsten Hoydal og
Sunnleiv Rasmussen vøru
skyldmenn og vinmenn,
og við deyða vinmansins
hevur Sunnleiv latið seg
andbera til eitt minnis-
verk í tónum. Íblástur til
verkið hevur hann fingið
Sigurjónsson
úr tí dámi, sum er yvir
yrking Karstens: Mikið
varð mær givið. Men
tematiska tilfarið er eitt
lag, sum Sunnleiv gjørdi
til yrkingina hjå Karsteni
»Utfrå grytutum strond-
um«. Verkið er fyri 22
strúkarar, ein klarinett og
klokkuspæl. Við at býta
strúkararnar upp í bólkar
og lata tematiska evnið
flyta ímillum hesar, við-
hvert bert sum partur av
lagnum og í ymiskum
tempi, byggir hann verkið
upp og manar fram ein
katedralan, men sam-
stundis ein álvarsligan,
passiuskendan dám. Hug-
vekjandi ljómar í óvan-
ligari samanseting, eins
og tá skyldmaður hans-
ara, sáli, leikti við orða-
spæli sum „syngjandi
grot«.
Sidani trinur inn å pallin
Pétur Jénasson, kendur
guitarspælari, sum saman
vid FSO framførir tann
vælkenda 2. satsin úr
guitarkonsert av Jauquin
Rodrigo. Hesin var spani-
óli. Gjørdist blindur bert
fýra ára
skrivað
serliga tjóðarinstru-
ment spanióla, guitarin.
Satsurin gongur spaku-
liga, men er hugtakandi
vakur.
gamal
nop av
fyri
Hev ur
verkum,
Seinasta verkið undan
steðginum er violinkon
sertin hjá Max Bruch í g-
moll. Hon kann av rettum
nevnast ein perla — ein
gimsteinur — millum tey
verk, sum skrivað eru fyri
violinina. Serliga tann frá-
gera vakri miðsatsurin;
kanska tað inniligasta,
nakrantíð skapað á hesum
eki. Hesin satsurin,
adagio, er aðalkjarnin í
konsertini. Temaið er
eymt og blítt. Konsertin
er sum sprottin úr violin-
ini sjálvari. Hver takt
syngur, og hvert »lop«
liggur so sera væl fyri á
instrumentinum
Sum sagt, so er kjarnin í
konsertini = miðsatsurin;
teir báðir umliggjandi
allegrosatsirnir eru stutt-
ir, men sera virtuosir fyri
solistin.
Violinkonsertin byrjar
við einum heldur sorgblíð-
um lag í orkestrinum, har
solisturin svarar aftur við
rættiliga fríum spæli, eins
og kadansukent. Hetta
spælið verður sneggliga
avbrotið av einum sera
festum og mergjaðum lag,
sum solisturin tekur við
og tráheldur um við sera
snidligum >lopum< mest-
sum allan satsin; bert eina
stutta letu stingur seg
upp ímillum eitt lítið
yndisligt lag. At enda
verður vent aftur á tað
sorgblíða lagið, vit hoyrdu
í byrjanini. Eisini hesaferð
svarar einleikarin aftur
við rættiliga kadansu-
kendum spæli. Satsurin
fjarar burtur úr oyrum og
verður uttan steðg bundin
at tí langsama satsinum
við teim kenslubornu og
ljómvekru løgunum. Með-
an tað inniliga hevuðs-
temaið ljómar úr solo-
instrumentinum, verður
síðutemaið borið fram av
orkestrinum, umgyrt av
snidligum »lopum« og
»frasum« av solistinum.
Í seinasta satsinum
verða tvey leg sett upp í-
móti hverjum eðrum. Tað
dansikenda høvudstemaid
móti tí mergjaða og sterka
síðutemanum. Men dansi-
kenda lagið er áhaldandi
og kemur aftur og aftur í
ymsum tónaartum og ger
nærum í ovfarakæti og
næstan í sigursrúsi enda á
hesi konsert.
Ludvig van Beet-
hoven,
symfoni nr. 5,
Lagnusymfoniin
Hon var frumframførd i
1808, og árinið av hesum
verki var frá byrjan av
óvanligt. Tað kendist
beinanvegin, at her var
nakað, sum skaraði fram-
úr; og aftan fyri hetta
verk stóð ein andans risi.
sum talaði eitt so mergjað
og sannferardi mál, at tú
beinanvegin hámetti og
skilti hann. Tann serstaki
og sjálvsagdi greidleikin í
verkinum hevur, hóast
„Nr. 194 — 30. november 1990
stórlæti og tign, gjert
hesa symfoniina til ta
kendastu og av fólki flest
best umtóku av ellum
symfonium
Á fólkamunni ber hon
navnið lagnusymfoniin.
Navnið kemst av, at Beet-
hoven, sum kom fyri ta
tungu lagnu at gerast
deyvur, um temaið í
fyrsta satsi skal hava
sagt: >Soleiðis bankar
lagnan á hurðina<. Henda
útsegn er eyðmerkt. Hótt-
andi ljóða hesi lagnusløg
gjøgnum allan satsin, sum
ein gessigur kampur, at
oll lyndisløg og -eyðkenni
berast saman i hesum
lagnustreymfirði. Sum ein
miskunnarleysur ódnar-
stormur er lívsgongdin;
mildari kenslur royna at
sleppa framat, men verða
trokaðar burtur av lagn-
unnar náðileysu framferð.
Ein heilt annar heimur
kennist í eðrum satsi, ein
andante con moto. Eitt
frágera vakurt lag verður
spælt; fyrst av teim djúpu
strúkarunum. Samstund-
is leggja blásararnir upp í
við einum marsjkendum
lag, sum broytist til eitt
sigurslag. Í ymsum bún-
um stinga hesi bæði løgini
seg upp í satsinum, gev-
andi skiftandi kenslur, tó
alla tíðina játtandi, tón-
andi av eydnu og vakur-
leika.
Triði satsurin byrjar við
einum lag, sum kemur úr
myrkasta skotinum hjá
bassinstrumentunum og
roynir at bróta seg fram.
Men ófrættadámurin úr
fyrsta satsinum við lagnu-
slegunum liggur aftanfyri
og lúrir, hóast í oðrum líki.
Sum á leistum trilvar
temaið seg fram; lagnu-
sløgini ljóða hóttandi og
herð, og síðani kámast tey
burtur í fjarleikanum. Nú
hoyrist eitt dansilag, sum
bassarnir skipa; eitt ov-
farakæti, sum kennist
næstan óhugnaligt í hes-
um sambandinum; hetta
bliknar tó burtur og
hvervur. Aftur trilva seg
fram teir dekku tónarnir
úr byrjanini; lagnutemaið
hoyrist aftur, men bleikari
og deydligari enn áður.
Ein lagnutungur og ó-
frættakendur dámur
breiðir seg, ein óttafullur
spenningur. Men burtur
úr hesum myrkri brýtur
seg fram, eins og „sólin úr
sortaskýggja<, við eini
upprunamegi ein sigurs-
fagnaður. Tað æviga
temaið, »år myrkrinum í
ljósið<.
Og sum ein sigurssong-
ur fyri at hava vunnið á
ellum deprum lagnukreft-
um fer satsurin fúkandi
fram móti endanum eins
og í einum ótemjandi
kapplopi.