Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—————————— Mr. 7 — 11. januar 1991 ST Samrådingar um yvirtøku av undir- grundini verda gjørdar lidnar sum skjótast. Virkað verður fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, so Føroyar verða meir virknar har og í Tingmannaráði Útnorðurs. Gjørd verður heildarætlan fyri alt útbúgvingarverkið við tí endamåli at fastleggja best hóskandi innihald, bygnað og utbyggingarmøguleikar við atliti til framtíðar útbúgvingar, sam- skipan av verandi útbúgvingum og neyðugar byggiætlanir. Hesi mál innan skúlaverkið verða endurskoðað og nútímansgjørd: 1. Fólkaskúlalógin 2. Læraraútbúgvingin 3. Handverksútbúgvingin 4. Lærlingalógin 5. Allar vinnu- og miðnámsútbúgv- ingar. 6. Skipanin fyri sjálvsognarstovnar í skúlaverkinum. 7. Gjaldsbýtið, har fíggjarorkan er lítil, millum land og kommunur i sambandi við útbygging. Kannað verður, í hvønn mun ábyrgd og rættindi kunnu leggjast út til teir einstøku lærustovnarnar. Bygging av Maskinskúla og Studenta- skúla verður raðfest í iløguætlanini. Kannaðir verða møguleikarnir fyri skipan við utbigvingarløn í staðin fyri lestrarstuðul. Gjørd verður útbyggingarætlan fyri søvn og granskingarstovnar, ið røkja Føroya náttúru, føroysk fornminni, mentanar- og sidaarv. Arbeiðið at endurskoða bygnað hjá UF og SVF og at liberalisera møguleikarnar fyri at senda útvarp og sjónvarp heldur fram. Mentanarligt virksemi verður framvegis stuðlað. 15, Um! mál Umhvørvislégin verður útbygd við neyðturviligum reglugerðum. Reglur verða gjørdar móti skemd og dálking av náttúruni við atliti til vinnuligu menningina. Síða 19 Umhvørvisverndin eigur at verða løgd út til kommunurnar ella kommunalar eindir at umsita. Vart verður móti dálking uttanífrá, bæði frá ídnaðarvirkjum og vandanum fyri geislavirksemi frá kjarnorku- verkum, herundir Dounreay. æð | 1 Í 1 be | Umhvørvisverndarlég fyri føroyska VA. 4…44+4 sjógkið verður fyrireikað og løgd fyri Á r 5 „Á l 1-4. I løgtingid. JE að Á Í Vasa undirsjóvartunlar. Innanoyggja sam- ferðslan verður betur samskipað og rationaliserað. Bygdaleiðir verður umskipað og boðin út til teirra, sum rgkja ruturnar. Virksemið hjá Strandferðsluni verður ikki økt. Postverk Føroya verður effektiviserað og fingið meir lønsamt. 17. Onnur mál Virkað verður fyri, at ferðamannavinnan kann gerast týðandi íkast til samfelags- búskapin. Rúsdrekkalógin verður endurskoðað. Lógirnar um almennar og privatar telduskráir við upplýsingum um fólk verða endurskoðaðar. 16. Samskiftismál Fremsta treytin fyri bygdamenning er, at samferðsluviðurskiftini eru í lagi og forsvarlig, soleiðis at lætt er at koma til og frá . Samgongan vil virka fyri hesum. Við verandi búskaparkreppu í huga er neyðugt at endurskoða raðfestingina av fløgum til havnir, berghol, vegir og Storno 440 kann setast í samband við telefax ARA Farma- og ferðamannaskipavinnan verð- ur tíkin til viðgerðar, herundir FAS- skipanin. Sjóvinnulóggávan og aðrar vinnulógir verða endurskoðaðar. Lóggávur um innlit í almenn viður- skifti, um javnstødu og um pressuetiskt ráð verða fyrireikaðar og kunnu leggjast fyri løgtingid til óbundna viðgerð. Kannaðir verða fyrimunir og vansar við stovnseting av føroyskum umboðstovum i Íslandi og Grønlandi . Tilmæli frå Tingmannarådi Utnordurs verða tíkin til viðgerðar í landstýrinum. NÝGGJA FERÐSLUTRYGGA Iroknað kostnaðin er mon teringssett til bilin og út gerð til handfría nýtslu (Handfree duplex) Storno er tín trygd fyri góðsku e H. J. Michelsen Handan Á 6 - Tórshavn - Tlf. 14414 Sørvågs Radiohandil, if. 32614 - Radiobúðin, Runavík, tif. 47008 - Elektronikbúðin Vágur, tlf. 73529 Contriv Radio, Klaksvík, tif. 55244