Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 15. januar 1991 Eftirskúli settur á stovn í Føroyum -um álitið frå arbeiðsbólkin- um fær undirtóku millum politikararnar. Í einum riti frá Norrøna Eftirskúlanum í skrivar Genner Jóannes Mohr, skúlastjóri, grein hann nevnir Eftirskúli, frískúli ella fólkaskúli. Danski kenslumálaráð- harrin Bertil Haarder hev- ur sagt, at eftirskúlin hevur avloyst háskúlan sum flaggskip hjá teimum fríu kostskúlunum í Dan- mark, og merkir hetta sjálvandi, at eftirskúlin tíðindablaðið nú er sterstur av teimum fríu kostskúlunum. Tankin um frían skúla- skap í Danmark er heilt gamal og kann førast heilt aftur til Grundtvig, sum var tann sum gekk á odda við háskúlatankanum. Við tíðini vóru nógvir háskúlar settir á stovn her í Danmark seinast í hini øldini og fyrst í hesi øld- ini, og samstundis fingu foroyingar sín fyrsta og einasta háskúla, eftir at menn hevdu verið á flat- londum á háskúla, og nógvir eru teir føroyingar, sum við tíðini hava verið á Feroya Fólkaháskúla og hava har fingið gott av vidførningi út í lívið. Samstundis sum há- skúlin í Danmark fekk loyvi at mennast, so vóru tað eisini aðrir skúlar, sum vóru settir á stovn, sosum frískúlar til tey smáu børnini og eftir- skúlar til tey ungu í 15-18 ára aldri. Serliga er tað hesi seinastu 20 árini, at menningin hevur fingið so skjótt, at vit í dag hava ikki færri enn 214 eftir- skúlar í Danmark og eitt ótal av frískúlum. At tað eru fríir skúlar ella fríir kostskúlar merkir at nógvar ymiskar lívs- uppfatanir eru galdandi á teimum ymisku skúlun- um, líka frá heimamissión og til marxistiskar skúlar, og at foreldrini og næm- Maskinmeistarar tikid prógv Å Føroya Maskinskúla hava hesir tikið prógv sum maskinmeistarar. Frammanfyri frå vinstru: Kaj Harry Djurhuus, Tórshavn, Arnhold Arthur Hansen, Saltnes, Jóhan Hentze, Skúvoy, Jan Jacobsen, Tórshavn. Aftanfyri frå vinstru: Jákup Klein, Tórshavn, Bogi Karbech Mouritsen, Tórshavn, Frimodt Rasmussen, Klaksvik, Jéhannus Å Rógvi, Vestmanna og Poul Kári Simonsen, Strendur. Fýra teirra fingu virdisløn. Bogi K. Mouritsen fekk fototól frå Føroya Banka, Frimodt Rasmussen fekk kikara frå Føroya Sparikassa, Arnhold Hansen fekk litografiir frå Fossbankanum og tad fekk Jan Jacobsen eisini. ingarnir ti sjålvi kunnu velja hvønn skúla og har- við hverja lívsuppfatan tey ynskja. Eitt annað, sum er sera áhugavert, er at allir flokkar í danska fólka- tinginum taka undir við hesi skipan, og geva fíggj- arligan stuðul til skúlar- nar gjøgnum mentamåla- rådid. T.d. kann nevnast at nåverandi danska borg- arliga stjórnin árliga játt- ar stuðul uppá yvir 100 mill. kr. til teir sokallaðu Tvind skúlarnar, sum hava eina ógvuliga vinstrahalla lívsuppfatan, so tað kann ikki sigast annað enn at einki mark er fyri hesum frælsi. Nú er fólkaskúlin ikki nevndur í hesum saman- hangi, men skal hann nevnast, so má man siga at tað eisini hevur verið mennandi fyri tann danska fólkaskúlan, at aðrir skúlar eru settir á stovn, tí hesir skúlar hava fyri ein part tikið næming- ar úr fólkaskúlanum og tað hevur gjert at fólka- skúlin hevur felt tað sum sína skyldu at verða betri og meira spennandi enn frískúlarnir, og tí er danski fólkaskúlin eisini vorðin betri enn hann var áður. Hyggja vit eftir hverjar skúlatraditiónir føroving- ar hava havt gjøgnum tíð- irnar, so má sigast at her hava vit føroyingar verið alt ov nógv læstir fastir í einari fólkaskúlalóg, sum ikki hevur givið feroying- um tað frælsi, sum man kennir í øårum londum, og tí er tað nú uppá tíðina at føroysk skúlafólk og før- oyskir politikarar koma við nýhugsan á skulaøkin- um. Hesi seinastu árini hev- ur nógv verið tosað um stovnsetan av eftirskúla í tíðirnar verið alt ov nógv læstir fastir í einari fólkaskúlalóg, sum ikki hevur givið føroyingum tað frælsið, sum kent er í óðrum londum, skrivar Jóannes Mohr, skúlastjóri. Feroyum, samstundis sum aðrir bólkar hava sekt um loyvi at seta á stovn frískúlar, og er her sjálvandi talan um tvær ymiskar skipanir. Fyri at kunna seta tílíkt á stovn skal ein ávísur tervur vera ávístur, t.v.s. at man fær nekur foreld- ur, sum vilja gjalda ein part av undirvísingini og sostatt standa aftan fyri skúlan. Tann tervin kenna vit ikki fyri frískúlar, men eitt er so í hvussu so er prógvað við Norrena Eftirskúlanum, og tað er at tað eru fólk, sum vilja gjalda fyri at senda síni bern á eftirskúla, og tað er eisini prógvað at ein eftir- skúla kann bera seg fíggj- arliga sum sjålvognar- stovnur. Nú vil kanska onkur hugsa sum so, at tað er bert fyri tey við há- inntøkum, sum bern á eftirskúla er tað als ikki, tí okkara næmingar her á skúlanum senda sin men so koma frá familjum í ellum lenarbólkum í Feroyum Hetta eru fólk, sum tora at hugsa annarleiðis enn fólkaskúlin og vilja tí eis- ini nýta sín pening annar- leiðis. Í letuni er eitt álit á veg frá einum arbeiðsbólki til teir føroysku politikarar- nar um at seta á stovn eftirskúla í Feroyum, og vóni eg at hetta álit fær góða mótteku.