Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 15. januar 1991 Allur heimurin er á gosi um hendingarnar í Lithau- en sunnunáttina, tá sovjettiskir hermenn drupu 14 og særdu 140 litauar illa. Hetta hendi í myrkrinum uttanfyri bygningin hjá lokala út- varpinum og sjónvarpin- um. Hendingin, sum longu hevur verið á alheims blaðforsíðum undir yvir- skriftini = >Blóðbað í Litauen«, hevur alt fyri eitt fingið stjórnarleiðarar í øllum teimum vestur- europeisku londunum at mótmæla. Hótt verður við at taka alla hjálpina, sum vesturheimurin í dag letur til Sovjetsamveldið, aftur. Amerikanski forsetin sendi sunnudagin eina al- menna áheitan til sov- jettisku leiðsluna um at gevast við harðskapinum og heldur sessast við sam- ráðingarborðið. Tað var tá heilt ógreitt, hver hevur givið boðini til herin at gera álop á ósekar og óvápnaðar íbúgvar í Vilnius. Tað hevur leingi verið stórur spenningur í teim- um baltisku londunum, nú aftan á at tey í fjør gjørdu av at lýsa londini sjálv- steðugar tjóðir. Leiðslan í Kreml hevur ongantíð góðtikið hesar sjálvstýris- lýsingar og hava tað síð- ani tá verið samráðingar millum londini og so Kreml. Nu um dagarnar lovadi amerikanska Gorbatjov forsetanum i eini telefon- samreðu, at hann fór ikki at seta herin inn móti mót- mælisfólkunum í teimum baltisku londunum. Tey mótmæla, at partar av sovjettiska herinum eru komnir til umráðið. Hetta er gjørt vid tí grund- geving, at baltar skulu ikki sleppa sær undan her- tænastu. Men tad hevur leingi verið gitt, hvat mundi liggja aftan fyri hesa av- gerðina at senda hermenn til londini. Nú hendi so blóðbaðið, ið ongin trúði fór at koma. Allan sunnudagin koyrdu stríðsvognar í get- unum í Vilnius og í há- talarum vóru fólk biðin um at fara til hús. Hetta varð gjørt fyri at fáa ta stóru mannamúgvuna, sum hevði gjørt ring um tjóðartingið, heim, soleið- is at hermenn kundu fara inn í tingið og handtaka leiðsluna í landinum og fleiri tinglimir, sum ikki vilja akta boðini úr Moskva um at landið er partur av Sovjetsamveld- inum. Sett var ein tíðarfreist. Hevdu litauar ikki flutt seg frá bygninginum áðrenn klokkan 3 sunnu- dagin, so fóru sovjettiskir hermenn at taka bygning- in við valdi. Síða 17 Blóðbaðið í Litauen Tað hendi kortini einki og hava myndugleikarnir í Kreml síðani sagt frá, at ein samráðingarnevnd nú skal til at tosa við ovastu leiðslu landsins um steð- una. Í gjár var ikki greitt, hver stendur aftan fyri blóðbaðið, antin tað er Gorbatjov sjálvur ella tað er herurin, sum sjálvur hevur tikið avgerðina. Tíðindi vildu í gjár vera við, at tað eru trúgvir kommunistar í Litauen og hernaðarleiðslan í Kreml, sum hava givið boðini um at fara harðliga fram móti teimum mongu mótmælis- fólkunum. so leingi mugu vit royna at steðga tí og sipaði hann við hesum orðum til valds- greði Saddam Husseins. Urslitid av atkveðunum í bæði senatinum og í um- VIDEO filmir Størsti videoútleigu- handilin í Sandoynni. Nýggir filmir 14. anda hvønn dag. Ein filmur 45 kr. tveir fyri 75 og triggir fyri 100 kr. Barna- filmir 25 kr. Opið hvgnn dag kl. 17 - 22. Sunnudag stongt. A.P. RADIO v/ Benno Drangá Skopun boðsmannahúsinum var, at Bush nú hevur heimild at fara í kríggj. Og ímeðan er niðurtelj- ingin av álvara byrjað. Klokkan tólv mikukveldið kunnu teir sameindu her- arnir gera álop á irakisku deildirnar í Kuwait. Ein av teimum áhuga- verdu spurningunum í all- ari kreppuni er steðan hjá Ísrael. Irakar hava hótt við at leypa á Ísrael, verð- ur tað til kríggj, og ísrael- ar siga, at teir fara at svara aftur við fullari vápnamegi. Summir eygleiðarar bera ótta fyri, at ísraelar skulu kenna seg so kroyst- ar av einum irakiskum álopi, at teir kenna seg noyddar til at brúka kjarnorkuvápn. Eisini teir sameindu hava kjarnorku- vápn í Golfinum, um hetta verður tann einasti út- vegurin at vinna á Irak, áðrenn ov nógv mannalív verða týnd. Í letuni standa so meira enn ein millión hermenn tilbúnir í arabisku oyði- merkini og umborð á teim- um mongu herskipunum í Golfinum. Tað er greitt, at teir sameindu eru nógv sterk- ari, men enn veit eingin við vissu, um Irak fer at taka til at brúka kemisk og bakteriologisk vápn og brúka rakettir til enda- málið. Teir sameindu satsa fyrst og fremst alt uppá sína hermegi í luftini. Við sínum meira enn 2000 flogførum av tí mest nú- tímans slag ætla teir sam- eindu at oyðileggja rakett- steðir, flogvellir og kem- iskar verksmiðjur. Um irakar megna at steðga einum tílíkum álopi, er neyvan hugsandi, men spurningurin er hvussu nógv landið kanska oyði- leggur av eitt nú oljukeld- unum í Miðeystri og hvussu nógv mannalív teir megna at drepa við sínum oyðandi vápnum. Tað eru nógvir eygleið- arar, sum halda at eftir eitt kríggj, so gerast vit oll taparar. Ikki minst fer eitt oyðilagt Irak at skapa sympatiir í tí arabiska heiminum og enda við, at arabarar meira enn nakrantíð fara at standa sum ein maður. Sum tað sær út í letuni bendir alt á at vit fáa eitt kríggj, og tað er neyvan hugsandi, at hetta kríggið verður avmarkað til Ku- wait, tí nettup ein av hev- udsorsøkunum hjá eitt nú amerikanarum at fara í kríggj, er at týna megu- leikan hjá irakum at fáa sær kjarnorkuvápn. Hetta er kanska tað, sum eggjar amerikanarum mest at byrja eitt kríggj nú. Tá Irak hevur fingið kjarn- orkubumbuna er tað ov seint, hugsa nógvir ameri- kanarar og mong onnur við teimum. HÚSAGLUGGIN úr PVC-plast Er talan um vindeygu úr plast, so er »Husagluggin« rætta loysnin. Sera góð og bilig vindeygu til allar bygn- ingar eins og til sethus. Hava somu funktion sum væl- kenda H. vindeyga. Karmur og ramma eru einans 10 cm Sama dimensjón sum H vindeyga úr timbur, og ann- ars vanlig tíimburvindeygu Um tu velur Husagluggan so sleppur tu frå at mála, einki vidlikahald Prisdømi: 120x120 við isettum termorúti, gjørdur hjá P/f >Rútur- einans kr. 2.550.- leverað i øllum plåssum i Føroyum. Minnist til Hetta er Føroysk framleiðsla So gera vit eisini onnur vindeygu, síðuhongsi, sidusving, topp- hongd v.m. við og uttan sprossar Uthurðar, altanhurðar, kjallarahurdar ur PVC og aluminium, og útistovur gera vit eisini, alt til rímiligar prísir Vit umboða vælkendu Windsor portur FØROYA :-= 370 Miðvágur Tlf. 32411 - Telefax 33073 Kamar til leigu Kamar vid egnum køki og atgongd til wc og bað til leigu. TIf. 17527 Ódýrur bilur Polda (Fiat 125) frá Polandi. Hevur bert koyrt 23.000 km. Árg. 87, biliga til solu. Tlf. 105 38 Við rattið er tað tú, sum setir = „ ferðmarkið! « HOVLIGA + | Kvinnuhúsfelagið = | sn KFUM 1. og 3. héskvøld í mánaði- |