Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A AN Nr. 7 — 11. januar 1991 Sida 3 Nú í januar mánaði varð arbeiðið vid at byggja uppí Hoyvíkar skúla tikid uppaftur. Mynd: Kalmar Tvifalda skúlan Summarið 1992 verður arbeiðið liðugt at byggja uppí Hoyvíkar skúla, sum tá fer at hava tvær ferðir so nógvar skúlastovur sum nú Upprunaliga var ætlanin, at tað skuldi vera liðugt at byggja uppí Hoyvíkar skúl- a, tá komandi skúlaár byr- jaði. Farið varð í gongd, og tað fyrsta varð at umbyggja ein part av gamla skúlanum til bókasavn. Men í summar gav Tórshavnar býráð boð um at steðga arbeiðinum, tí eingin játtan var komin úr landsstýrinum. Játtanin kom nakað seinni, men hetta gjørdi, at arbeiðið lá stilt í eitt hálvt ár. Beint eftir nýggjár varð arbeiðið tikið uppaftur. Nú eru teir viðat spreingja og gera jórðarbeiðið. Um mán- aðarskiftið verður farið at stoypa. Arbeiðið verður lið- ugt í juni mánað 1992. Ikki hevði borið til at fingið skúl- an lidnan til komandi skúla- år, av tí at teir ikki sluppu til verka fyrr enn nú. Nakað fyrr enn í juni 1992 kundi arbeiðið verið liðugt, men byggiharrin, tv.s. Tórs- havnar byråd, hevur bidid um at draga arbeiðið eitt sindur út, sigur Tummas Sørensen, stjóri i P/F Byggi- tek, sum stendur fyri øllum arbeiðinum. Byggitek hev- ur eisini projekterað skúla- byggingina. Skúlin verður næstan tvær ferðir so stórur, tá bygt er uppí hann. Verandi skúli er bara ein hædd, men í nýggja bygninginum verður ein partur í trimum hæddum. Undir hinum partinum verður lítil kjallari, og har verður smíðstova, gomslu- rúm og onnur rúm Í erva verða seks skúla- stovur og tvær barnagarðs- stovur. Nýggjar lærarastov- ur skulu eisini gerast. A hesi hæddini verður harnæst eitt stórt sonevnt samstarvshøli, ætlað til felags tiltók. Við síðuna av verða tvær ser- stovur. Ovast verða fleiri serstov- ur umframt heilsustovu og skrivstovu. Í gamla skúlanum skal nakað umbyggjast aftrat, men tað fer at bíða, til nýggi skúlin er liðugur og tikin í nýtslu. Tummas Sørensen sigur, at arbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tað minst møguligt nervar skúlagongdina. KANN GERAST SO BILIGT Tilboðið hjá Byggitek upp á arbeiðið er góðar 11 mió. krónur. Tá er alt íroknað, | uttan innbúgv til skúlan. 11 mió. krónur er væl minni enn upprunaliga mett, at arbeiðið fór at kosta. Tað er ikki at undirbjóða, men tað bar til at finna ein máta at gera arbeiðið fyri tann kostnaðin, sigur Tummas Sørensen, sum ikki ivast í, at kostnaðarætlanin fer at halda. Fyri Hoyvíkina er tað í tøkum tíma, skúlin verður útbygdur. Barnatalið í økinum er nógv vaksið seinastu árini, og frá komandi ári verður skúlin tvey-sporaður. Næsta skúlaár verða sostatt tveir fyrstu flokkar. Tá skúlin er útbygdur verða tvær ferðir so nógvar skúlastovur sum nú. randi Et FF 7 HF FÅ — pr 16. i mr H Cid er el SE ea } ae nå C NÝGGJUR BYGGNINGUR > $VERANDI BYGNINGJER Soleiðis fer skúlin at síggja út oman móti Vegnum langa. Gamli bygningurin er uttast til høgru, eystast. Vestanfyri skal einaferð gerast eitt torg, og høvudsinngongdina til skúlan verður seinni á tí síðuni Ikki høg Av ti at Tórshavnar kommuna og Føroya Kommunufelag hava staðið so fast við, at tey ikki góðtaka sáttmálan, Føroya Landsstýri gjørdi við Føroya Peda- gogfelag, hava summi Oivad fingið ta fatan, at sáumálin gevur peda- gogunum sera høga løn. Men einki skara peda- gogar í so máta framúr. Teirra løn liggur javnt við aðrar starvsbólkar við líka langari útbúgv- ing. Sjúkrasystrar læra i fýra ár, læraraútbúgv- ingin er fýra ár og før- oyska pedagogútbúgv- ingin er somuleiðis fýra ár. Tí hava vit valt at sammeta lgnina hjá pedagogunum við løn- ina hjá lærarum og sjúkrasystrum. Eftir ti gamla sátt- málanum, tí danska, sum pedagogarnir á kommunalu dagstovn- unum í Havn verða løntir eftir, er byrjan- arlønin 14.499 krónur um månadin, og enda- lønin er 15.850 krónur. Sáttmálin millum lands- stýrið og pedagogfel- agið sigur, at ein peda- gogur skal hava 15.847 krónur um mánaðin at SO løn byrja vid, og efur at hava verið i starvi í 14 ár er lónin 17.098 krónur um mánaðin. Lærararnir byrja við at fáa 15.471 krónur um mánaðin. Við 20 ára starvsaldn er lénin 20.175 krónur. Sjukrasystramar fåa 15.975 krónur um mán- aðin, tå tær byrja. Tá tær hava arbeitt i 12 ár fáa tær 17.549 krónur um mánaðin. Lærarar rinda einki eftirlønargjald, men lærarar fåa eftirløn. Pedagogar og sjúkra- systramar hava somu eftirlgnarskipan. Peda- gogarnir og sjåkrasystr- amar gjalda 4 % i eftir- lónargjaldi, arbeiðsgev- ari teirra 8 %. Henda sammeting vísir, at pedagogar, lær- arar og sjúkrasystrar byrja við at kalla somu løn. Pedagogar og sjúkrasystrar enda á leið við somu løn, meðan lærarar hava hægri lønarstiga. randi Nyklaktir pedagogar fåa å leid somu løn sum nyggir lærarar og nyggjar sjåkrasystrar