Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1991síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pm ir 0 BOM. Síða 20 Javnaðarflokkurin: OK! Fyrrakvøldid hevði floksleidsla Javnadar- floksins fund um sam- gongu-skjalid, sum um- boð fyri flokkin og Fólkaflokkin hava sam- ráðst seg fram til. Floksleiðslan er starvsnevndin, tingbólk- urin og umbod fyri lok- alfeløgini. Atli Dam og samráðingarfelagar hansara fingu væntada góðkenning- ina frá flokkinum Samgonguskjalið og harvið politiska sam- starvið millum hesar báðar flokkar fekk tað væntaðu góðkenningina á fundinum. Harvið er samgongan endaliga konfirmerað, og klokkan eitt í dag verður samgonguskjalið undir- skrivað. Samráðingarnar um býtið av málsgkjum og landsstýrismanna-tal helt helt fram í gjár og er eisini á skránni í dag. Tað eydnaðist ikki at fáa uppspurt, um nakrar avgerðir eru tiknar á hesum gkjum. Heldur ikki er tað eydnast at fáa uppspurt, um Atli Dam fer i Tinganes eins lítið og tað eydnaðist at fáa onnur ngvn. Løgmansspurningurin tykist vera avgreiddur. - Løgtingsformadurin Jørgen Thomsen hevur boðað ul løgtingsfund. Hann verdur månadagin klokkan 14.30. A skrånni er: val av løgmanni. A hesum fundi fer løgtingsformadurin eis- ini at boða til næsta fund, har landsstýris- menn skulu veljast. ówh Yvir 100 dreingir til vikuskiftiskapping Vikuskiftið 19. og 20. januar verður skipað fyri kapping í hond- bólti fyri 12-13 ára gamlar dreingir í Iróttarhóllini í Vági Leygarmorgunin hin 19. januar kl. 10.15 fara ætl- andi yvir 100 tólv/trettan ára gamlir dreingir við strandfaraskipinum til Suðuroyar at spæla hond- bólt. Tað verður nevniliga skipað fyri einari hond- bóltskapping í ítróttar- hellini í Vági hetta viku- skiftið. Leygardagin kl. 14.00 verður fyrsti dysturin spældur, og sunnukveldið kl. 16.30 skal seinasti dysturin vera spældur, tí tá skal farast norðurum aftur við bátinum av Tveroyri kl. 18.00. Hondbóltsspælararnir gista ymsastaðni í Vági. Sparikassin letur steyp og stuðlar fíggjarliga. Ov fáar avbjóðingar Orsekin til at skipað verður fyri hesari kapping er, at hondbóltsspælarar í yngru deildunum fáa alt ov fáar avbjóðingar í gjøgnum kappingarárið. Vikur, onkuntíð mánaður, er ímillum dystir. Sum demi kann nevnast, at í bólki A, dreingir 12 ár, eru einans 6 dystir, ella bert 180 spæliminuttir í ein heilan vetur! Tað skal beinanvegin verða nevnt, at tað ikki er kappingarnevndin hjá HSF, sum hevur ábyrgd- ina av støduni. Ti kapp- ingarskipanin verður lag- að eftir ynskjunum hjá fe- løgunum. Og tey hava ynskt, at kappingin í teim- um yngru deildunum ikki skal vera ov umfatandi og at skipað skal verða so fyri, at kappast verður í økjum, hver sær, so at sum minst er av ferðing. Og tað er júst har, at hundurin liggur grivin: tað er ofta trupult at fáa vaksið fólk út at ferðast við teimum ungu fleiri vikuskifti í slag. Hetta er ein veruleiki, sum vit mugu liva við, soleiðis sum viðurskiftini eru. Hugskotið at skipa fyri vikuskiftiskappingum í hondbólti er ikki nýtt, men nú verður so roynt. Fáa nógv mót- stødulid Nú er tað at siga, at orr an- fyrinevnda vikuskiftis- kapping verður fyriskipað suðuri í Vági, og haðar er langt hjá summum at fara. Men hinvegin, hetta er ein góð ílega, tí tað verða jú fleiri dystir spældir sama dag, og hetta er bert ein av fyri- mununum við einari viku- skiftiskapping. Ein slík kapping, har vinnarin verður funnin longu eftir tveimum degum, er jú sera spennandi, og tað ger, at spælararnir fáa nakað at seta seg upp til, og tí vilja teir óivað gera sítt besta. Her skal viðmerkjast, at í umtalaðu kapping verð- ur miðað ímóti, at hvert liðið fær so nógvar ymisk- ar mótstandarar sum til ber, við eðrum orðum, talan er ikki um sonevnda »cup« kapping. Tað er altíð eggjandi at sleppa at royna seg ímóti liðum úr eðrum hond- bóltsekjum. Annars eru tað jú bert tey bestu liðini, sum annars sleppa at royna tað, nevniliga, tá ið finaluumførini i lands- kappingini verda spæld. Havast skal i huga, at i einari vikuskiftiskapping fåa spælarararnir høvi til at læra hvønn annan at kenna. Tad er jú nakað, sum ikki er pláss fyri í vanligu landskappingini, har teir bert síggja hvønn annan á vellinum ella í umklæðingarrúminum, beint áðrenn hver hastar í sína ætt. Eitt afturat, sum kann hava stórt virðið, er at venjarar fáa hevi at tosa Stutt eftirmæli Tá ið nú hesi orð eru segd, er neyðugt at koma við einum stuttum eftirmæli: Sjálvt um fyrimunirnir við vikuskiftiskappingum eru fleiri, so hevur lands- kappingin, sum fevnir um fleiri mánaðir, tað fram- um, at dystir verða spæld- ir javnan. Og tað hevur eisini sítt virði. Í stuttum er núverandi landskapping í yngru deildunum ein økiskapp- ing, ið endar'við einum finaluumfari móti vári, har vinnararnir av økis- kappingunum metast í einum finaluumfari, har foroyameistarin = verður funnin. Tað besta hevði verið, at í yngru deildunum varð miðað ímóti einum kapp- ingarári við núverandi landskappingarskipan og einum tveimum óheftum vikuskiftissteypakapp- ingum, ein t.d. í sep- tember og ein í januar. Meira fæst at vita um kappingina frá Jón Krage- sten á tlf. 104 49.