Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 SS S0Sialurin Tillukku William Í dag verður heimskendi havnamaðurin William Heinesen 91. Í hesum sambandi prenta vit ritgerð, sum viðgerð William og verk hansara. Serliga eina av skaldsøgunum. Ritgerðina hava Høgni Mohr og John Eystberg skrivað. Teir ynskja við hesum Williami tillukku við degnum og vóna, at bókur hansara verða enn meira lisnar fram- yvir enn tær nakratíð hava verið l. partur William Heinesen varð borin í heim í Tórshavn 15. januar ár 1900. Faðir hansara æt Zakarias Heinesen, og var ættaður úr Be. Móðurin, Karolina, fødd Restorff, var ættað úr Tórshavn. William Heinesen vaks upp í Tórshavn, gekk í skúla í heimbýnum og tók realprogv 16 ára gamal. Pápin, ið var keypmaður, vildi at sonur eisini skuldi gerast keypmaður. Hann sendi William á keyp- mansskúla í Keypmanna- havn í 1916. Hugurin hjá Williami var ikki á hesum yrki, men harafturímóti vildi hann heldur sleppa at skriva. Tískil fór hann í blaðmannalæru á »Ring- sted Folketidende<, men hetta vardi bert stutta tíð, tí hann steðaðist ikki. Fyrimunir vóru at hava verið á keypmansskúla. Har hevði William fingið ein vin, sum førdi hann og yrkjaran Otto Gelsted saman. Orsekin til hetta var, at teir hevdu felags áhuga fyri yrkingum. Otto Gelsted kom eisini at fáa stóra ávirkan á yrkingarlag og heims- speki Williams á ungum árum. William Heinesen sigur sjálvur, í samreðu við »Tingakross«, >(...) at hann hevur lært av ødrum rithevundum, eitt nú Maksim Gorki og Ro- bert Louis Stevenson, eins og av norðurlendingunum Hans E. Kirk, Otto Gel- ' 4, Johannes V. Jensen, c ikki minst sigur hann s-4 at hava lært av Hedini E í og máli hansara, sum liggur so vælsignað væl á unguni«. Tad er ivaleyst skriv- ingarlag Hedi Brus, sum hevur åvirkad William, ti ikki skrivadu teir å sama máli; Heðin Brú á føroysk- um, og hin á donskum. Or- sekirnar til, at William Heinesen, og eisini barna- skúlafelagi hansara, J. Frantz Jacobsen, skriv- aðu á donskum vóru, at danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál í Feroyum langt upp í 20. eld. Harafturat búðu báð- ir í Tórshavn, har tað »fin- ara< slagið búði (t.d. em- bætismenn, konslar og keypmenn). Við so nógv- um blandingsgiftum mill- um danir og feroyingar, varð danska málið nógv brúkt millum bæði bern og vaksin í Tórshavn. William Heinesen hevur nógvar listarligar gávur. Ikki er hann einans kend- ur sum rithevundur og yrkjari, men eisini er hann ein av bestu listamálarum okkara. Hann var tóna- smiður og hevði umframt hetta, saman við H.A. Djurhuus, roynt seg sum hevund til skemtileik, ið varð framferdur í 1968 av Havnar Sjónleikarfelag. William Heinesen hevur latið nógv bókmentalig skaldaverk úr hondum: 7 skaldsegur, 7 stuttsegu- og essaysevn og 8 yrk- ingasevn. Skaldsøgurnar 1934 — »Blæsende Gry« (2. broytta útgáva, »Degn- ingsvindar«, 1975. (Chr. Matras føroyskadi). 1938 — »Noatun« (>Nóa- tún, 1975. Áshild Olsen foroyskaði). 1949 — »Den Sorte Gryde< (»I Sortanum«, 1975. Bjarni Niclasen før- oyskaði). 1950 — »De Fortabte Spillemænd< (»Glatadu Spælimenninir«, 1975. Heðin Brú feroyskaði). 1952 — »Moder Syv- stjerne« (>Móðir Sjey- stjørna«, 1975. Heðin Brú foroyskaði). 1964 — >Det Gode Háb< (Ikki foroyskað — enn...!) 1976 — >Tornet Ved Verd- ens Ende« (>OTornið við heimsins enda«, 1976. Hans Thomsen føroysk- aði). Stuttsøgu- og essaysøvn 1957 — »Det Fortryllende Lys« (»Himinin Brosar«, 1976. Chr. Matras før- oyskaði). 1960 — »Gamaliels Be- sættelse«. 1967 — »Kur Mod Onde Ånder«. 1970 — »Don Juan Fra Tranhuset«. 1973 — »Fortællinger Fr Thorshavn«. 1980 — »Her Skal Dans- es«. . 1985 — »Laterna Magica — Nye Erindringsnovel- era. Yrkingasøvn 1921 — »Arktiske Elegier Og Andre Digte«. : 1924 — »Højbjerning Ved Havet«. 1927 — »Sange Mod Vaar- dybet«. 1930 — Vaagner«. 1936 — »Den Dunkle Sol«. 1955 — »Digte I Udvalg«. 1961 — »Hymne Og Harmsang«. 1972 — »Panorama Med Regnbue«. (Keldur til talvur: Sosialurin »Stjerne Nr. 9 -— 15. januar 1991 12. januar 1980 og 14. Sep- tember 19. oktober 1985). Eftir fyrstu fyra yrk- ingasøvn síni, ið øll vórðu skrivað meðan William búði í Keypmannahavn, kom steðgur í, tí hann flutti heim. Heimaftur komin setti hann búgv »uppi á Varða< í Tórs- havn. Hann giftist við systkinabarninum, Lisu, sum er ættað úr Kollafirði. Saman fingu tey tríggjar synir, Heina, Zacharias og Jergen Frantz. William gjørdist hålvavegna tradarmadur. Hann fekk sær kúgv, sum hann seinni skrivar um i søguni »Arkadisk Eftermiddag« i savninum >Kur Mod Onde Ånder«. Hetta við kúnni, er dømi um hugflog Williams, tá ið umræður at festa á blad søgur. Eftir at hava búsett seg í Feroyum, gav hann fyrstu skaldsegu sína út. Hetta hendi í 1934, tá ið skaldsegan »Blæsende Gry« varð givin út. Henda skaldsega varð tó endur- útgivin í broyttum líki, av tí at ummælini til fyrstu útgávuna vóru so vánalig. Vánaligu ummælini hevdu tað við sær, at út- gávan gjerdist eitt fíggjarligt bakkast fyri William. Hann megnaði at endurrinda hesa skuld, við at hann gav útgávufelag- num »Munksgaard« fleiri málningar, ið hann longu tá hevði málað. Við aðru skaldsøgu Williams, »Noatun«, fylgdi haraftur- ímóti viðurkenning hans- ara sum prosaskald. Skaldsøgan, >Í Sortan- um«, sum vit hava við- gjørt í komandi partinum, verður av eðrum bók- mentafólkum mett at vera eitt undantak í skaldskapi Williams. Ein bók, hann ikki skuldi havt skrivað. Ágangurin ímóti Willi- ami hevur altíð verið stór- ur, serliga ímillum tey, ið eru hegrumegin í ment- unnarstríðnum, og tað eldra ættarliðið, sum siga seg kenna ov nógvar per- sónar aftur í skaldsøgum hansara. Hetta gjørdi seg serliga galdandi fyri skaldsøguna »I Sortan- um«. Ágangurin frá høgravendu yvirstættini var serliga stórur, tí William í hesi skaldsøguni avdúkar tað samfelags- liga órættvísið og sið- menningarliga dupult- spælið, sum yvirstættin heldur lív í. Ut frå skaldaverkinum >Í Sortanum« og eðrum av skaldskapi Williams, er skilligt, at hann er sosial- istur, ella i hvussu so er, nakad væl vinstrumegin ta politisk<u miðjuna. Hóast William er vinstra- hallur, so sigur hann, at hann ongantíð hevur verið floksbundin. Hóast William Heine- sen altíð hevur skrivað á donskum máli, hava skaldsegur hansara verið skrivaðar úr feroyska jørdildi hansara, men hava tó samstundis verið í al- heimsligum listflokki. William er kendur í nógvum londum fyri skaldskap sín, og hevur hann fingið nógvar virðis- lønir og viðurkenningar fyri verk síni. Í 1958 Holberg medaljuna og í 1961 Bókmentavirðislen Norðurlandaráðsins, sum hann tó ikki tók ímóti. Grundgeving hansara var, at um ein feroyingur skuldi hava hesa virðis- len, so skuldi tað vera ein rithevundur, ið skrivaði á føroyskum máli. Í 1962 fekk hann virdislønina hjá Dansk-Færesk Kultur- fond, í 1968 Aarestrup- medaljuna, í 1975 M.A. Jacobsens Bókmenta- virðislen, í 1979 H. C. Andersens bókmenta- b