Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 206 18. desember 1990 Diners-sømdir føroyinga: Sera ogreidar Diners hevur sagt, at fóroyingar eru eins væl fyri og aðrir limir. Men ein lesari okkara hevur sera ringar Tað tykist vera ógreitt hverjir fyrimunir eru galdandi fyri fólk við sonevnda Diners-kortin- um. >SOMU SØMDIR « Ein lesari hevur vent sær til okkara, og hann letur ikki væl at. Aðrenn hann fekk sær Diners-kortið spurdi hann fyritøkuna sum SAS eigur, um føroyingar eisini høvdu fyrimunir, tí vit eru noydd at brúka Atlantic 2lla Mærsk. Svarið var, at tað hevði ongan lýdning, bara ferðin var goldin við Diners Club Euroclass-kortinum. ONGA TELEFON Men royndirnar eru ring- ar. T.d. hevur lesarin roynt at gera nýtslu av rættinum til ókeypis telefon-nýtslu, sum Din ers-kortið gevur. Hetta var í SAS-bidihøllini Men svarið var, at bert ferðandi við SAS - og ikki Atlantic, Mærsk ella innanrikis - kundu brúka telefonina ókeypis Lesarin sigur, at hetta hevur leingi verið gald andi fyri SAS-ferðafólk, og teimum nýtist als einki Diners-kort. ONGA TRYGGING Diners sigur seg eisini tryggja ferðafólk og vidføri teirra. Lesarin greiðir frá, at fyri einum iri síðani var hann fyri stuldri undir ferðing. Svarið frá Diners var, at hansara egna húsatrygg- ing mátti taka við, - íkki Diners. ) ndir ONGAN RÆTI FRAMMIHJA Eisini hevur lesarin spurt i Vågunum, um hann fær betri sømdir, tá hann stendur á bidilista til flogfarid Tad bjóðar Diners limum sínum, ið ferðast við SAS og sambært svarinum, sum var nevnt omanfyri eisini øllum, ið gjalda við Diners Euroclass. Men svarið á flogvøllinum var, at tað kendu tey einki til So alt í alt tykist mangt og hvat vera 6- greitt fyri altjóða-fyri- tøkuna, ið roynir at leggja nýtt land undir seg í norðuratlantshavi. ówh ES S0SIalurin j Á Síða 3 Diners-tryggingin tók íkki við, tá limur var fyri stuldri undir ferð ing Allar arheiði til Í SUmmar Fyribils verðureingin vaskikona flutt av Eyst- urskúlan oman í Kommunuskúlan, har tveir avloysarar nú eisini koma Vaskikonumar í Eystur- skúlanum og Kommunu- skúlanum í Havn eru farnar aftur til arbeiðis, eftir at hava verið í verkfalli megin- partin av seinastu viku. Ti leygardagin eydnadist Havnar Arbeiðskvinnu- felag og Tórshavnar býráð at gera semju, sum báðir partar siga seg vera nøgdar við. Avtalan hevur við sær, at eingin vaksikona verður flutt úr Eysturskúlanum oman í Kommunuskúlan- um, har tveir avloysarar koma inn. Og eingin missir arbeiði. Ósemjan kemur av, at býráðið og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag hava hvgr sína tulking av tí semjuni, part- arnir gjørdu 25. oktober. Býráðið skilir semjuna so- leiðis, at á Eysturskúlanum og á Kommunuskúanum skulu tilsamans vera 39 vaskikonur. Havnar Ar- beiðskvinnufelag skilir hin- vegin semjuna sum, at 20 skulu vera á Eysturskúl- anum og 19 í Kommunu- skúlanum. Partarnir halda framveis fast við hvgr sína tulking, men býráðið gekk við til, at vaskikonan, sum ætlanin var at flyta av Eysturskúl- anum oman í Komm- unuskúlan, verður verandi í Eysturskúlanum. Somleiðis tann, sum 1. januar skuldi flyta oman í Kommunu- skúlan. Kommunuskúlan- um vantar nú tvær vaski- konur, og býráðið setur so tværnýggjar. Men tær verða baraavloysarar hetta skúla- árið út. Havnar Arbeidskvinnu- felag er áður gingið vid til, at vaskikonurnar á teimum báðum skúlunm skulu verða færri. Talið skal niður á 18 á hvørjum skúla, men tað skal gerast við natúrligari frá- gongu. Á fundinum leyg- ardagin bar felagið tó upp á mál, at tað kanska heldur áttu at verið 19 á Eyst- urskúlanum og 17 í komm- unuskúlanum, sigur Poul Michelsen, býráðsformað- ur. IKKI LORAD Hann heldur ikki, at býráðið hevur lorað nakað serligt í málinum. Tað er bara útsett ul juli mánað. Ein vaskikona í Eysturskúl- anum gevst um nakrar. Um hildið verður fast við, at 18 vaskikonur skulu vera á Eysturskúlanum, og fleiri ikki gevast, verður tá neyð- ugt at flyta eina av Eyst- urskúlanum oman í Komm- unuskúlan. - Býráðið heldur fast við sína tulking av semjuni og sín rætt at leiða arbeiðið, sigur býráðsformaðurin. Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- Leygardagin fyrrapartin tók løgreglan á Tvøroyri ein ungan mann. Tá lá maðurin heima og svav. Men fyrr á degnum hevði hann ikki ligið á tí løtu síðuni. A veg heim tíðliga um morgunin gjørði hann nøkur herverk. Hann Sorlaði kvinnufelag, er væl nøg við úrslitið, tí í fyrsta umfa verða eingi størv niðurlagi Nú skulu býráðið of Havnar Arbeidskvinnufei ag ulat vidgera vaskingina á Sankta Frans skúla og Midstovninum í Gundadali har skerjingar esiini eru gjørdar. Vigdis Johannesen held- ur, at lærararnir ikki hava stuðlað vaskikonuma: Lærarafelagið hevur á sagt, at tá skúlastovur :* verða vaskaðar, er neyðu at gevast við at undir“ har. Í Kommunuskúlanur hevur onkur skúlastova staðið óvaskað í tvær vik: men har hevur verið uí irvíst kortini. Sjálvt Havnar Arbeiðskvinnu ag heitu á læraramar um fáa stuðul. Vígdis Johann sen sigr, at tær eisini ha frætt, at lærarar hava fing børnini til at rudda í stovur, sum ikki hava ver vaskadar. ranci rutar breyt inn á Sjóvinnu- bankan á Tvøroyri, uttan at fáa nakað við sær. Hann breyt ein rút og lúkuna á eini kiosk, og somuleiðis ein rút í Toy- stovuni hjá N. J. Mort- ensen. Maðurin viðgekk seg beinanvegin sekan