Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 9. Kunning frá EF-arbeiðsbólkinum: Nr. 8 — 12. januar 1991 Lóggávuheimildin í EF Í vanligum demokratisk- um londum er skipanin tann, at fólkavaldu tingini gera tær lógir, sum borg- ararnir skulu liva eftir. Eru borgararnir ikki negdir við tað lóggávuar- beiðið, sum valdu politik- ararnir hava framt, kunnu teir t.d. her hjá okkum 4. hvert ár vísa sína ónegd, og gera sína ávirkan gald- andi við at velja aðrar per- sónar til lóggevandi tingið (í Danmark Fólkatingið og í Feroyum Legtingið). Hetta verður mett at vera sjálvur grundarstein- urin í einari demokratisk- ari samfelagsskipan. Lóggávuarbeiðið í løg- tinginum fer fram á tann hátt, at lógaruppskot skulu viðgerast 3 ferðir, og kunnu almenningurin og fjølmidlarnir ti kunna seg um og viðgera hesi uppskot, áðrenn tey verða samtykt. Lóggávuarbeiðið innan EF fer ikki fram á sama hátt. Bygnaðurin í EF kann, sum áður er greitt frá, stutt setast upp soleiðis: * EF-tingið * EF-nevndin (Kommissi- ónin) * EF-ráðið * EF-dómstólurin EF-tingið Borgararnir í EF-londum velja við beinleiðis val lim- irnar til EF-tingið. EF-tingið hevur tó ikki, sum vanligt er í tjóðar- tinginum, heimild at sam- tykkja lógir (forordninger og direktiver). EF-tingið hevur sam- bært grein 137 í Rómar- sáttmálanum bert ráðgev- andi og eftirlits heimildir. Í ávísan mun hevur EF- tingið heimidl at seta fram broytingaruppskot til tey uppskot, sum EF- nevndin hevur sett fram, men EF-tingið hevur ikki heimild til sjálvt at leggja uppskot fyri EF-ráðið. Eisini kann EF-tingið av sínum eintingum seta fram úttalilsir og kann seta nevndini og ráðnum spurningar. EF-tingfundirnir eru al- mennir. EF-nevndin Limirnir i EF-nevndini verða tilnevndir av stjórn- unum í teimum einstøku limalondunum. Hesir limir eru hægstu embætisfólk innan EF. EF-nevndin hevur hesar uppgávur: * at gera uppskot um EF- fyriskipanir og direktiv at leggja fyri EF-ráðið til viðgerðar og samtyktar * sum fyrisitingarstovnur at fremja tær samtyktir, sum EF-ráðið samtykkir * at fremja tær uppgávur, sum EF-ráðið sambært grein 165 kann geva EF- nevndini heimild til at fremja e * at ansa eftir, at lima- londini halda ásetingarnar í Rómarsáttmálanum og tær samtyktir, sum EF- ráðið hevur gjert. T.d. er tað EF-nevndin, ið hevur heimild at leggja sak við EF-dómstólin móti lima- londunum Fundirnir í EF-nevndini eru ikki almennir. EF-ráðið Hvert limaland velur sin lim í EF-ráðið. Ráðslimurin skal vera stjórnarlimur (ráðharri) í heimlandi sínum. Stjórnin avger sjálv, hvenn ráðharra hon sendir at umboða seg til teir ein- steku fundirnar í EF-ráð- num. Tað er í fyrsta lagi EF- ráðið, ið hevur »loggev- andi< heimildina í EF. Limalondini skiftast at hava formannin, og situr hesin 6 mánaðir í senn. Eftir grein 148 er meginreglan tann, at mál- ini kunnu avgerast við vanligum meiriluta, har ið hver ráðslimur hevur eina atkveðu. Her er tó bert talan um eina teoretiska megin- reglu, av tí at EF-sáttmál- in fyri flest øll týðandi mål hevur ásett, at samtyktir bert kunnu fremjast við ávísum kvalifiseraðum meiriluta ella við einmælt- ari samtykt. Í slíkum førum hevur atkveðan hjá limalondun- um ikki somu vekt, av tí at stóru londini við at- kvødum sínum telja fleiri ferðir meira enn tey smáu londini. EF-ráðsfundirnir ikki almennir. eru Mannagongdin fyri viðgerð i EF-nevnd- ini og EF-ráðnum Sum nevnt er tað EF- nevndin, ið setir fram upp- skot um EF-fyriskipanir og direktiv at leggja fyri EF-ráðið. Sjálvt fyrireikingarar- beiðið fer fram í einum so- nevndum general-direk- torati, sum hevur við tað málsekið at gera. Tá ið fyrireikingar- arbeiðið er lokið, verður uppskotið lagt fyri EF- nevndina. EF-nevndin viðger so málini, og verða tey her samtykt við vanligum at- kveðumeiriluta. Tá ið EF-nevndin hevur samtykt eitt uppskot, verður tað sent EF-ráð- num, ið sendir tað víðari til stjórnirnar í limalond- unum. Í nógvum førum fær EF-tingið uppskotið send- andi frá EF-nevndini stutt eftir, at hetta er sent EF- ráðnum, men tað er bert EF-ráðið, ið kann heita á EF-tingið um formliga at koma við meting sínari um hesi uppskot. Ofta heitir EF-rådid beinanvegin á EF-tingið og ekonomisku og sosialu nevndina um at koma við viðmerkingum til upp- skotið frá EF-nevndini. Vanliga letur EF-ráðið samstundis ein arbeiðs- bólk, har ið hvert limaland hevur sítt umboð, viðgera uppskotið. EF-nevndin hevur standandi heimild at gera broytingar i uppskoti sin- um, og verður hetta ofta gjørt, tá ið EF-tingid og økonomiska og sosiala nevndin hava gjert við- merkingar sínar. Víðari gongdin av ráðs- viðgerðini verður fyri- skipað av einari nevnd, har ið festu umboðini hjá limalondunum (sendiharr- arnir) hava sæti. Henda nevnd verður kallað COREPER (stytt- ing av Comité des re- présentants Permanents). Coreper leggur, grundað á orðaskifti í arbeiðsbólk- unum fundarskránna hjá EF-ráðnum. Uppskotini frå EF- nevndini verða býtt upp i A- og B-mál. Málini, ið verða løgd fram sum A-mál, eru tey, har sum full semja er í Coreper, ella har sum ráðslimirnir frammanund- an hava sagt seg vera samdar. Hesi verða sam- tykt uttan orðaskifti í EF- ráðnum. Málini, ið verða løgd fram sum B-mál, eru tey, har sum EF-ráðið skal taka steðu til ein ella fleiri spurningar, ið enn ikki eru avgreiddir. EF-fyriskipanir og direktiv EF-fyriskipanir (forordn- inger) hava beinleiðis lóg- gildi í ollum EF-limalond- um, og binda sostatt sjálv limalandið, felog og per- sónar. Direktiv eru beinleiðis bindandi fyri limalondini (men ikki fyri felog og per- sónar), og tað áliggur so- statt londunum at laga lóggávu sína soleiðis, at henda lóggáva lýkur áset- ingarnar í EF-fyriskipan- ini. EF-lóggáva og tjóðarlóggáva EF-dómstólurin hevur staðfest, at EF-lóggávan treytaleyst er galdandi, har ið ósamsvar er millum EF-loggåvu og lóggávu, sum samtykt er i einum av limalondunum. Ein av grundgevingun- um fyri hesari nidurstødu er, at limalandið við lima- skapi sínum hevur frásagt sær rættin til at áseta lógarskipanir á økjum, sum við limaskapinum eru latin EF at umsita. Við eðrum orðum verður heimildin til at lóg- geva á teimum økjum, sum viðvíkja EF-sáttmál- anum, við limaskapinum flutt frá limalandstingin- um til EF-stovnarnar. Í hesum sambandi hev- ur stundum verið orða- skifti, um tað ikki log- froðiliga er ímóti grund- lógunum í limalondunum, at lata lóggávuheimild, sum grundlógin staðfestir skal vera hjá tjóðartingin- um, til EF-stovnarnar. Demokratisku grundreglurnar og EF Sum ávíst frammanfyri, so hevur fólkavalda EF- tingið ikki lóggávuheim- ild. Lóggávuheimildin ligg- ur hjá EF-nevndini (em- bætismonnunum) og EF- ráðnum (ein ráðharri frá hverjum limalandi). Sostatt er vanliga demokratiska skipanin i sambandi vid loggåvuvald ikki galdandi i EF, og verður frå mótsteðumonn- unum ofta víst á, at vandi er við einari skipan, har ið lóggevandi stovnurin ikki verður valdur beinleiðis av borgarunum. Hinvegin hava for- sprákararnir fyri EF víst á, at EF-nevndin og EF- ráðið aloftast fylgja teim- um tilmælum, sum EF- tingið setir fram, og at EF-tingið tí í veruleikan- um (um ikki formliga) hev- ur stóra ávirkan á lóg- gávuvirksemið innan EF. Heimild: Claus Gulmann og Karsten Hagel-Sørensen: EF-ret. NÚ er at spenna BELTINI