fríggjadagur 11. januar 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Arbeitt verður fyri, at fiskiídnaðurin
og ídnaður annars ikki rindar hægri
orkuprís enn teir, føroyingar kappast
við á heimsmarknaðinum. Eisini verður
mælt til, at gjøld á útflutningsvinnuni
verða lækkað/avtikin, so studningstørv-
urin minkar.
Alilóggávan verður lagað tøknfrødiligu
og umhvørvisligu umstødunum.
Loyvistreytir verda endurskodadar og
tillagadar so hvørt, sum vitanin økist,
og møguleikarnir broytast vidvikjandi
skiftisøkjum, dýpi, fóðurnýtslu,
árligari framleiðslu osfrv. Møguleikar
fyri fiskaaling á enn ikki nyttum økjum
út móti havi, eitt nú í Vestmannasundi,
á Viðvík og aðrastaðni, verða kannaðir.
Útflutningslóggávan verður endurskoð-
að.
Arbeitt verður fyri, at fóður 0.0.
útgerð verður framleidd í landinum.
Fráboðanarskylda alaranna um nýtslu av
heilivågi 0.9. verður skerpað.
Kynsbótararbeiðið verður ment og út-
bygt.
Fiskalæknatænastan verður endurskoðað,
møguliga meir lík aðrari læknatænastu.
Spurningurin um trygging av alibrúkum
út móti havi verður tíkin upp.
Havaling hevði økt framleiðsluna, sum
úlsvarandi stórri fígging má finnast
til.
5. Landbúnaður
Í almennum landbúnaðarpolitikki
verður í samráð við vinnuna sett upp
endamál um, í hvussu stóran mun vit
skulu/kunnu verða sjálvbjargin við
búnaðarvgrum, og hvussu skjótt vit
skulu náa hesum málsetningi.
Lógir um Jarðargrunn og jarðarbrúk
verða endurskoðaðar við tí fyri eyga at
økja virksemið á ávísum økjum.
6. Onnur vinnulivsmål
Ídnaðinum og aðrari vinnu verður
útvegað best møguliga ráðgeving og
stuðul við denti á nýskapan, og stud-
ningur bert veittur til iløgur og/ella
menningararbeiði.
Roynt verður at gera føroyskan ídnað
kappingarføran undir nýggjum altjóða
kappingarreglum.
Skipasmíð verður at menna, verandi
stuðulslóg endurskoðað ul tess at gera
skipasmiðjurnar meir kappingarførar, so
vit klára at byggja okkara egnu skip og
skip til útflutnings.
Stovnan av såttmålavedhaldsgrunni å
privatum grundarlagi vid avmarkadari
almennari luttøku verdur kannad.
Skipasmidjur og byggiharrar bera kost-
nadin av såttmålastovninum.
Møgulig komandi oljuvinna verdur
fyrireikað.
Settur verður á stovn fíggingargrunnur
fyri at menna virksemið á útoyggjunum.
7, Orkumál
Kannað verður, í hvønn mun varandi
orkukeldur kunnu verða útbygdar, og
almenn luttøka er neyðug.
Orkusparandi politikkur, við denti á
minni orkunýtslu á sjógvi og landi,
verður rikin.
Orkuráðið fær umstødur at virka og
ráðgeva myndugleikunum í víðari
útbygging av náttúrligum orkukeldum.
Tryggjað verður gott samstarv millum
landstýrið og SEV.
na- ilsymå
Endamålid vid almanna- og heilsupoli-
tikkinum er at varðveita vælferðar-
samfelagið soleiðis, at øllum borgarum
verður tryggjað sømilig livikor uttan
mun til aldur ella førleika.
Endurbúgvingin verður skipað, so
brekað og møguleikaskerd fáa best
møguligt gagn burturúr. Brekað fólk
eiga framíhjárætt til arbeiði hjá tí
almenna, um tey annars lúka fakligu
fortreytirnar.
Ellis- og rgktarheim, smærri vistar- og
umlættingarheim verða bygd sambært
raðfesting fyri almennar útbyggingar.
Nýggj ætlan fyri hetta gkið verður
gjørd.
Virkað verður fyri, at gomul kunnu
búgva heima, so leingi tey sjálvi ynskja
tað.
Fólkapensiónin verður gkt við eyka-
pensiónsgrunni, sum allir arbeiðsgevarar
og løntakarar frá 1. jan. 1992 rinda hvør
sitt hálva prosent av lønini i, og sum
byrjar at gjalda út frá 1997 eftir nærri
fastløgdum reglum. Støda verður tíkin
til, hvussu B-skattgjaldarar rinda sítt
hálva prosent.
Barnastyrkur verður veittur barna-
familjum. Fyribils verður hetta gjørt
um skattaskipanina.
Langtíðarætlan við sparing og rational-
isering fyri eyga verður gjørd fyri
heilsu- og sjúkrahúsverkið. Eisini
verður gjørd heildarætlan fyri
sjúkrahúsbygging og fyri samstarv
millum tey trý sjúkrahúsini.
Primera heilsutænastan verður útbygd
við denti á fyribyrgjandi heilsutænastu.
Tiltøk at bóta um ferðslutrygdina verða
framd.
Viðgerðin av rúsdrekkatrupulleikum
verður samskipað. Upplýsing verður
økt, serliga millum ungfólk, um vanda
og avleiðingar av misnýtslu av
tubbakki, rúsdrekka og turvelvandi
drøggi.
Kunnað verður um møguleikar í lógini
um rentustudning til samansparing til
sethúsa- og íbúðabygging. Eggjað
verður til samansparing til bústað.
Nr. 7 — 11. januar 1991
Í samráð við kommunur, feløg og
stovnar verður kannað, hvussu Íbúðar-
grunnurin kann fåast at virka. Øktir og
bøttir lånimøguleikar úr Húsaláns-
grunninum eiga ikki at føra til hægri
byggikostnað, og lán úr grunninum eiga
at koma til útgjaldingar, tá sethús eru
innilokað, um treytirnar til lániveitan
annars eru til staðar.
2 bugt il
Arbeidsmarknadarpolitikkurin miðar í-
móti at útvega arbeiði til allar vinnu-
førar hendur, at búta arbeidsumhvørvid,
at skapa góð arbeiðs- og eftirlgnar-
viðurskifti, og at gera arbeiðsplássini
trygg og áhugaverd.
Í mest møguligan mun skipa partarnir á
arbeiðsmarknaðinum seg sjálvar og
samráðast óheftir av landsmyndugleik-
unum um lønar-, organisatoriskar og
gerðarættar/arbeiðsrættar spurningar.
Buskaparligu tiltókini, so sum avtøkan
av tvungnu samansparingini og lækk-
ingin í marginalskattinum, eru grundað
á afturhald í lønarkrøvunum hetta
valskeiðið. Brestur henda fortreyt,
verður spurningurin tíkin til politiska
viðgerð av nýggjum.
Sett verður nevnd við umboðum frá
pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og
hinum almenna til at kanna spurningin
um arbeiðsloysistrygging.
11. Kommunumál
Kommunala eftirlitið skal fáast at virka
betur í neyvari samstarvi við búskapar-
deildina, so betri eftirlit og stýring
fæst á kommunalum låntøkum og
iløgum.
Landstýrið skal virka fyri stórri komm-
unalum sjálvræði og samstarvi á ávísum
økjum sum í skúla-, mentanar-, havna-,
umhvørvis-, heilsu- og almannamálum.
Fíggjarliga samskiftið millum land og
kommunur verður endurskoðað og gjørt
meir einfalt.
sanering fyri tær harðast fyrispentu
kommunurnar verða kannaðir.
Møgulcikar fyri skuldar-
Kommunulógin verður endurskoðað.
7 . .. ro 2
Sett verður nevnd at gera uppskot til
Sjálvstýrislóg fyri Føroyar ístaðin fyri
Heimastýrislógina og at endurskoða
lógirnar um stýrisskipan og umboðsvald
Føroya, herundir eisini umboðsmanna-
skipan.
Reglur verða gjørdar fyri ábyrgd lands-
stýrismanna og fyri landstýrisskipan.
13. EF, undirgrund og
nordyriendskt samstarv
Hildið verður fram við samrådingum
um fríhandilskipan við EF.
Kunnað verður um tey viðurskifti,
sum EF krevur bæði viðvíkjandi góðsku,
standard og annað, nú innari marknaður
gerst veruleiki. Hetta fyri at vit
lættari kunnu selja okkara verur og
gerast kappingarførir.
Av tí, at so stórur partur av útflut-
ningsvirði Føroya verður seldur EF-
londum, verður kannað, í hvgnn mun
neyðugt er at stovnseta umboðstovu í
Bruxelles.