Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Rok eystanfyri Sundaberg 160 tons og Skálaberg 145 tons eftir átta dógum Kjølbrotrolararnir Skála- berg og Sundaberg hava havt rokfiskiskap síðan teir byrjaðu at fiska fyri átta døgum síðan. --Skálaberg hevur nú 145 tons inni og Sundaberg hevur 160 tons í flaki og saltfiski. Bátarnir fóru av stað 3. januar á kveldi, annar klokkan 21.00 og annar klokkan 23.00, sigur Svend Thulesen. Men kvotan er litil. Thulesen sigur, at um roknað verður við helvt um helvt av saltfiski og flaki, so eiga teir bert eina kvotu uppá 240 tons í part og við verandi fiskari so hava teir fiska kvotuna í norskum sjógvi fyri í ár upp í næstu viku. Koma bátarnir so heim? Vesturleiki eitur nú Bjal. Skeljatrolari Allan Idd Jensen, sum herfyri keypti føroyska ísfiskatrolaran Vesturleika, letur hann nú rigga til sum skeljatrolara. Hetta hendur å Assens Skipasmidjuni å Fyn. Vesturleiki eitur nú Bjal, og verður útgjørdur við eini heilautomatiskari frysti og pakkiskipan. 15 mans verða við skipinum og meginparturin av hesum skulu arbeida vid at frysta skeljavøddan einstakt, áðrenn vøddarnir verða pakkaðir í seks kilo eskjur. Allan Idd Jensen var ein av teim fyrstu, sum fór undir av royna eftir skeljum í Grønlandi. --Í Grønlandi eru nú fimm trolarar sum royna eftir skeljum, sigur hann. --Men skeljarnar veksa seint í kalda sjónum og ti mugu vit ansa sera væl eftir ikki at tråroyna, sigur hann. --Nei, teir hava nóg- mikið av tíð at liggja heima við teim kvotum vit hava fingið í ár. Teir fara at leita í russiskum sjógvi og kanska bera teir við fisk. Við hvgrjum trolara- num eru 34 mans. jústinus -Eg haldi at skilabest hevði verið um hvert einstakt skip fekk eitt gkið, sum tað sjálvt hevði ábyrgdina fyri. Fyrrverandi Vesturleiki er útgjørdur við tveimum dreggum, skrivar Fishing News International. jústinus Nr. 9 — 15. januar 1991 <%ZNÓSA CUP 91 = x rå rr ” “= innandurakapping í fótbólti B.36 bjóðar øllum gentum og dreingjum at gera lið til kapping í fótbólti í Ítróttarhollini á Hálsi í døgunum 25., 26. og 27. januar 1991 Aldursbólkarnir verða: . Gentur 10-12, føddar í 1979, 80 ella 81 Smågentur, føddar i 1977-78 Gentur, føddar i 1974, 75 ella 76 . Pinkulingar, føddir i 1983 ella seinni Småpiltar, føddir i 1981-82 Piltar, føddir i 1979-80 . Smådreingir, føddir i 1977-78 . Dreingir, føddir i 1975-76 . Unglingar, føddir i 1972, 73 ella 74 | gentudeildini (74, 75, 76), dreingja- og unglingadeildini eru fýra leikarar. I hinum aldursbólkunum eru fimm leikarar. BÆNDOUBEND Luttøkugjald kr. 20 fyri hvønn verður goldið, tá kappingin byrj- ar. Avmarkað luttøka. Sjóvinnubankin letur skreytlutir til nr. 1, 2 og 3 í hverjum aldursbólki. Tilmelding fer fram í skúlunum í Havn hjá hesum: Eysturskúlin: Jógvan Martin Mørk, tlf. 16125 Kommunuskúlin:Jákup Thomsen, tlf. 16229 Venjingarskulin: lan Wang i 9.A Hoyvikar Skuli: Sveinur Gullfoss Nonnuskúlin: Finnur Justinussen í 7.B Argja Skúli: Heini Heinesen. ella hjá onkrum av venjarunum í Itrottarhøllini fríggjadagin kl. 15—19.30, í seinasta lagi týsdagin 22. januar 1991. Pinkulingar, føddir í 1983 ella seinni, nýtast ikki at melda til, men møta i høllini til kappingina. Teir fáa boð um nær teir skulu meta frá venjaranum (Ólavur tlf. 18157) í venjingartím- anum fríggjadagin tann 18. januar kl. 16— 17.30. Leikreglur Undantikin pinkulingar og småpiltar, eru leikreglurnar hesar: 1. Um ein tekur í bendarnar (og hevur fyrimun), verður frí- spark og útvísing. 2. Skot út av síðubandunum vidførir útvísing. Ein sleppur ikki inn aftur fyrr enn annað liðið hevur skorað. . Skot undir loftið verður dømt til fríspark. . Horna verður kastað við báðum hondum. 5. Harðar taklingar/spæl verður dømt til fríspark og útvís- ing. 6. Øll frispørk eru beinleiðis.egne, > QW ææ Annars verður leikt eftir vanligu uttandurareglunum.