Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

--Máiningurin sjálvur ”r pápa sa verk, eg hjálpti At til. Hetta var ein stutilig tíð. Eg var 20 ára gamal og min høvuds- uppgåva var at veksa tær skitsur, sum pápi hevði gjørt til verandi stødd., sigur hann. --Málningurin er gjørd- ur å plåtur, sum eru yvir- trektar við einum serligum slagi av pappírið. Eg hevði eisini til arbeiðis at skera pláturnar út. Eg sagaði við hond, sigur hann. --Onkuntíð hendi tað eisini at eg kom við onkrum hugskotið tá pápi stóð fastur, men enn einaferð, málningurin í Kommunuskúlanum er pápa sa verk, reint listar- liga, sigur Zacharias Heinesen. --Tað var sera spenn- andi at vera við at prýða auluna. Sjálvur eigi ein lítlan málning í henni, Nr. 8 — 12. januar 1991 sum eg gjørdi einsamallur, sigur hann. Samstundis sum fedg- pryddi Ingålvur av Reyni balkongina og Janus Kamban gjørdi relieffif ella veggmyndina uttanfyri. -Eg minnist, at vit fyra allir hildu til i ti stóru sangstovuni, hon varð nýtt sum atelier. Hetta var hugnaligt og skemtiligt. Eg og pápi høvdu rættuliga stórt pláss, í einum horni arbeiddi Janus Kamban og í einum Ingålvur av Reyni. Samveran millum okkum var frálík, sigur Zacharias Heinesen. IKKI Í SKUGG- ANUM Tað hendur tíðum, at børn hjá vidagitnum for- eldrum liva í skugganum av navni teirra, hvussu hevur tað verið hjá tær? --Nei, eg havi avgjørt ikki liva í skugganum av pápa. Eg haldi pápi er eitt sindur vénbrotin av, at eg ikki hava fylgt hansara hugsanum um líst. Og hetta sá hann longu tá eg var 14 ára gamal, sigur hann. --Tað er ikki við "be- víst", at eg ikki havi fylgt í fótasporunum hjá pápa innan målningalistina. Longu sum heilt ungur varð eg ávirkaður av útlendskum listamonnum. Og teir hava havt ávirkan á mítt arbeiði. sigur Zach- arias Heinesen. Zacharias Heinesen er listarliga útbúgvin og hevur ikki havt annað borgarligt starv av týdningi enn málningalistina. Hann var eitt skifti á Myndlista- skúlanum í Reykjavík. Hetta var ein góð tíð sigur hann. Frá 1959-63 gekk hann á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Læru- meistarin var ein av teim kendu Bornholm-málaru- num, Niels Lergaard, prof- essari. Hann var ein tann kendasti listamálarin í Danmark í fyratiårunum. --Kunstakademiið var nakað stórt, mær dámdi betur í Íslandi, men nakað fekk eg burturúr sjálvandi. Zacharis hevur teknað og málað síðan hann var smádrongur. -Eg kundi ikki hugsað mær annað starv. Hetta er bæði mítt arbeiði og mítt frítíðarítriv, sigur hann. Zacharias Heinesen er 54 ára gamal, hann er giftur á 26 ári við Sylviu og tey eiga eina dóttur, hon eitur Lisa eftir móðir Zacharis. jústinus tíðindablaðið S0Sjalurin Skopuningar kunnu halda føstulåvint arbeiðismegi hevur eisini verið við til at fáa húsið liðugt. Mynd: Kalmar í nýggja stásiliga bygdarhúsinum. Fitt av sjålvbodnari Bygdarhusid liðugi á Føstulåvint Skopuningar møguleikar Tað verður smíðað, málað og lagt flísar so sveittin rennur av skopuningum. Teir hava ætlanir um at halda føstulåvint í nýggja bygdarhúsinum og nú er komið upp undir land. --Arbeiðið gongur gott nú og tað verður um reppið at vit klára at fáa húsið heilt líðugt til føstulåvint, sigur Edmund Nielsen, sum er formaður í Ungmannafelagnum Samljóð. Húsið verður góðar 500 fermetur stórt. Og innan eru nógvir møgu- leikar. Har er møguleiki fyri at gera eina restaurant, kiosk verður í húsinum og salirnir kunnu nýtast til sjónleik, dans, veislur, ítrótt og mangt annað. LEYSAN PALL --Pallurin í húsinum er av sama slagi sum í Norðurlandahúsinum. Hann kann flytast og broytast sum ein ynskir tað. Annars átti Skopun fyrsta fasta pall í land- inum, hesin var tíkin í nýtslu 27. januar 1923 í fáa eitt hús sum hevur sera nógvar gamla ungmannafelags- húsinum, sigur Edmund Nielsen. ÍTRÓTTUR -Héast helllirnar kanska ikki standa mát í hædd, so eru góðir møguleikar fyri at íðka ítrótt í húsinum. Har er nóg høgt til at spæla badminton og borðtennis, sigur Edmund Nielsen. Hvat rokna tit við, at húsið verður nýtt mest til? --Tað er ilt at siga, møguleikarnir eru so nógvir, men dansur verður neyvan hóvuðsítrivið. Her eru møgulcikar fyri allar aldursbólkar í bygdini, sigur Edmund Niclsen. IKKI DYRT Bygdarhúsið kostar umleið 4,5 millión tá tað er heilt liðugt. Harav letur landið 30 prosent. --Ungmannafelagið Samljóð er ikki illa fyri fíggjarliga. Vit hava sett 1,1 million í húsið, endaliga skuldin verður 2,4 milliónir krónur, sigur Edmund Nielsen Eisini kann roknast uppí eginpening, at filt av sjálvbodnum arbeiði er gjørt. Húsið var stoypt fyri fýra árum síðan. Hetta arbeiðið gjørdu Tórur Johansen og Heri Jacobsen Heiman av Sandi, síðan kom steðgur í. Nú verður húsið at enda liðugt. jústinus Zacharis Í húsinum Í gjár lat ein fram- sýning upp við Zach- aris Heinesen og Astrid Andreassen í Norður- landahúsinum. Zacharis sýnir fram 14 vatnlitsmyndir og allar eru til sølu. Astrid sýnir fram ymiskt teks- tilarbe1di. Framsyningin er opin allan januar. justinus Blindastovnur Førova hevur opið månadag— friggjadag ki. 9.00 —16.00 | Telefonir: 182 22 og 192 88 =