fríggjadagur 11. januar 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. januar 1991
Einki úrslit spurdist burt-
ur úr samráðingunum í
Geneve mikudagin mill-
um amerikanska uttan-
ríkisráðharran James
Baker og irakiska starvs-
bróður hansara Tareq
Aziz. Hóast fundurin
vardi í meira enn 6 tímar,
so komu partarnir ikki eitt
vet nærri eini samráðing-
arloysn á Golfkreppuni.
Aftan á fundin vóru
tveir tíðindafundir, har
teir báðir uttanríkisráð-
harrarnir hver sær
greiddu frá úrslitinum og
svaraðu spurningum frá
altjóða pressuni.
— Hetta er tann mest
syrgiliga og úrslitaleysa
diplomatiska royndin at
loysa eitt álvarsmál, sum
eg havi verið vitni til hesi
seinastu átta árini. So-
leiðis segði tíðindamaður-
in hjá amerikanska sjón-
varpsfelagnum CCN eftir
tíðindafundirnar.
Og fyri tey, sum hoyrdu
teir báðar uttanríkisráð-
harrarnar eftir fundin, var
skelkandi at hoyra,
hvussu langt partarnir í
veruleikanum standa frá
hverjum eðrum.
James Baker vísti á, at
Aziz vildi als ikki tosa um
Kuwait ella um eina
meguliga afturtøku. Hann
vildi heldur ikki taka í-
móti einum brævi frá
Bush forseta til Saddam
Hussein, tí honum dámdi
ikki orðalagið í tí. Baker
greiddi frá, at hann hevði
fingið at vitað frá Aziz, at
tað var fyri at verja seg
móti einum komandi álopi
frá kuwaitisku hermegini,
at Irak gjørdi innrás i Ku-
wait. Baker visti á, at
USA å ongan hått vildi
ganga vid til at tengja
spurningin um palestinar
og Israel upp i irakisku
hertøkuna av Kuwait. Tad
er eina og aleina ein spurn-
ingur um at Irak skal
eftirlika vidtøkunum hjå
ST um treytaleysa aftur-
tøku úr Kuwait.
Hann vísti á, at Saddam
Hussein alla tíðina hevði
mett steðuna í Golfinum
og í vesturheiminum
skeivt. Alla tíðina hevði
hann mett avleiðingarnar
skeivt og tað gjørdi hann
eisini nú, um hann heldur
hann kann koma væl frá
einum kríggi.
Aziz var hverki at
høgga ella stinga í, tá tíð-
indamenn aftur og aftur
spurdu hann, hvenn rætt
Irak hevði at leggja
Kuwait undir seg. Hann
vísti spurningunum aftur
og segði, at teir vóru
hypotetiskir, óveruligir.
Hann tók ongantíð orðið
Kuwait upp á tungu. Har-
afturímóti brukti hann
alla tíðina til at greiða frá
veruligu trupulleikunum í
Miðeystri, ísraelsku við-
ferðina av palestinum,
sum hann málbar seg.
Aziz helt fyri, at tað ber
ikki til at tosa um ein-
stakar spurningar og úti-
loka spurningin um fram-
tíðina hjá palestinum.
Hann vísti á, at ameri-
kanarar ongantíð hava
sett Ísrael krev um at
virða rættindini hjá pale-
stinarum. Hóast fleiri al-
tjóða samtyktir hava for-
dømt ísraelsku hertøkuna
av Vestara Åarbakka og
Gaza, so hava amerikanar-
ar ikki latið við seg koma.
Tverturímóti hava teir
stuðlað israelum bæði
hernaðarliga og fíggjar-
liga. Hann segði, at tað er
eitt ófrávíkiligt krav, at
ein friðarráðstevna verður
hildin um allar spurning-
arnar í Miðeystri og tá
serliga palestinaspurning-
in.
Aziz segði at Irak er til
reiðar at verja seg í einum
komandi kríggi og uppá
spurningin, um Irak fer at
leypa å Israel, um kriggj
brestur á i Miðeystri,
svaraði hann avgjert ja.
Bush ikki til at vika
Seint mikukveldið hevði
amerikanski forsetin tíð-
indafund í Hvítu Húsun-
um. Hann harmaðist úr-
slitið av fundinum í
Geneve, men vónaði kort-
ini ikki, at allir megu-
leikar vóru úttemdir.
Hann segði seg stuðla ætl-
anini hjá ST-aðalskrivar-
anum at fara til Bagdad
sum eina seinastu roynd
at forða fyri einum kríggi.
George Bush endurtók
úttalilsini = hjá James
Baker, um at tað kundi
ikki koma upp á tal at
slaka fyri irakiska kravin-
um um at tengja pale-
stinaspurningin upp í her-
tøkuna av Kuwait. Irak
skal rætta seg eftir sam-
tyktini hjå ST um at taka
seg úr Kuwait. Hetta hev-
ur als einki við palestina-
spurningin at gera, segði
amerikanski forsetin.
Hann legði herðslu á, at
tað kann ikki koma upp á
tal at ganga einum
»agressor« sum Saddam
Hussein å møti. Madurin
hevur stolið landið frå
kuwaitbúgvum og hevur
dripið og myrt í túsunda-
tali av ósekum fólkum.
Slíkum manni kunnu vit
ikki slaka fyri, segði Bush
m.a.
Allur heimurin ber nú
ótta fyri einum lemjandi
og blóðugum kríggi í Mið-
eystri. Nú Irak og USA
ikki fara aftur til sam-
ráðingarborðið bera eyg-
leiðarar ótta fyri at vit fáa
eitt kríggj, men kortini
eru tað teir, sum enn eru
bjartskygdir og trúgva, at
ein loysn fæst í seinastu
letu.
Tað verður hildið, at
Saddam Hussein heldur
ynskir at gera eina megu-
liga avtalu við eitt triðja
land fyri harvið ikki at
skula vísa, at hann kapitu-
lerar yvirfyri USA. Hetta
er tó enn bert ynskidreym-
ur. Eygleiðarar vóna, at
okkurt fer at spyrjast
burtur úr fundinum leyg-
ardagin millum Saddam
Hussein og ST-aðalskriv-
aran. Men eisini her eru
orsøkir til at vera svart-
skygd. Ti ST-aðalskrivar-
in er bundin å hond og føt
av teimum samtyktum,
sum ST hevur gjørt i mål-
inum, m.a. at Irak treyta-
leyst skal taka seg úr Ku-
Ikki síðani seinra heimsbardaga hevur heimurin verið í
so álvarsligari kreppu - nú er upp til irakiska forsetan
Saddam Hussein, um kríggj verður í Golfinum. Fimm
dagar eru eftir, til freistin ST hevur sett fyri irakiskari
afturtóku úr Kuwait, er úti
wait.
Frakland sum
meklari!
Síðani er ein glotti eftir og
kanska tann stersti. Tað
eru royndirnar hjá eitt nú
Fraklandi og Algeria at
vera meklarar. Serliga
Frakland skuldi havt
góðar meguleikar at fingið
glid á, tí landið hevur øll
hesi seinastu árini verið
ein av forsprákarunum
fyri eini friðarráðstevnu
um Miðeystur. Frakland
skal hava eitt uppskot
klárt, sum m.a. sigur, at
skipast skal fyri eini slík-
ari friðarráðstevnu. Frak-
lendingar vilja eisini í
fleiri spurningum ganga
irakum á meti.
Nú eru so bert fimm
dagar eftir til freistin hjá
ST er úti. Irak skal áðrenn
15. januar hava tikið seg
úr Kuwait. Men einki er,
sum bendir á tað í letuni.
Nú er upp til irakiska leið- 1
aran, um tað verður kríggj
ella ikki. Hóast útlitið fyri
friði er vánaligt, so vónar
heimurin allur, at samráð-
ingarroyndin hjá ST-aðal-
skrivaranum fer at geva
úrslit so ella so. Um ikki,
so stendur enn meguleikin
opin hjá londum sum
Fraklandi og Algeria at
royna seg sum semings-
menn.
Summir eygleiðarar
vilja vera við, at Saddam
Hussein í síðstu letu fer at
slaka ella ganga við til
eina ella aðra loysn, sum
forðar einum kríggi. Og
tað ringasta, hann kann *
gera fyri at skaða ameri- ;
kanarar er at trumfa eina ;
loysn :
igjøgnum, har hann skjýt-
sokallaða hálva
ur upp at taka herdeildir
sínar úr Kuwait so við og
við, uttan at teir sam-
eindu hava nakra veruliga
trygd fyri, at hetta ber í
sær eina fullkomna aftur-
teku. Tað stendur eisini
púra greitt, at irakiski
forsetin fer ikki at lata seg
eyðmýkja av amerikanar-
um — tá fer hann heldur
at lata onkran triðja per-
són seta hol á málið. Men
enn bendir so einki á, at
Irak er sinnað at geva seg
so mikið sum ein tumma.
Tverturímóti bendir alt á,
at irakar als ikki ætla sær
úr aftur Kuwait. Teir
meta landið sum ein
landspart í Irak.
Jan Miller skriver
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag—friggjadag kl. 3.00—
= Telefonir: 182 22 og 182 88
Várframsýngin n
Vårframsyningin '91 verður í Listaskåk
anum í døgunum 8.-24. mars. Framsýn:
ingin er almenn og tilmeldingarbloð té
ast við at venda sær til nevndina- #8.
18293, 28071 ella 11866. Freistin at fø
myndir inn er leygardagin 23. febru
10-14 í
Listaskálanum. Tilmeldi
blaðið eigur at verða latið inn samst
is. Ein sensurnevnd:tilskilar sær ræ
at:velja burtur úr ifikomnu listave
Kamarttil leig
Kamar vid egnumfkøki og atgon
wc og bað til leigu.
TIf. 17527
ab, 0451 JU tj Á
ze rom F:
= i
*