leygardagur 12. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 12. januar 1991
Egyptiski forsetin:
— Eitthvert land hevur
rætt til at verja seg, tá tað
verður álopið. Eisini Ísra-
el. Verður landið álopið av
Irak, hevur landið fullan
rætt til at leypa á Irak.
Nakað soleiðis málbar
egyptiski forsetin, Muba-
rak, seg í samreðu við
amerikonsku sjónvarps-
stødina CNN í gjár.
Tað var annars irakiski
uttanríkisráðharrin, sum
á tíðindafundi í Geneve
segði, at Irak fór at gera
alop á Ísrael, um kríggj
brast á í Golfinum.
Tað var annars ein
rættiliga avgjørdur men
stúrin Mubarak, sum út-
talaði seg um steðuna í
Golfinum, nú bara fimm
dagar áðrenn freistin hjá
Irak at taka seg úr Ku-
wait gongur út.
— Eg skilji ikki Saddam
Hussein. Eingin av okk-
um skilir henda mannin.
Eg skilji ikki, hvat hann í
veruleikanum hugsar, tá
hann fyrst kann gera seg
inn á eitt arabiskt land
fyri síðani at fáa allan
heimin út í eitt kríggj,
segði Mubarak við CNN.
— Hugsið tykkum, hvat
hesin maður hevur gjert.
Fyrst býður hann emirin-
um av Kuwait til Irak og
gevur honum hægstu me-
daljuna, sum verður givin
í Irak — síðani letur hann
her sín gera innrás í sama
Kuwait og tekur landið frá
teimum og drepur frá
hond sínar arabisku breð-
ur.
Egyptiski forsetin vísti
aftur at tosa um palestina-
spurningin í sambandi við
Kuwait. — Hertøkan av
Kuwait hevur als einki við
Ísrael og palestinar at
gera. Hetta er ein spurn-
ingur millum eina arab-
iska tjóð eðrumegin og
eina aðra arabiska tjóð
hinumegin.
Mubarak hevði harðliga
at teimum londum, sum
hava hjálpt Irak at útvega
sær kemisk og bakterilog-
isk og nú eisini kjarnorku-
vápn. — Slík gongd bara
økir um spenningin í Mið-
”
Ísrael fulla rætt
at verja seg móti
trakiskum álopi
eystri og vit mugu tí
sleppa okkum av við øll
sløg av oyðandi våpnum,
segði hann.
Hann var annars sera
fegin um leiklutin hjá
USA í Golfkreppuni. —
Eg havi stóra virðing fyri
fostu steðuni hjá Bush
forseta, men sum stersta
og sterkasta landið í heim-
inum hevur USA eisini
eina ábyrgd at varðveita
friðin í heiminum, segði
hann.
Israelski forsetin:
Vit bíða — men
vit eru tilreiðar
Ísraelsmenn búgva seg nú
út til kríggj. Betur er at
vera fyrivarin, siga teir,
nú irakar hótta við at
leypa á. Orðini hjá irak-
iska uttanríkisráðharran-
um í Geneve nú um dagar-
nar um, at Irak fer at
leypa á Ísrael, verður
kríggj í Miðeystri, hava
fingið ísraelar at gera seg
krígsbúnar. Kortini er
einki, sum bendir á, at
Ísrael fer at luttaka í ein-
um kríggi í Miðeystri.
Í gjár segði ísraelski for-
setin í eini samreðu við
amerikanska sjónvarpið
CNN, at teir bíða, men eru
klárir at vísa einum irak-
iskum álopi aftur.
— Vit fara ikki at fyri-
taka okkum nakað, sum
kann provokera til kriggj,
og vit fara fyrst og fremst
at hyggja at, hvussu
amerikanarar og teirra
sameindu klára hesa
álvarsligu steðuna, segði
Shamir.
Hann helt ikki, at allar
vónir fyri at fáa frið eru
úttemdar, nú nakrir dagar
eru eftir til freistin er úti.
Um tað verður kríggj,
so ræður um at vinna tað
beinanvegin. Ísraelski for-
setin ivaðist ikki í, at teir
/
sameindu fara at vinna
eitt kríggj og helt fyri, at
kríggið fer ikki at vara
leingi.
Tað kom eisini til sjónd-
ar, at ísraelar eru bangnir
fyri at teir sameindu bara
skulu vinna ein hálvan
sigur, um Saddam Huss-
ein nú tekur seg úr aftur
Kuwait. Tí framvegis er
hóttanin frá Irak livandi.
Kamar til leigu
Kamar við egnum køki og atgongd til
wc og bað til leigu.
Tlf. 17527
Frá Móðurmálslærarafelagnum
Aðalfundur
Lýsti aðalfundurin verður í utvarpshøllini
leygarmorgunin 26. jan., kl. 10.
Skrá eftir lógini.
Aftaná, kl. 13.10-13.30: Næmingar við
serligum Íesi-
trupulleikum.
13.30-14.00: Frágreiðing
um upplestur.
Undirvísari: Sverri Egholm.
Tey, ið ætla sær á hetta skeið, kunnu
antin velja sær ein tekst, sum hóskar til
3.-7. fl. og burtur úr hesum teksti velja
sær eina blaðsíðu, sum kanska lýsir
tekstin væl, og har ein samrøda er, ella
tey fáa ein tekst á skeiðnum at lesa.
Bara eini 20 fólk sleppa á skeiðið, so
tey, ið ætla sær, verða biðin um at boða
frá á telefon 15555 (Landsskúlafyrisit-
nain, Hallgerð Hansen) i arbeiðstíð ella
á telefon 24187 eftir arbeiðstíð áðrenn
21. jan.
Nevndin
|