Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1991síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vr. 8 — 12. januar 1991 Hitt ljós á gotu míni Esmar A. Jacobsen Himin og heimur skulu ganga undir, men orð mini skulu als ikki forganga. — Luk. 21,33. Tað er gleðiligt, at stórmenninir í heiminum eru vorðnir samdir um, at teir vilja gera sítt til, at heimurin verður ikki lagdur í oyði av teimum oyðileggingarvápnum, sum menn nú hava um hendur. Men hetta vikar kortini ikki tey orðini, at himin og heimur skulu ganga undir. Tí at skakast skulu himmalsins kreftir, og menn skulu ørmaktast av ótta og stúran fyri ti, ið koma skal yvir jarðarríkið. Tað ber til hjá stjórnarmonnum at semjast um, at her eftir skulu ikki verða gjerdar fleiri hættisligar royndarspreingingar. Men tað stendur ikki í teirra valdi at byrgja fyri landsskjálvtum, áarferi og omanlopum víða hvar. Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. Matt. 24,7—8. Ein pinkalítil landskjálvti heima hjá okk- um sjálvum hevði verið nóg mikið til at fáa okkum at hugsa um tað, sum koma skal — og til at flýggja burtur frá fjøllunum av ótta fyri omanlopum. Men orðið, sum um ævir verður standandi, sigur okkum, at tá ið Jesus Kristus kemur aftur, skulu menn biðja fjall og heyggjar um at fjala seg, tí at tá elvir dómurin yvir synd- ina sterri ræðslu enn allar heimsins vanlukk- ur Guds orð, sum um ævir verður standandi, gevur okkum einastu ugganina og einastu bjargingina. Tí >tað orðið er satt og til full- nar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndar- are. 1. Tim. 1,15. Sælur er hann, sum tekur við hesum orði. | Tvøroyrar Læknavaktir = Ii | P Tórshavn: Hålvdan Kirkjukór Simonsen, tlf. 13540, lokal 403 leygardag og Annika Olsen, tlf. 17700, sunnudag. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tf. 44038, leygardag og Sigvald Kristiansen, tlf. 41517, sunnudag. Norðuroyggjar: Jaspur Petersen, tlf. 56400. Vågar: Tlf. 32413 Suðuroy (norð): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf. 73030 Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagarkl. 13.00 - 14.00. Tlf. 14544. mánakvgldið kl. 19. 75 år verður Óli listamálari á Eiði, 75 ár. Blindastovnur Føroya hevur opiå månadag- friggjadag kl. 9-16. Telefonir : 182 22 og 192 88 Gudstænastur trettanda Rituvik: Knud Erik Breiiner, cand. theol., og Jåkup Kass kl. 11.00 Eidi: Emil Olsen kl. 18.00, altargongd Norðskála: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Haldórsvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd Kaldbak: Knud Erik Breiiner, Bjarni Bæk, altargongd Havnar kirkja: Lestur kl. 11. Kl. 20.00 Knud Erik Breiiner, landsskrivari, og Bjami Bæk Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre Kirkjubøur: Høgni Poulsen Bøur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd Sørvågur: David Johannesen kl. 17.00 Fåmjin: Birgitte Johannesen kl. 11.00 Hov: Heri Joensen kl. 17.00 Sumba: Heri Joensen kl. 12.00 Sunnudagin gongur talvan í øllum kirkjum i Eiðis, Vága, Fuglafjarðar og Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi og í Fåmjins kirkju til frama fyri Heidningamissiónina. 28. desember fingu Karin Kallsberg og É bh Helgi Kristiansen eina rr dóttur. i Á > 3. januar fingu Gudny i og Marner Mortensen, Klaksvík, eina dóttur. 4. januar fingu Gunnvá og Bjarki Magnussen, Húsavík, eina dóttur. Vælkomið 4. januar fingu Rúna lítla kam Holm og Bogi Jo- hannesen, Tveroyri, eina dóttur. a EPG 8. januar fingu Karin Johannesen og Sangvenjingarnar i Tvør- oyrar kirkju byrja aftur Tey vilja fegin hava fleiri fólk við í kórið. Serliga trýtur teimum mansrøddir. Sunnudagin 13. januar Egilstrgð, 5. januar fingu Odd- bjørg Johannesen og Birgir Johansen, Mið- vági, eina dóttur. 5. januar fingu Sú- sanna og Jákup Lind- enskov, Vági, eina dóttur. 5. januar fingu Haldis Jensen og Oscar Wi- berg, Tveroyri, ein son. 5. januar fingu Jonna Jacobsen og Jóan Pet- ur Petersen, Skálafirði, ein son. 6. januar fingu Meiken og Severin Niclasen, Miðvági, eina dóttur. 7. januar fingu Barbara á Tjaldrafletti og Fróði Vestergaard, Tórs- havn, eina dóttur. 7. januar fingu Gunri E. og Torkil Johanne- sen, Tórshavn, eina dóttur. 7. januar fekk Bodil Hocmin, Tórshavn, ein son. 7. januar fingu Ingunn Thorsteinsson, Vági, og Hallur Tummassars- son, Tveroyri, ein son. Kristian Lamhauge, Tórshavn, eina dóttur. 8. januar fingu Mei- britt Resvik og Djóni Ziska, Tórshavn, ein son. 9. januar fingu Jóna og Andru Olsen, Húsavík, ein son. 9. januar fingu Karin og Roland Højgaard, Runavík, eina dóttur. 10. januar fingu Ann- leyg Højgaard, Runa- vik, og Einar Tofte- gaard, Fuglafirdi, eina dottur. 10. januar fingu Elin Persson og Erland Olsen, Tórshavn, eina dóttur. 10. januar fingu Hiidu- bjørg Hansen og John Joensen Næs, Tórs- havn, eina dóttur. 10. januar fingu Arm- garð og Finnbogi Arge, Tórshavn, eina dóttur. 11. januar fingu Linda Nolsee og Arne Thom- sen, Tórshavn, ein son. Knappliga Meg minnist ein morgunin í læraraskúlanum, at Tórarinn Evensen prátaði um orðið knappliga. Hann hevði lisið i blødunum, at maður var knapp- liga deyður. Eftir orðalagnum skuldi hann ikki verið rættliga deyður. Tórarinn helt, at í lýsingini skuldi heldur staðið, at maðurin var brádliga deyður. Meg minnist eisini gamla konu, hvussu hon brúkti orðið knappliga. Hon talaði um fløskuna, mjólkarfloskuna, at mjólkarfleskan var knapp- liga full, og so legði hon afturat, hvussu full fløsk- an var. Hon kundi vera um barmin, um akslarnar, um hálsin, upp í hálvan hálsin. Var fløskan full, so var hon í proppin. Tú kanst vera knappliga liðugur við eitt ar- beiði, eitt sindur vantar í. Onkur er knappliga so høgur sum onkur annar, eitt sindur minni. Orðið brádliga verður ikki so nógv sagt, sum tað kanska skuldi verið, tó at fólk brúka tað ikki so lítið í vanligari talu um okkurt, ið brádliga berst á. Í mongum førum er ikki neyðugt at siga knapp- liga og heldur ikki brádliga. Brádliga sprakk mað- urin upp, soleiðis stóð skrivað. Sprakk maðurin upp, so var tað so brádliga, at óneyðugt skuldi verið at sagt annað, enn at mað- urin sprakk upp. Neyvan fær hann gjert skjótari av enn at springa upp. Viðhvert ber til at siga, áðrenn nakran vardi, áðrenn eg visti av, alt í einum, sum eg siti 0.a. Áðrenn nakran vardi, sprakk hundurin upp og at goyggja. Áðrenn eg visti av, hevdi eg sagt tað. Alt í einum, stóð alt í einum roki — tað var sum úr byrsumúlanum. Sum eg siti, nú kemur fram fyri meg, hvat ið hann segði. Sv.T. * Hesin málteigurin hevur staðið í Skúlablaðnum nr. 9 í 1990. andlát 1. januar Johannus Bech, ættaður úr Hovi, 92 ára gamal. Mourits Johannesen, vanliga nevndur Mourits i Toftum, i Vestmanna, 95 åra gamal. 2. januar Johnsigurd Johannesen, ættadur av Hellunum, busitandi i Nyborg, 78 åra gamal. 5. januar Hanus Jensen, ættaður úr Skúvoy, búsitandi i Havn, 73 ára gamal. Jóhannus Nónklett, í Lamba, 89 ára gamal. 6. januar Hjerdis Thorsteinsson, á Tveroyri, 71 ára gomul. Jens Peter Rubeksen, í Havn, vanliga nevndur Pedda Post, 91 åra gamal. 8. januar Gudmund Heinesen, Midvågi, 73 åra gamal. 9. januar Dánjal Jacob Berg, vanliga nevndur Dánjal Jacob å Breyt, i Nesi i Hvalba, 74 åra gamal. Kvinnuhúsfelagið Limafundur í KFUM 1. og 3. hóskveld í mánaði- num kl. 20.00