mikudagur 19. desember 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
tíðindablaðið
Nr. 207 — 19. desember 1990
Varðveita motorbåt
Norðoya Fornminnissavn hevur keypt motorbátin "Nólsoyar
Páll", sum var við til at menna Klaksvíkina, og sum eisini er eitt
minni um bátasmíð
Eitt ynski hjá Norðoya
Fornminnasavni hevur
verið at fingið ein av teim-
um gomlu motorbátunum
til ognar at varðveita. Vit
hava hildið, at ein motor-
bátur hevði sin sjálvsagda
ætt at verða varðveittur í
Klaksvík, her hann gjøgn-
im ta farandi eldina
tevur havt sín stóra lut i,
it Klaksvikin er ment til
að, hon er. Eisini vildu
varðveitt eitt
imboð fyri tað dygdarliga
okkara
remstu bátasmiðir í land-
num slóðaðu fyri fyrst í
sldini. Fyri at nevna nak-
ar: Jákup á Biskupsstød,
<lias i Rættará og Laurits
Mortansstovu.
Tey seinastu tvey árini
evur savnið arbeitt við at
anna, hverjir eru eftir av
eimum gomlu motorbát-
num í Feroyum, og
verjir eru hóskandi til at
arðveita
it fingið
andverk, sum
Gott evga hava vit havt
>Nólsoyar Pålli« i Klaks-
ik, og tå id eigararnir i
år vendu sær til okkara
im båtin, fóru vit í holt
ið at kanna meguleikar-
var fyri at ogna savninum
I í Pálsstovu stóð fyri arbeiðinum at smíða "Bóisoyar Páll" til J. F
bátin
Aftan á samráðingar
aftur og fram við eigarar-
nar og teir jåttandi mynd-
ugleikarnar yvirfyri savn-
inum, er tað nú komið so
mikið langt, at keypssátt-
máli er undirskrivaður við
eigararnar, soleiðis at bát-
urin verður ogn hjá Norð-
oya Fornminnasavni.
Ætlanin hjá savninum
er at varðveita bátin, so-
leiðis sum hann varð
gjørdur i 1927, tó við
somu plankahædd og
sama stýrhúsi, sum hann
hevur í dag
Í góðum standi
Sum báturin er í standi og
útgjerdur í dag, verða ikki
tær stóru umvælingarnar
at gera við hann tey
fyrstu árini.
Tað skal arbeiði og pen
ingur til at gera åbøtur og
umvælingar av bátinum í
framtíðini, og har sum
áhugin frá limum og eðr-
um ikki rekkur til, verður
savnið at fáa pengar til
vega.
Tað verður gjørt á tann
hátt, at savnið setur á
stovn ein grunn við tí
endamåli at reisa pengar
til åbøtur og umvælingar.
Fyrst í komandi ári
verður so skipað fyri inn-
savning runt í Norðoyggj-
um til henda grunn, og
vóna vit at innsavningin
verður væl móttikin. Ætl-
anin er at hava bátin liggj-
andi fyri teym heimi á
vánni í Klaksvík, og verð-
ur ein maður knýttur at
bátinum til at ansa eftir
honum, so at hann altíð er
í forsvarligum standi og
siglingarklárur.
Báturin verður varð-
veittur fyri allar Feroyar,
fyri at vit í framtíðini
kunnu vísa komandi
ættarliðum, hvussu hesir
vóru. Eisini verður hann
umboð fyri Norðoya Forn-
minnasavn, Klaksvíkina
og allar Norðoyggjar.
Ætlanin er at hann skal
verða brúktur út frá
Klaksvík til alt, sum letur
seg gera, tá ið hugsað
verður um varðveiting,
sum t.d. í skúlaundirvís-
ingini, til útferðir, leigu-
túrar o.a., soleiðis at hann
kemur at sigla sum mest.
Smíðaður í 1927
>Nólsoyar Påll« er í dag
merktur til 12,62 t. brutto
og 4,69 t. netto, smíðaður
í Klakvík 1927 av eik og
furu og hevur ein Volvo
motor, 135 hk.
Tað var Poul Joensen,
Pól í Pálsstovu, sum stóð
fyri at smíða båtin til J. F.
Kjølbro i 1927. Hinir
smiðirnir vóru Kristian
Magnus Hansen, Jógvan
Joensen (Gerðs) og Poul
Sofus Borðoy (Duffi).
Hann varð smíðaður á
Stongunum, heimanfyri
handilin hjá Kjølbro.
Frammanundan var
motorbåturin »Karl Juul«,
sum Jóan Karl á Skála
átti farin á land á Borð-
oyarnesi og var vrak.
Burturúr honum varð til-
far brúkt, tá ið teir smíð-
aðu >Nólsoyar Påll«, men
óvist hvussu nógv, tí
»Karl Juul« var minni
bátur enn -Nólsoyar
Påll«. Onkur vil tó halda,
at kjølurin er av »Karl
Juul«. Beint fyri kriggid
varð båturin hækkaður
ein planka upp og dekkið
skift — hækkaður tí hann
var ov lítið bygdur, var ov
grunnur. Meguliga fekk
hann tá tveir nýggjar
plankar, men tað er ikki
vist.
Báturin varð brúktur til
útróður, og hevði Kjelbro
hann til 1951, tá ið hann
varð seldur til Kristian
Andreasen, Gigga á
Strondum.
Pussaður upp
Báturin var ikki í góðum
standi tá, og pussaði
Gigga tí bátin upp og setti
eina mesanmastur í hann,
mest fyri at fáa antenn-
una langt upp.
Gigga brúkti bátin til
útróður og annað, m.a.
sum fergubát til Havnar
og aðrastaðni.
Á hverjum ári hevði
hann hann uppi á Strond-
um, og gjørdi hann tað
neyðuga við hann sum
skuldi til, so at hann alla
tíðina var í góðum standi.
Tá ið Gigga keypti bát-
in hevði hann ein Bolinder
25 hk. motor ísettan, men
ivaleyst hevur hann havt
ein Avansa áðrenn.
Í 1962-63 varð motorur-
in útskiftur við ein nýggj-
an Bolinder motor 70 hk.
Samstundis varð nýtt
stýrhús gjørt á båtin.
Hetta stýrhúsið varð
gjørt lika sum tað gamla,
bert eitt sindur longri
aftur, og hurðin kom at
venda suðureftir, ístaðin
fyri at tann gamla var á
stýriborðssíðuni.
Aftur til Klaks-
víkar í 1975
Tá ið Gigga doyði í 1972,
yvirtók sonurin John
Andreasen bátin og hevði
hann til 1975, tá ið hann
varð seldur norður aftur
til Klaksvíkar.
Navnabrettið, sum
Gigga gjerdi, tá ið hann
keypti bátin, hevur John
heima hjá sær.
Tað var Kári Kjelnes,
sum keypti bátin aftur til
Klaksvíkar. Kári ætlaði at
fáa sama nummarið aftur
á bátin, KG 388, tað sum
hann hevði frá byrjan av,
men Elias í Vági hevði tað
á einum maskinbáti hjá
sær. Tí fekk hann KG 148.
Kári tók vantini burtur
og setti rerspenni ístaðin.
Eisini læt hann gera eitt
borð, uml. 20 cm. hegt,
oman á lúnningina allan
vegin runt og lastalúkuna
sterri enn hon var. Róðrið
hevði ketutrekk, og fekk
hann skift tað út við
hydrauliskt
I 1980 seldi Kåri båtin
til Résing og Hilmar
Anthoniussen i Klaksvik.
Teir fingu sett ein
nyggjan motor i hann i
1984, ein Volvo, og seldu
hann nakað aftan á til
Kristin og Marius Vil-
helmsen, ið nú hava selt
hann til Norðoya Forn-
minnasavn.
Í 1988 varð báturin tik-
in upp og umvældur. Tað
sum var rotið og illa farið
varð skift út, og varð
hann lagdur eitt sindur út
í erva, so betri pláss var
millum stýrhúsið og lúnn-
ingina. Allar stúttur,
klædningur | omandeks,
lúnning, ovasti parturin
av hekkuni og skarndekk-
ið varð skift. Tann vána-
liga masturin tikin úr og
aluminiumsmastur sett í-
staðin. Tá varð eisini ein
aluminiumsruff sett upp
frammanfyri kappan, so
rúmligari var í lugarinum.
Báturin hevur neyð-
ugan útbúnað til sigling,
so hann er í góðum standi
og væl útgjerdu allar
mátar.
Leggjast kann afturat,
at savnið hevur í varð-
veitsliu øll smidiambod,
kistu og bonk hjá Pol i
Pålsstovu, sum saman vid
»Nélsoyar Påll« kann visa
ein part av ti handverki,
sum hesin hegnismaður
læt úr hondum.
Norðoya Fornminnasavn