fríggjadagur 11. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri: ÞTórfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
- FÅ =
Oljan og vónin
VIT skulu leita mong ár aftur í
tíðina at finna so ringa støðu,
sum samfelag okkara nú er í.
Møguliga hevur tað ongantíð
staðið so illa til í heila tikið.
Og tá vit frætta, at tað er sum
við ísfjallinum, at bara ein lítil
partur av tí sæst, so fer tað
kalt niður eftir rygginum.
HVONN dag hoyra vit um
nýggjar uppsagnir, um virki
og handlar, enntá kommunur,
sum lata aftur. Fólk, sum
hava havt trygt arbeiði í
mong, mong ár, standa brád-
liga úti á gøtuni — og tað,
sum verri er — tey hava einki
at síggja fram til, útlitið er
nevniliga enn daprari enn
stødan í dag, vilja menn vera
við.
TAÐ verður verri enn. Hetta
er tað vit hoyra og hetta var
eisini eitt tað seinasta, sum
ein av okkara fremstu politik-
arum og eisini fyrrverandi
løgmaður segði á einum polit-
iskum fundi í Klaksvík, stutt
áðrenn hann takkaði fyri seg
og tók seg heilt úr politikki.
Mangt bendir á, at hansara
spádómur er við at ganga út,
men at vit enn bert eru í byrj-
anini av hesum útviklingi, so
logið tað nú kann ljóða.
EITT er so tað, at handils- og
tænastufyritøkur ikki klára
seg, nú fólk hava minni av
pengum, og innflutningurin
heilt er steðgaður upp. Verri
er tað tå ein vinnulivsfyritøka
fyri og onnur eftir verda
noyddar at lata aftur ella siga
einum stórum parti av fólkin-
um upp. Tað seinasta vit hava
hoyrt er, at Havsbrún í Fugla-
firði, sum annars skuldi verið
eitt »solidt« virki, hevur
skeiðað út ikki færri enn 17
fólk. Verður hetta gongdin
framyvir, eru so sanniliga
bara myrk skýggj at hóma.
NÚ ikki ov bjartskygdir, vil
onkur so siga. Tað er rætt, at
vit kunnu gera ilt verri við
bara at draga neyðina fram.
Men vit mugu eisini vera real-
istisk og gera okkum greitt,
hvønn veg tað ber. Onkur
brúkar máliskuna, at tað ber
móti avgrundini, onkur annar,
at samfelagið fer á húsagang
Blaðfólk: Randi Jacobsen -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Prent
Utgevari P/t Sosiaturin
Uppseting: P/f Søsiaturin
Pift Pressan 1981
og onkur tridi, at vit skjótt
koma undir fremmanda ad-
ministratión. Jú, mong eru
orðini og vendingarnar, sum
kunnu brúkast um støðuna í
Føroyum í dag, spurningurin
er so bara, hvgrji teirra eru
best dekkandi.
HVAT enn vit meina um or-
søkina til hesa syndarligu
stóðu, so eiga vit øll at taka í
egnan barm. Vit hava øll
brúkt ov nógv. Vit mugu til at
leggja vanar og líushátt um
onkursvegna. Tað kann vera
so nógv. Men tað mest synd-
arliga eru niðurfiskaðu stovn-
arnir og vaksandi arbeiðs-
loysið. Hetta eru teir spurn-
ingar, sum okkara politikarar
mugu til at geva fyrsta priori-
tet, nú nýtt landsstýri skal
skipast og fara til arbeiðis.
HVUSSU minka vit um skað-
arnar, og hvussu kunnu vit
aftur geva fólki vónina um, at
tað er framtíð í at búgva í hes-
um landi! Onkur heldur, at ein
komandi oljuvinna er einasta
bjargingin. Torført er at hava
nakra meining um tad, ti her
eru so nógvir ósvaraðir
part! Vit hava enn einki
Bústaður: Argjavegi 26
Telefon:
Postadressa: Postsmogu 76
Argjum
11820
110 Térshavn
Telefax: 14720
spurningar: hvør skal hava
rættin til undirgrundina og
um olja í heila tikið finst.
MEN kanska hetta landsstýr-
ið átti at sett skjøtil á beinan-
vegin við at skundað undir at
útbúgva føroyingar í hesi
vinnu og síðani at funnið út
av, um olja er í okkara undir-
grund. Vit siga ikki, at ein
oljuvinna fer at gera okkum
lukkuligari, men vit hava í
hvussu er ta ábyrgd mótvegis
tí uppvaksandi ættarliðnum
at geva teimum onkra vón:
kanska spurningurin um olj-
una og undirgrundina kundi
verið við til at givið fólki vón-
ina aftur. Men vegurin er
langur, so tað er bara at fara í
gongd. Latið okkum so fáa
eitt breitt og alment kjak um
henda spurningin, sum so aft-
ur kundi verið grundarlagið
undir einum komandi undir-
grundar- og oljupolitikki.
Setid hol å nu! Vit hava
hvorki ráð ella rætt til at bíða.
halda fram at spæla somu
ME sosigaley MD
EÐ MÓÐ =
SS“
AS F
Hvat vid eitt
sindur av
sjålvrannsakan
»Bådir flokkarnir siga
seg vera fyri sjalvstyri,
men eru sambands-
flokkar. ..< skrivar
14. September í for-
síðugrein | mikudagin
og sipar til javnaðar-
flokkin.
Hóast formaður tjóðveld-
isfloksins í Norðurlanda-
húsinum fólkatingsval-
kveldið lovaði, at nú
skuldu teir taka annað
skinn um bak á floksmál-
gagninum, so er lítið og
einki, sum bendir á, at so
verður. Aftur og aftur
síggja vit nú somu endur-
tekurnar í tjóðveldismál-
gagninum, sum vit hava
sæð í tvey ár.
Hóast vit eru farin inn í
eitt nýtt ár, og tað gongur
móti ljósari tíð, so er
monomani plátuvendarin
á blaðskútu tjóðveldis-
floksins einki broyttur.
Hann situr enn í belaniðu
og sær ikki fram um nes-
ina, tó so vandur er hann í
at venda somu plátu, at
hetta megnar hann
kortini.
Allir hinir eru sam-
bandsflokkar, allir lúgva
og allir lumpa. Allir hugsa
teir um seg og síni
Bara vit tjóðveldismenn
hava eina grundfesta
meining, bara vit gera tað
vit siga, bara vit meina
nakað við sjálvstýri, við
at vera móti EF-lima-
skapi, at vilja loysa undir-
grundarmálið osfr. osfr.
Oraklið í 14. September
átti heldur at lært av for-
tíðini og tikið í egnan
barm. Var tíðin ikki betur
brúkt at sópa fyri egnum
durum, nú hetta er so
harðliga tiltrongt í tykk-
soleiðis
sum formaðurin jú eisini
hevur úttrykt tað í blað-
num!
ara egna flokki,
Ein skuldi trúð, at blað-
stjórin á 14. September
hevði lært okkurt av
ósigrunum hjá flokki
hansara, og at han tí
brúkti orku sína til sjálv-
rannsakan heldur enn til
at halda fram í somu rillu,
sum hann nú hevur gjert
tað í samfull tvey ár.
Heldur tú at henda frelsta
endurteku-skrivingin
tænir tjóðveldisfloksins
framtíð, so mást tú trúgva
umaftur. Eingin hevur
verið so grovur móti javn-
aðarflokkinum og -fólki,
síðani valið í 1988 sum
júst blaðstjórin á 14. Sep-
tember. Eingin hevur sum
hann aftur og aftur verið
forkeypari fyri tí linju,
sum skuldi vísa seg at
vera flokkinum til óbóta-
ligan skaða. Nevniliga eini
eirindaleysari herferð
móti javnaðarflokkinum,
sum eisini resulteraði í, at
javnaðarflokkurin = fekk
sparkið frá tjóðveldinum í
1988.
Vit hava her í blaðnum
ongantíð verið bangnir
fyri at vísa á tey mongu
mál, sum javnaðarflokkur-
in og tjóðveldisflokkurin
verja og standa fyri. Vit
hava víst á, at hesir flokk-
arnir hava verið besta bol-
verkið móti tí víðgongda
høgra. Men hvat annað
enn ókvæmisorð og eitt
spark í andlitið hevur
flokkurin fingið afturfyri
frá framstandandi tjóð-
veldismonnum við sjálv-
um blaðstjóranum á 14.
September á odda!
Tit hava ilt av eini sam-
gongu millum javnaðar-
flokkin og fólkaflokkin.
Sóu tit heldur eina sam-
gongu millum javnaðar-
flokkin og sambandið!
Ella kundu tit hugsað
tykkum at sloppið upp í
sæð ella hoyrt frá tjóð-
veldismonnum, um at teir
hava verið fúsir til at fara
í samgongu við javnaðar-
flokkinum. Og tá vit av
royndum vita, hvussu
stórt haturið hjá ávísum
tjóðveldisfólkum er móti
javnaðarflokkinum (byrj-
aði eftir valið í 1988), so er
tað kanska heldur ikki so
ringt at ímynda sær, at
tjóðveldisflokkurin = eins
lítið og hann vildi tað í
1988, ynskir at fara í sam-
gongu við javnaðarflokkin
bara tvey ár seinni!
Tit koma onga leið við
haturi og evund. Vit hava
brúk fyri politikarum,
sum leggja persónligt
hatur til viks, og tað hev-
ur tjóðveldisflokkurin so
sanniliga eisini. Um tit
halda, at álopskendu og
hatsku greinarnar hjá eitt
nú Hergeiri Nielsen í tjóð-
veldismálgagninum móti
javnaðarflokkinum nú í
skjótt fleiri ár eru flokkin-
um og tjóðveldissekini til
gagns, so mugu tit trúgva
umaftur.
Og tað ger tað ikki
betri, at málgagnið hjá
flokkinum hevur valt at
plátu, sum er við at gerast
ein fornaldarleivd. Tjóð-
veldisflokkurin og blað
hansara hava vitturliga
brúk fyri eini »andlits-
løftning« — eini sjålvrann-
sakan — skal flokkurin
fáa nakra ávirkan í for-
oyskum politikki, áðrenn
vit fara inn í næstu eld.
Hetta verður sagt sum
eitt vinarráð. Eingin —
heldur ikki javnaðarflokk-
urin — eigur at frøast yvir
lemjandi tap tjóðveldis-
floksins til tvey val. Men
eru tjóðveldismenn so
primitivir og stuttskygd-
ir, at teir heldur enn at
brúka orkuna til sjálv-
rannsakan, brúka hana til
at venda somu plátu dag
eftir dag, mánaða eftir
mánaða, ár eftir ár, um at
allir hinir eru sambands-
flokkar, lygnarar osfr., so
vælgagnist tykkum. Við
at halda fram við hesi
primitivu og innantómu
agitatiónini = renna tit
tykkum sjálvar út av egg-
ini. Eingin annar nýtist at
hjálpa tykkum. Tit klára
tað sjálvir — og blaðstjór-
in á 14.anda vísir leiðina
— framhaldandi!