leygardagur 15. desember 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SKITUC
Jolagåvan til tey ungu
Martin Joensen og leikbólkurin í Sjónleikar-
húsinum hava gjørt skjótt av
Fyri góðum mánaða síðani var sangleikurin
'Skuggagestir" frumsýndur á palli, og nú er
bandið við tónleiki og sangi úr leikinum, komið
í sølubådirnar.
Flestu orð og løg á bandinum "Skuggagestir"
eru nýggj. Martin Joensen hevur gjørt bæði orð
og løg. Tað er sum altíð væl fráfarið, tå
tónleikarin og yrkjarin greiður úr hondum.
Serstakt fyri hetta bandið er, at fleiri sang-
arar, sum vanliga geva bond og tílíkt út, eru at
hoyra her. Eitt nú Robert MCBirnie, Terji
Rasmussen og Lív Dam. Sum nakað nýtt er
Tórun Johannesen eisini umboðað á bandinum,
og hon hevur ikki verið at hoyrt í hesum
samband: áður, hóast hon eisini hevur sanggávur,
umframt leiklistagávur, ið vit higartil hava
notið á palli áður
"Bandið "Skuggagestir" fæst í øllum sølu-
búðum - og sum nevnt á plakat, sum vit hava
fingið sendandi er hetta jólagávan "fyri tey ungu
frå 14 til 84! LT-studio hevur tíkið upp.Bandið
kostar 130 krónur.
Dagny
NÝTT NÝTT
Nógv nýtt og bíligt viskosutoy heim-
komið. Bert 98,- kr. pr. metur. Eisini
hava vit fingið teddybear og kviltað fóð-
ur í ymiskum litum.
SN sgsialurin
Ur tónleikaheiminum
Í rúgvusmikla tilfarinum av bondum o.g. til
jóla, eru bondini stórur partur.
Jens Lisberg, tónleikari, hevur gjørt band-
upptøkuna "Skýming II" sum HA studio í
Havn, hevur tikid upp.
Úr innihaldinum kann nevnast, at flestu sang-
irnir eru yrktir av nýggjum, tó at nakrir sangir
eru á bandinum, eitt nú orð eftir Mourentius
við Stein og Jóhan Kjærbo. Jens Lisberg hevur
sjálvur skrivað stóran part av løgunum, og er
hesin av tí gamla slagnum, sum vóru at hoyrdu
í 50 árunum.
Bandið "Skýming II" fæst í øllum plátubúðum
kring landið og kostar 130 krónur.
"Fittir Barnasangir" er heitið á nýggjum bandi
hjá Símun úr Konoy.
Hetta eru barnasangir, sum vit hava hoyrt í
Útvarpi. 10 sangir eru á bandinum, sum eru
nýggj og gomul løg. M.a. er vælkenda
"Omman" sum áður hevur verið á bandi, sum nú
er útselt.
Jóhannus á Rógvu Joensen hevur saman við
Símuni úr Koynoy langt bandupptøkuna til
rættis, at Rema í Saltangará hevur margfaldað
kasettubandið.
'Fittir barnasangir” fæst í øllum sølubådum
kring landið. Tað kostar 130 krónur.
Dagny
Donsk hókargð um
Klaksvíks-stríðið
Frede Asgaard hevur givið út bókina Klaksvig-
striden. Frede Asgaard er dani og útbúgvin
sålar- og søgufrødingur. Bókin er tann fyrsta í
eini rød, sum umfatar fýra bøkur um Klaksvíks-
stríðið ella læknastríðið, sum tað eisini verður
nevnt.
Fyrsta bókin hevur grein eftir høvundan um
føroyska søgu fram umleið 1945.
Síðani er grein eftir Feilberg-Jørgensen, id
var futi i Føroyum, meðan Klaksvíksstríðið
leikadi á. Hann greiðir frá stríðnum soleiðis
sum hann upplivdi tað frá politisjónarmiði.
Harnæst er samrøda við Jon Sivertsen, ið var
tryggingarumbod hesi árini, og vid danan Eigil
Bechmann, ið var messudrongur umborð á freg-
attini »Holger Danske«.
Síðsta greinin er roynd høvundans at svara
spurninginum: »Hvør var Olaf Halvorsen?«, -
læknin, ið var miðdepilin í allari ósemjuni.
Høvundurin sigur, at hann leggur dent á at fáa
fram so nógvar upplivingar, sum møguligt, og
heitir eisini á fólk um at bjóða seg fram, hava
tey okkurt at fortelja.
Bókin, ið er umleið 85 síður, allar settar við
stórum, lættlesiligum stavum. Hon kostar 135
krónur.
Næsta bókin er ætlað at koma til várs.
ówh
Stjornarvidurskifti
Føroya 1834-1852
Jåkup Thorsteinsson, søgufrødingur, hevur
skrivað doktararitgerð, sum hann vardi i Århus
í gjár. »Et Færø som Færg. Studier i Færøernes
forfatningsmæssige stilling i forhold til Dan-
mark 1834-1852« eitur bókin.
Bókin er ein gjøllig lýsing av, hvussu Føroyar
fingu eina stjórnarskipan, ið var heilt ólík teirri
íslendsku, hóast viðurskiftini vóru åtøk. Har-
umframt lítur høvundurin eisini samanberandi
at stjørnastøduni hjá Slesvík og Bornholm,
umframt at hann eisini hyggur eftir viður-
skiftum uttan fyri danska stjórnarkarmin.
Eftir eina gjølliga viðgerð av tíðarskeiðnum
og vid stødi í rannsóknarniðursigðunum., hevur
høvundin eitt útlit fram til heimastýrisskip-
anina.
Bókin, ið er umleið 450 blaðsíður, kostar 275
krónur.
ówh
Nr. 205 — 15. desember 1990