hósdagur 20. desember 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri. Tórfinn Smith
Fyritaksstjóri
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Krisjan Dahi
Blaðfólk: Randi Jacobsen -
Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Prent
Utgevari Pit Sosiaturin
Uppseting. Pit Søsiaturin
P'4 Pressan 1981
Giro ella banki
X HVØRJUM ARI fara nakrar
hundrað miljónir krónur um
Lønjavningargrunnin. Hetta eru
pengar til skip, manningar,
reiðarar, útróðrarmenn, um-
framt til tey, sum hava verið í
fjørðinum og avreitt veiðuna.
LØNJAVNINGARGRUNNUR
IN er annars eingin peninga-
stovnur sum so, og ti sendir
grunnurin sínar pengar
gjøgnum Postgirostovuna til
viðskiftafólk síni. Hetta er
skipan, sum hevur virka væl.
Millum annað tí tað ikki er
bygd í Føroyum, sum ikki
hevur eitt posthús.
MEN TAÐ eru onnur, sum ikki
eru so væl nøgd við hesum
skipan. Í fyrsta lagi Sjóvinnu-
bankin, sum fegin kundi hugsa
sær viðskiftafólkini hjá Løn-
javningargrunninum sum við-
skiftafólk síni. Í eini roynd at
náða hesum máli hevur bankin
sent teimum brøv, sum ikki
frammanundan eru viðskiftafólk
bankans og víst á allar
"fyrimunirnar", sum Sjóvinnu-
bankin kann bjóða fram um
Girostovuna.
ONKUR AV teimum, sum
hava fingið bræv frá bankanum
undrast yvir, hvaðani bankin
hevur fingið navn teirra. Hetta
er eisini enn ein opin spur-
ningur. Bankin sigur, at Løn-
javningargrunnurin hevur latið
teimum nøvnini, men hetta av-
sannar grunnurin. Bankin kann
hava fingið fatur á nøvnunum
gjøgnum lønarlistarnar, Løn-
javningargrunnurin hevur sent
bankanum. Hetta er ikki
óhugsandi, og er tað so, er tað
beinleiðis óÓlógligt. Eftir at
Sosialurin fór at skriva um
hetta mál, fer Skrásetingar-
eftirlitið at taka spurningin upp.
HVAÐANI bankin hevur fingið
fatur á nøvnunum og hvussu
hann nýtir tey er ein spur-
ningur. Annar spurningur í
hesum máli er støda postverk-
sins um tað eydnast Sjóvinnu-
bankanum at máa stødi undan
Girodeildini. Girodeildin kundi
verið ein góður garantur fyri alt
postverkið og raksturin av
hesum. Ikki minst í hesum
døgum, nú hvassa arbeiðs-
loysissvørid hongur yvir
høvdinum á einum 90 starvs-
fólkum postverksins, og rati-
onaliserings serfrødingar grópa
Bústaður: Argjavegi 26
Telefon:
Argjum
11820 Teletax: 14720
í hvørjum króki í teirri roynd at
finna sparingar.
TAÐ ER at vóna, at leiðslan á
postverkinum og girodeildini
ikki lata seg taka av bóli, men
heldur taka dystin upp í
kappingini við "hinar" peninga-
stovnarnar. Kanska er hetta
eitt frålikt høvi til at útbyggja
girodeildina og gera tænastu
hennara enn betri, soleiðis at
hon fær enn fleiri viðskiftafólk
heldur enn at hvørva.
2
tor.-
Postadressa: Postsmogu 76
110 Tórshavn
SS
- Sy
= | 67 Á
Av
S0sigaley MD”
NN“ *
Ila fórst
tú, Bergur
„Vilhelm Johannesen
rósti teimum norður-
lendsku vælferðarsam-
feløgunum, men segði
onki um at tey eru
andsfátæk-
astu lond. við meti í
heimsins
sinnisliðingum og
nýtslu av nervaheili-
vági, orsakað av javn-
aðarpolitikki, ið setir
skipanir og ting fram-
um menniskjad«, skriv-
ar blaðstjórin á Tinga-
krossi, Bergur Jacob-
sen, í oddagrein eftir
fólkatingsvalið.
Nei, ikki er tað tann sami
Bergur, sum vit plagdu at
hoyra tala so væl og so
nógv um tann minni
menta í mongu av frálíku
prædikum sínum sum
prestur í Sandoynni. Tá
rakti prestur mangan í
plett í beinraknu og góðu
prædikunum. Tað er neyð-
ugt at draga hetta fram,
N
nú sami maðurin, í dag
bara ikki sum prestur,
men sum blaðstjóri, dreg-
ur júst somu viðurskifti
fram, sum hann gjerdi tað
á prædikustólinum á sinni
nú brádliga í nýggjari
útlegging. Í
Tey, sum hava havt
hevi at hoyra sama Berg
prædika í Sandoynni,
minnast, hvussu hann við
sínum vælvaldu og rám-
andi orðum vardi tann
minni menta mannin móti
teimum múgvandi,
hvussu hann vísti á órætt-
vísi í samfelagnum og
hvussu stóran týdning
hann legði í júst hetta: at
geva ellum eins góðar um-
stødur at virka undir sum
menniskju.
liga fingið annað ljóð.
Helst má tað vera tí, at
hann nú er vorðin meira
politiskt engageraður sum
sjálvstýrismaður. Ahugin
fyri tí minni menta tykist
brádliga útskiftur við ein-
um næstan fanatiskum á-
huga fyri sjálvstýris-
politikarum, sum vóru teir
tað einasta sáliggerandi
her á jørd. Nú verða góðu
ris
1 að
Nú hevur pípan brád- -
gávurnar at skriva og tala
brúktar (mis) til at tæna tí
stersta her á jerð, sjálv-
stýrisflokkinum og hans-
ara stuðlum. Vendingar
sum »verbalu gullklump-
arnir hjá sjålvstyrisfolki«
hava avloyst tey fyrr so
vælmæltu ordini um soli-
daritet og javnrættindi.
Men ikki nokk við ti. Sum
partapolitiskt áhugaður
hevur sami maður valt at
geva júst teimum, sum
hava barst fyri at verja
tey minni mentu, nevni-
liga javnaðarflokkunum í
Norðurlondum, skyldina
fyri alt ilt og ónt. Jú,
sanniliga má ásannast
orðatakið, at mangt broyt-
ist á mansins ævi.
Bergur má rokna við at
fáa svar uppá tiltalu, tá
hann á slíkan niðurger-
andi hátt leggur javnaðar-
flokkarnar í Norðurlond-
um undir næstan reinan
heiðinskap og at eiga á-
byrgdina av, at hesi lond
hava met í sinnislíðingum
og nýtslu av nervaheili-
vági. Javnaðarflokkarnir
seta skipanir og ting fram
um menniskju, sigur sami
Bergur Jacobsen í Tinga-
krossi
Ja, ein kundi havt hug
til at spurt, hvat hann bill-
ar sær inn. Tað eru nett-
upp javnaðarflokkarnir í
Norðurlondum, sum hava
roynt at livað upp til nek-
ur av teimum mergjaðu
orðum, sum vit fyrr
plagdu at hoyra Berg tosa
um so hjartaliga og inni-
liga í sínum prædikum.
Nettupp orð um næstra-
kærleika, um solidaritet,
um at skapa umsteður
fyri teimum fátæku eins
og teimum múgvandi, at
gera sjúkum og brekaðum
liviligar umsteður osfr.
Nú eiga javnaðarflokkar
sjálvandi ikki alla æruna
fyri norðurlensku væl-
ferdarsamfeløgunum, men
teir eiga ein stóran part av
henni. Tá mugu teir so
eisini taka ábyrgdina av
teimum óhepnu avleiðing-
unum, sum eitt og hvert
vælferðarsamfelag hevur
við sær.
Og sjálvandi hava norð-
urlond eisini stórar menn-
iskjansligar trupulleikar í
kjalarverrinum á vælferð-
ini. Men vit eiga ikki at
gloyma, hvussu statt
hevði verið hjá nógvum
menniskjum, um ikki júst
javnaðarhugsjónin lá sum
grund fyri stórum parti av
útviklinginum. Nettupp
tað hevur gjert, at tey
minni mentu, sjúku og fá-
tæku ikki eru dottin niður
ímillum. Tað beinharða,
kalda og fullkomiliga
ótálmaða kapitalistiska
systemið (onkur kallar tað
liberalistiska) hevur ikki
fingið fullkomiliga fríar
teymar í Norðurlondum,
og tí kunnu vit takka
javnaðarflokkunum fyri.
Uttan ta neyðugu stýring-
ina og tann sosiala trygd-
arnetspolitikkin, sum júst
javnaðarflokkarnir standa
fyri, hevði steðan verið ein
heilt onnur.
Grundsjónarmiðið um
solidaritet, um at ell skulu
kunna njóta burtur av
samfelagsins rikidømi við
at hava atgongd til ut-
bugving, til ókeypis
sjúkrarekt o.a, hevur
verið og er partur av poli-
tikkinum hjá javnaðar-
flokkunum.
Ein politikkur, sum júst
hevur havt sum hevuðs-
innihald at seta tað ein-
staka menniskjað í cen-
trum, nevniliga at geva tí
eins góðar umsteður at
virka undir sum øll onnur,
uttan mun til kyn, trúgv
ella sosialt stødi.
Tá nú Bergur Jacobsen
kortini skrivar, at somu
flokkar seta skipanir og
ting fram um menniskjað,
so sigur hann ósatt. Og
hann veit eisini betur.
Spell er tað, at hesin frá-
líki presturin og manna-
kennarin skuldi fella so
djúpt niður í tað ávísa po-
litiska díkið, ið er eyðkent
av bara at hava vanvirð-
ing fyri tí onnur gera og
standa fyri, og í staðin
bara seta seg og síni í
fokus.
»Verbalu gullklumpar-
nir hjå sjålvstyrisflokkin-
um i Norðurlandahúsinum
til fólkatingsvalið<. Hetta
er yvirpositiva skoðsmál-
ið hesin nú so ídni sjálv-
stýrismaðurin hevur til
tann einasta av ollum po-
litiskum flokkum í heimin-
um, sum nyttar nakað og
vil nakað, nevniliga sjálv-
stýrisflokkin. Ótrúligt og
spell, at hugaheimurin hjá
hesum fyrr so væltalandi
og beinrakna prædiku-
manninum skal vera vorð-
in so innskrumpaður — so
hamskiftur. Evni hansara
vóru betri nýtt og komu
Feroya fólki betri við á ell-
um eðrum steðum enn
sum blaðstjóri á partiblad-
num hjá Lassa Klein &
Co.
Sosialurin
i
|
4