Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 *;:AindahlaðÁ 910760101770)1, 70110 Sosialurin Á Biligari enn bíligt Ferð til Íslands og heimaftur, gista tríggjar nætur á hotelli við morgunmati, atgongumerki til rokk-operu og dógurða. Alt fyri góðar tvey túsunn krónur. Hetta er eitt av tilboðunum hjá Icelandair Líuð ferðafólk er við Ice- landair á rutuni millum Før- oyar og Island. Summar dagar so fá við flogfarinum, at tey kunnu teljast á einari hond. Tí er tað undran- arvert, at Icelandair ikki fyri langari tíð síðan er givið við at flúgva til Føroya. Men eingin ætlan er um at gevast við Fgroyaflúgving- ini, sigur Emil Guðmunds- arint on, stjóri fyri flúgvingini hjá Icelandair Norður- londum 30 er ferðafólkatalið á rutum til Føroya og úr Føroyum minkað seinastu Høvudsorsøkin er tann búskaparliga vánaliga stødan i Føroyum, nú væl færri eisini flúgva millum Føroyar og Danmark. Ice- landair merkti tað eisini væl, tá Heilbrigdið á Vel- bastað fór at taka alkohol- ikarar og aðrar rúsevnis- misnýtarar í eftirviðgerð, tí harvið stilnadi streymurin úr Føroyum við fólki, sum Skulu hava viðgerð í Íslandi. Sjálvt um tað eru ringar tíðir í Føroyum, so hevur Icelandair framvegis vónir um, at tað ber til at fáa fleiri fólk at flúgva á rutuni mill- um Føroyar og Ísland. FLEIRI TILBOÐ Í royndini at fáa fleiri fólk at flúgva hevur Icelandair ti nøkur bílig tilboð. Og tey mugu sigast at vera bíligari enn bílig. Rokkur að himnum er ikki bara rokkur. Tað er eisini ein sóga um eina gentu og ein drong og teirra kær- leika. Tá drongurin doyr tekur gentan sál hansara við sær til himnaportrið at vera millum Elvis Prestley, Buddy Holly, Roy Orbison og onnur Ferðafólkini í íslendsflog- farinum kundu vanliga teljast á einari hond hesa árstíðina. Um summarið er frægari. Tænastan umborð er avbera góð Eitt av hesum tilboðum er at fara vikuskiftistúr ul Reykjavíkar úr Føroyum. Farið verður úr Føroyum leygardag og heimaftur týs- dag. Ferðafólkini gista á Hótel Loftleiðum ella Hótel Esju, sum Icelandair eigur bæði. Leygarkvøld er rokk- operan "Rokk að himnum" á Hótel Island, 10 er størsta diskotek í Europa, afturvið frålikum dógurða. Ferð aft- ur og fram, vistarhald og undirhald bert 2215 krónur, alt íroknað. (Bara atgongu- merkið til "Rokk að himn- um” er 270 føroyskar krón- ur vert). Tilboðið verður galdandi fram til 1. apríl. TILBOÐ TIL SJUK BØRN Eitt annað úlboð hjá Icelandair vendir sær til før- oysk børn við sjúkuni pso- reasis ella øðrum húðar- sjúkum at koma til Íslands at fáa sær heilsubót við heitu keldurnar. Børn undir tólv ár rinda 1010 krónur fyri ferðaseðilin aftur og fram, stórri børn 1220 krónur. Hetta ulboðið verður fram ul 1. mai. Í nýggja árinum verður roynd ein skipan við at bjóða fólki at flúgva millum Føroyar, Ísland og Danmark við einum serligum ferða- seðli, og fólk avgera sjálv, hvørjum landi ferðin byrjar. Hesin ferðaseðilin kostar 4130 krónur. Men Icelandair ætlar ikki bara at fáa føroyingar at koma yvir ul Islands. Is- lendingar fáa eisini tilboð um at koma til Føroya bil- iga. Í samstarvi Tora Tourist verður næsta summ ar skipað fyri vikuskiftis- ferðum úr Reykjavík til Føroya. Tey vitjandi verða koyrd av flogvøllinum m.a. ul Kirkjubøar og ul Gjáar, gista å Hotel Hafnia og Hotel Borg, og leygar kvøldid kunnu tey fara á Maxim, sum avtalaer fingin Eisini kunnu íslendingar gera dagsferð ul Føroya. Teykomahigartíðliga leyg armorgun og fara heimaftur leygarkvøld. Tey fara við bussi ul Havnar, við Dúgv- uni inn å Toftir, siggja ein part av Eysturoynni og síggja og hoyra um Risan og Kellingina, skuldu toga Feroyarvið særtil Islands. I heyst vórðu vid sum á Sinni triggjar royndarterðir gjørdar av hesum slagnum, allar væleydnaðar. TIL USA EFTIR EINUM DEGI Icelandair flýgur til nógv lond, og tí ber eisini ul hjá føroyingum at fara víðari enn til Ísland við flog- felagnum. I Føroyrum selur Ice- landair serligar ferdir ur Føroyum til USA. Hetta eru sera biligar ferðir. Ein ferð til New York og heimaftur kostar 3810 krónur, og sami er kostnaðurin til Wash- ington. Til Flordia og heim- aftur slepst fyri 4310 krón- ur. T.v.s. fyri somu pengar, sum ferðin aftur og fram millum Føroyar og Dan- mark kostar. IKKI TRYGGJAÐ MOTI OVEDRI Eitt mugu fólk, sum ætla sær við hesar bíligu ferðir gera sær greitt: Verður flog- farið seinkað orsakað av illveðri, tekur Icelandair sær ikki av teimum, á sama hátt sum tå føroyingar liggja veðurfastir í Danmark. Skalt tú gista eina átt ella fleiri aftrat í Íslandi, ti floglíkindi ikki eru, mugu fólk gjalda sjálv. Nøkur kreditikort hava trygging, ið tekur við í slíkum fórum, og tað ber til at tekna serliga ferðatrygging mót EISINI seinkingum