Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

“ Nr. 9 — 15. januar 1991 Avleidingarnar av útbyggingini av Havnar Klubba: Grannalag vorðið - eitt skýmaskot Tað er einki nýtt í at fortíðin noyðist at víkja fyri nútíðini, men í á- vísum fórum er tað í so tungt hjá fólki at góð- taka. Oluffa Mourtitsen í Snikkarastovu í Havn er ein teirra, sum noyðist at ásanna, at tíðirnar eru broyttar munandi, síðani hon og Richard Mourtis- en, sáli við børnum, fluttu í Snikkarastovu í 1957. Oluffa Mouritsen: - Hugsa tær til at vit sóu oman á Vaglið. Eg kendi hvgrt menniskjað, sum har spákaði. Tað var Jacob M. Mou- ritsen, vanliga nevndur Jacob í Snikkarastovu, sum í 1910 bygdi set- húsini, har hann hevði handil í tí partinum, sum Oluffa Mouritsen býr. ÚTSÝNI TIL HÚSAVEGGIR - BAÐUMEGIN Í dag eru umstødurnar viðvíkjandi útsýni gðr- vísi. Oluffa Mouritsen hevur útsýni niðan í húsaveggin í Dómhúsin- um gðrumegin og hinu- megin - útsýni inn í húsaveggin í Havnar Klubba, sum fullkomi- liga forðar fyri útsýni - annað enn beint upp í loft! Snikkarastova stendur avbyrgd millum hesar bygningar, og nú er so ætlanin at byggja enn meira upp fyri, hóast tað tykist legið, at tað ber til at víðka um í granna- lagnum. Oluffa Mourtisen: - Bert gamli Klubbin var her í fyrstuni, og har var ein ómetaliga vakur urtagarður. - Eg minnist at eg plagdi at taka ul um summarið, at útsýni úr køksvindeyganum hjá okkum, var sum at búg- va í Danmark. Í dag kundi tú eisini sammett við Danmark, men so er útsýnið sum at búgva í einum bakgarði í Keypmannahavn. Bert í vindeyganum á wc'inum hómast tekjan á Tinghús- inum. HAVA TEIR GLOYMT AT VIT ERU TIL? Oluffa Mouritsen: - Vit hava ongantíð talað at ella gjørt vart við okkum, á nakran hátt,og mangan hugsi eg, um myndugleikarnir og Hav- nar Klubbi hava gloymt, at vit búgva her. Nú haldi eg kortini at tað er ovboðið. Tað ber ikki til at liva í slíkum skýma- skoti, sum Snikkarastova nú er vorðin. ÚTBYGGING Tá tað var greitt, at Tórshavnar Býráð sam- tikti at geva Havnar Klubba loyvi at víðka um ognina, sendi Býráðið brøv til sethúsaeigarnar í grannalagnum, har biðið var um teirra áskoðan um málið. Oluffa Mouritsen: - Vit skrivaðu beinanvegin Bý- ráðnum bræv, har vit mótmælti byggiætlani- ni. Vit hava ikki frætt eitt orð aftur um hetta. Granarnir tóku seg eisini saman í felag, og sendu eitt mótmælis- skriv til Býráðið, men heldur ikki tað, hava tey frætt eiit orð um síðani. - Sum steinur omaná byrðu kemur tann nógvi larmurin og ófriðurin í vikuskiftinum. Her er ikki livandi hjå vanlig fólki Frá mánadegi ul mikudag er ikki so nógv- ur ófriður, tá hoyra vit bert hátalarnir á Vagl- inum, men tá dansifólkið kemur í Klubban, er tað Ogjørligt at finna sær hvíld hjá okkum. OPIÐ TIL KL. ATTA SUNNU- MORGUN - Tað bøtti ikki um viðurskiftini, tá Klub 20 fekk innivist í Havnar Klubba. Har er opið tl kl. átta sunnumorgun. - Ein og hvør kann imynda sær, hvussu tad er at búgva her í granna- lagnum um vikuskiftid. - Hava vit gestir, noyðast teir at taka SOvi- tablett, um hugsningur skal verða um at fáa ein blund. - Ungdómurin hevur ongan frið á sær, hann reikar inn og út alla náttina tá dansur er, og so er róp og geyl, teir berjast og gera seg inn á alt, sum ber til at bróta niður. - Um onkur td. manglar eld at festa sær í eina sigarett, so smæð- ast tey heldur ikki at banka meg upp á nátt, og Útsýni úr køksvindeyganum hjá Oluffu Mouritsen. Um Havnar Klubbi fær loyvi at útbyggja, verður ein húsaveggur í fýra hæddum bygdur, sum fullkomiliga avbyrgir útsýni í Snikkarastovu. Ur stovuvindeygunum sæst bert inn í húsaveggin á Dómhúsinum, har fráleikin er góðan favn. Orð: Dagny Myndir: Kalmar biða meg um tað! Umframt ruðuleikan í vikuskiftinum, so er tað heilt ótolandi at hoyra nútíðartónleikin,tá dans- ur er. Eitt er, at tey spæla so hart, men mest ræðuligt er tó trummu- og bass- ljóðið, sum fær ein at loypa í leysum úr song- ini. Orsøkin er, at teir sum skipa fyri dansi, gloppa bakdyrnar í dansihglinum, fyri at fáa fríska luft. Tá tað verður gjórt, kemur tónleikurin sum eitt skot inn til okkara. - Tað er ikki umstødur fyri vanlig fólk, at liggja slíkar nætur í songini og hoyra sama lagið verða spælt upp í saman, nátt eftir nátt! Tá var frægari fyrr í tíðini, tá brúdleyp ella veitsla var í Klubbanum, tá kundi tú syngja við og tað var ikki sørt veitslu- dámur yvir ti ófriðinum. Hesin nýggi tónleikurin er als ikki hugaligur. Tað er vist! NU ER OVBOÐIÐ - Eg veit ikki, um tað ger nakran mun at mót- mæla útbyggingini av Havnar Klubba, men nú er ovbodid, eg haldi ikki, at tað kann vera rætt „ at vanligsethús verða kroyst millum tveir stórar byg- ningar. - Eg havi einki móti at gamli Klubbin er her, oc tí hevdi tað verið nóg“ skilabetri at givið ung- dóminum annað dansi- høli, har tey kundu hús- ast uttan at órógva onn- ur. Um Havnar Klubbi bert var fyri limum, so hevði ikki verið neyðugt at byggja út, og klubba- limirnir órógva ikki, á sama hátt sum ungdóm- urin. - Alvaratos - eg haldi, at Havnar Klubbi er nóg rúmligur, sum er. Hvat skulu klubbalimir nýta henda bygningin til?