Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 12. januar 1991 Sostalistiskt Ungmannafelag aðalfund í i morgin SÚ fær nýggjan formann. - Er tað nøkrum, ein politiskur flokkur hevur brúk fyri, er tað at hoyra tað, sum ungdómurin hevur upp á hjartað, sigur Eyðólv Dimon, sum nú leggur frå sær sum formaður í stórsta politiska ungmannafelagnum í Føroyum, SU. Eyðólv hevur verið formaður seinastu fimm árini. Í morgin hevur Sosia- listiskt Ungmannafelag í Føroyum felagsstjórnar- og eykaaðalfund. Eftir lýsingini at dóma er hettar bert ein vanligur fundur, tí sum skrá stendur stutt og greitt: "Skrá sambært lógum felagsins“. 25 ár á baki 28. oktober í fjór vóru liðin 25 ár síðan SU varð stovnað. Ætlanin var at hátíðarhalda hendan dagin, men valorrustan, bæði til løgtingid og fólkatingið órógvaði so mikið, at avgjørt var at útseta hetta til móti vári. Eitt virkið ungmannafelag Formaður í SU seinastu fimm árini hevur verið Eyðólv Dimon. Hann stillar ikki upp aftur til formansvalið hesaferð og í tí sambandi hava vit tosað við hann. Vit spurdu, hvussu felagið hevur arbeitt seinastu árini? - SU hevur lagt stórstan dentin á at arbeiða við ymiskum málum, sigur hann. - Vit hava við vilja íkki tikid ov mong mál í senn, tí tá verður tað bert til tos. Tí hava vit tíkið einstøk mål, sum vit meiri någreiniliga hava vidgjørt og gjørt okkara til, at tey kunnu førast út í lívið, antin við at fingið tey í virkisskránna hjá Javnaðarflokkinum, ella við beinleiðis at venda okkum til landsstýrið. - Er tað ikki heldur einstáttað at taka ávís mál fram um onnur og soleiðis bert at arbeiða fyri einum málið? -Jú, soleiðis kann tað kanska tykjast. Men vit mugu síggja í eyguni, at vit kunnu íkki gleiva longur enn buksurnar halda. Eitt tað fyrsta vit soleiðis tóku upp, vóru viðurskiftini hjá okkara ungu, sum skulu undir útbúgving. Øll sama rætt til sama arbeiði - Vit eru av teirri áskoðan, at tað at útbúgva seg eisini er eitt arbeiði og at tað íkki skal vera nakar framíhjá- rættur hjá nøkrum. Ti hava vit gjørt eitt uppskot um útbúgvingarlón, sum bæði kemur handverkaralærlingum og teimum lesandi til góðar. Sum einasti flokkur í Føroyum hevur Javnadarflokkurin í virkisskrá síni, at útbúgvingarlón skal setast í verk, í staðin fyri skipanina vit hava. Hettar er eisini í trá við javnaðarhugsjónina, sum sigur at gll skulu hava sama rætt til sama arbeiði. Utbúgvingar- lónin er amboðið, til at náa hesum máli. Utbågvingarlønin i samgongusk jalid - Nú hevur málið um utbugvingarløn so mang- an verið frammi í fjólmiðlunum, men hvat er vorðið av málinum? - Tað er rætt at hetta uppskot okkara mangan hevur verið frammi og at tað ikki er gjøgnumført enn. Vit handaðu táver- andi landsstýrismanni í útbúgvingarmálum, Jógvani Durhuus, upp- skotið í 1988, fyri at landsstýrið skuldi verða kunnað um málið, áðrenn broytingar vóru gjørdar í sambandi við blokk- stuðulsskipanina. Men har vann málið ikki frama. Síðan er tað hent, at vit hava fingið málið í virkisskránna hjá Javn- aðarflokkinum, men tað allar besta er at málið nú eisini er komið í sam- gonguskjalið millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, so nú man málið fara at vinna frama. Betri ferðslufrálæru - Hvørji onnur mál hava tit viðgjórt? - Vit hava gjørt eitt ferðsluprogramm, sum gongur út upp á, at okkara ungu fáa møgu- leikar til betri ferðslu- frálæru, bæði við at taka hettar upp sum tátt í skulunum og við at skipa fyri, at umstødur verða skaptar, har tey ungu fáa høvi at læra seg at brúka og kenna akførini betri, áðrenn farið verður út í ferðsluna. Eisini eru ætlanir um at arbeiða við umhvørvinum i framtidini. Rúsdrekkalógin endurskoðast So kann eg eisini nevna, at vit hava arbeitt við rúsevnistrupulleikum. Vit eru av terri áskoðan, at rúsdrekkalógin er ein av høvudsorsøkunum til tann avskeplaða hugburð, sum tey ungu hava hesum viðvíkjandi. Tí hava vit eisini fingið í virkisskrá Javnaðarfloksins, at tíð- in er komin at gera broytingar í rúsdrekka- lógini. Hettar málið er nú eisini komið við í samgonguskjalið og er tað at fegnast um. Neyðugt at vísa 2 á stevnumiðini - Tá tú nú leggur frá tær sum formaður, hvat heldur tú at SU eigur at leggja dem á í framtíðini? Nú Javnaðarflokkurin fer í samgongu við Fólkaflokkin, sum sætt at siga ikki júst er okkara lívrættur, krevur hettar, at vit hava eitt virkið ung- mannafelag, sum staði- liga minnir Javnaðar- flolkkin á stevnumiðini, soleiðis at vit hóast alt fáa sum mest burtur úr hesum samarbeiði. - Er tað nakað, ein - Sr uppgåvan hjá SU, nú samgonga er skipað við Fólkaflokkin, verður staðiliga at minna Javnaðar- flokkin á steynumiðini, sigur Eyðólv Dimon, fráfarandi formaður í Sosialistiskum Ungmannafelag politiskur flokkur hevur brúk fyri, er tað at hoyra tað, sum ungdómurin hevur upp á hjartað og her liggur stórsta upp- gávan hjá Sosialistiskum Ungmannafelag, segði Eyðólv at enda. Spenningur um formansvalið Á fundinum í morgin er Eyðólv ikki tann einasti, sum leggur frá sær. Jón Ingi Eidesgaard, sum seinastu trý árini hevur sitid í nevndini, hevur eisini boðað frá, at hann íkki stillar upp aftur. Hann hevur verið or- ganisatoriskur skrivari og hevur tí fyri tað mesta staðið fyri samskiftinum millum lokalfeløgini. Hvør nyggi formadur- in verður, vita vit ikki. Vit royndu at fregnast um ikki okkurt valevni var, men hettar var 6- gvuliga ógreitt. Tað sigst at fleiri persónar, í ymsum lokalfelggum eru um boðið, so vit fara at lata spenningin bíða til í morgin. eli Tikið víðkað skeið Trettan maskinmeistarar hava tikið víðkaða skeiði á Føroya Maskinskúla. Teir eru fremst frá vinstru: Marner Egholm, Vestmanna, Egil Weihe Hansen, Nes, Mads Winther Hentze, Tórshavn, John Høysted, Tórshavn, Johnny Miller Jacobsen, Klaksvík og Jóannes Joensen, Sørvågur. Aftanfyri frå vinstru: Haldin Johannensen. Skála, Jacob Petur Sønrad Johannesen, Skála, Niels Juul Kristiansen, Æðuvík, Jørgin Mørkøre, Klaksvík, Torkil Strøm, Vágur, Claus Thomsen, Tórshavn, Konrad Joensen, Vágur, Helgi Hansen, lærari og Poul Kristian Henriksen, lærari. Tríggir fingu virdirsløn. Claus Thomsen fekk el-málitól frá Tryggingarsambandinum, Jørgin Mørkøre fekk barometur vid klokku frå Sjóvinnubankanum og John Høysted fekk ídnaðarprógv frå A. P. Møller.