mikudagur 16. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nýtt landsstýri
Í gjár fingu vit so nýtt landsstýri. Og
er tað fyrstu ferð í mong, mong ár,
at einans tveir flokkar mynda eitt
landsstýri, nevniliga javnaðarflokk-
urin og fólkaflokkurin. Hesir báðir
flokkar hava 17 tingmenn og er
hetta tað magiska talið, sum er
neyðugt fyri at kunna skipa eina
samgongu. Javnaðarflokkurin hev-
ur 10 tingmenn og fólkaflokkurin 7.
Landsstýrismanningin sær tí soleið-
is út: javnaðarflokkurin fær løg-
mann og tríggjar landsstýrismenn
og fólkaflokkurin fær tríggjar lands-
stýrismenn.
TAÐ hevur tikið drúgvari tíð enn
menn høvdu roknad vid at skipa
hetta landsstyri. Av ti at møguleiki
var at skipa samgongu við tveimum
flokkum varð mett, at hetta fór at
ganga skjótari fyri seg enn vanligt
hevur verið. Men flokkarnir hava so
givið sær góða tíð at umrøda flest
øll samfelagsmål og hava nú skriv-
að samgonguskjal, sum setir upp
hevuðslinjurnar í politikkinum kom-
andi fýra árini. Hesar høvudslinjur
fara vit at nema við í komandi odda-
greinum og gera okkara viðmerk-
ingar til.
ÆTLANIN var, at landsstýrið skuldi
veljast mánadagin, men burðurin
gjørdist torførari enn roknað við, tá
tað brådliga kom upp ósemja í javn-
adarflokkinum um landsstýris-
manningina. Henda ósemja er síð-
ani loyst. Í landsstýrið fyri javnaðar-
flokkin eru vald: Atli Dam, Tummas
Arabo, Marita Petersen og Jóannes
Eidesgaard, og fyri fólkaflokkin
Jógvan Sundstein, John Petersen
og Svend Áge Ellefsen.
Abyrgdarblaðstjóri: Torfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
tri KAL tt
TINÝNLSSATA
%%%
Blaðfólk: Randi Jacobsen -
Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Utgevari P/t Sosialurin
Uppseting: P/F Sosiaturin
Prent P/f Pressan 1981
POLITISKI setningurin hjá sam-
gonguni er sambært samgongu-
skjalinum at skapa javnvág í samfe-
lagsbúskapin, at rekja fiskastovnar-
nar á Føroya-leidunum við skyn-
semi og við ábyrgd fyri framtíðini,
at fáa fiskivinnuna at hvíla í sær
sjálvari, at virka móti arbeiðsloysi,
at menna samfelagið, at gera
nýggja og meira rættvísa skatta-
skipan, at loysa undirgrundarmálið,
at gera sjálvstýrislóg og nýggja
stýrisskipan fyri Føroyar, at verja
umhvørvid á sjógvi og landi, og at
rækja og menna føroyskan mentan-
ar- og sidaarv.
TAD er eingin loyna, at mong javn-
aðarfólk seta eitt stórt spurnartekin
við umrøddu samgongu. Víst verð-
ur á, at flokkarnir hugsjónarliga og
ideologiskt liggja alt ov langt frá
hvørjum ødrum til tess at kunna
reka ein politikk, sum likist javn-
aðarpolitikki, og at tað ber ikki til at
samstarva vid ein flokk, har Oli
Breckmann er avgerandi atkvøda.
Eisini hetta hava vit víst á, men nú
hevur so ein samd floksleiðsla í
javnaðarflokkinum umboðandi
tingmanning og øll feløgini kring
landið góðtikið eitt tílíkt samar-
beiði. Og tað sleppur tí at standa
sína roynd.
VIT kunnu so bara vóna, at flokkar-
nir fara at røkka praktiskum loysn-
um, sum kunnu gagna landinum, ið
jú er í stórum trupulleikum. At mál
verða vidgjørd og loyst, sum ikki
bara javnaðarfólk, men sum fólk
flest fegin síggja eina loysn á. Her
verður serliga hugsað um tey stóru
málini, ið viðvíkja fiskivinnuni, fiski-
ídnaðinum, buskaparstøduni og ar-
beiðsloysinum, men eisini um onn-
ur mál, sum leingi hava ligið á láni.
Sum dómi kunnu vit nevna rús
drekkamálið, sum eingir flokkar
higartil hava torað at nomið við,
men sum hesir báðir samgongu-
flokkar uttan iva kunnu finna eina
betri loysn enn verandi ómyndug-
gerandi skipan. Tað er eisini greitt,
at júst javnaðarflokkurin og fólka-
flokkurin helst eru teir frægastu til
at loysa so týdningarmikil mál sum
undirgrundina, sjálvstýrisspurning-
in, EEC, fyri bert at nevna nøkur
teirra.
NU er samgongan so skipad, og
eigur hon at sleppa at royna seg.
Hóast ofta ymiskir á máli í ymsum
spurningum, so er tað okkara met-
an, at vit við leiðsluni í Tinganesi —
við Atla Dam sum løgmanni og
Jógvani Sundstein sum varaløg-
manni — fáa eitt gott samarbeiðs-
team, sum heldur enn at hyggja eft-
ir lokalpolitiskum og øðrum áhuga-
málum, veruliga fara at reka lands-
politikk, sum so stórur tørvur er á,
ein landspolitikk, sum ikki bara
hyggur eftir degnum í dag ella í
morgin, men sum lítur longri fram
og leggur til rættis ein langsiktaðan
politikk til frama fyri allar Føroyar.
NÚ eru helst ymsar meiningar um
býti av målsøkjum. Tað eru tey,
sum uttan iva halda, at javnaðar-
flokkurin hevur ikki fingið nóg stór
og týdningarmikil målsøki i Tinga-
nesi, nú fólkaflokkurin hevur fingið
bæði fíggjarmál og fiskivinnu. Nak-
að kann vera um hetta, men hetta
er so tað partarnir hava samráðst
seg til.
VIT eiga tó undir ongum umstødum
at undirmeta málsgkini hjá javn-
aðarflokkinum. Eitt tað kanska
mest tydningarmesta málsgkið, ið
Bústaður: Argjavegi 26
Argjum
11820
Telefon:
Postadressa: Postsmogu 75
110 Tórshavn
Telefax: 14720
er fiskiidnadurin, hevur javnaðar-
flokkurin fingið at umsita. Tað er
júst her, at vit skulu til at bróta upp
úr nýggjum og skapa møguleikar
fyri einum framtíðar fiskiídnað, ið
góðskar fiskin meira og harvið gev-
ur stórri virði til samfelagið. Hetta
økid eiga vit á ongan hátt at undir-
meta. Síðani eru tað almanna-,
heilsu-, íbúðar- og arbeiðsmarknað-
armálini, ið altíð hava staðið júst
javnaðarflokkinum nær. Hesi máls-
øki hava stóran tydning fyri okkum
øll. Og aftrat hesum skal so eisini
einasta kvinnan í landsstýrinum,
ein javnaðarkvinna, umsita skúla-
og mentanarmálini, eisini øki, ið vit
undir ongum umstødum eiga at
undirmeta týdningin av.
SAMANUMTIKIÐ má nokk sigast,
at umframt at hava fingið løgmann,
so hevur javnaðarflokkurin fingið
stóra og álvarsliga ábyrgd í Tinga-
nesi. Nú er at vóna, at nýggju lands-
stýrisumboðini megna at liva upp til
hesa stóru ábyrgd og avbjóðing. Vit
ynskja teimum og øllum landsstyr-
inum góðan arbeiðshug og vóna, at
setningurin: at fáa gongd á aftur
hjólini, verður fylgdur.
Sosialurin
|
we!
Sambandið
. -. . .
vildi ikki
»Hoast sambands-
flokkurin var sinnadur
fyri justeringum i ver-
andi heimastýrislóg,
valdi javnaðarflokkur-
in heldur fólkaflokkin.
Ein ítekilig ábending
um, at snaringin mið-
skeiðis í sjeytiárunum
hevði sum hevuðsmál:
einki meira við sam-
bandsflokkin at gera.
Nú er so ið hvussu er
eingin Pauli Ellefsen
meira at skylda uppá“,
skrivar pn í politskari
viðmerking í Dimma-
lætting.
Niðursteðan í hesum við-
merkingunum til sam-
gongusamráðingarnar er
tann, at javnaðarflokkur-
in heldur ikki hesaferð
ynskti at koma í sam-
gongu við sambandsflokk-
in og at orsekin til hetta
heilt einfalt er ein ávísur
persónur í javnaðarflokk-
inum.
Sipað verður helst til
formann floksins og nú
júst valda løgmann. Um
hetta er so, er hann helst
maður fyri at svara sjálv-
ur, men kunnu vit siga, at
sambandsmenn og flokk-
ur teirra sjálvir eiga
stóran part av skyldini av,
at teir ikki bara einaferð
men fleiri ferðir hava verið
noyddir at sita í andsteðu.
Táverandi formaður flok-
sins fjaldi ongantíð lítlu
virðingina fyri bæði for-
manni javnaðarfloksins
og eðrum javnaðarmonn-
um í afturvendandi álop-
um sínum á júst javnaðar-
flokkin bæði á tingi og í
Dimmalætting ár um ár.
So ein kann ikki júst siga,
at táverandi formaðurin
legði upp til nakað posi-
tivt samarbeiði millum
sambandið og javnaðar-
flokkin.
Og tíanverri má sigast,
at núverandi formaðurin
við sínum treiskleika hev-
ur ikki víst nóg stóran
samarbeiðsvilja. Ultima-
tivu úttalilsi hansara í
útvarpinum aftan á fyrsta
samráðingarfundin við
javnaðarflokkin um, at
sambandið fór bara út í
Tinganes undir tí treyt, at
tað bleiv rikin borgarligur
sambandspolitikkur.
borgaði nú heldur ikki fyri
einum positivum og væl-
viljandi samarbeidi við
javnaðarflokkin.
Hetta var spell, tí vit
væntaðu okkum veruliga
ein meira medgjørligan og
meira vælviljandi sam-
bandsflokk, tá nýggi for-
maðurin tók við.
Nú roynir pn so at fyri-
gykla fólki, at javnaðar-
flokkurin hverki nú ella
áður hevur viljað í sam-
gongu við sambandsflokk-
in, og at sambandsflokk-
urin hesaferð vildi ganga
langt fyri at ganga krev-
um javnadarfloksins á
meti.
Hetta er ikki rætt. Við
at tvíhalda um júst hetta,
at tað skal rekast borgar-
ligur sambandspolitikkur
í einum landsstýri, har eis-
ini javnaðarflokkurin er
við, setti sambandið seg
sjálvt uttanfyri. Og við at
tvíhalda um at bundna
uppsparingin ikki skuldi
rørast og við at vísa ti
samhaldsfasta aftur, valdi
sambandið stutt og greitt
at fara í andsteðu. So her
hjálpa eingi krokudillutár
í Dimmalætting nú aftan
á, at sambandið hevur
sett seg sjálvt uttanfyri
alla ávirkan.
Hevði sambandið bara
verið eitt sindur meira
positivt og minni kon-
servativt, so hevði møgu-
liga ein samgonga við
javnaðarflokkin blivið úr-
slitið. Og hevði samband-
ið nú einaferð med alla
viljað ásanna, at einki
stendur í stað, og at
broytingar, sum eisini
gera feroyingar meira
sjálvbjargnar, eru natúr-
ligar og rættar, so var
stødan ein heilt onnur.
Men hvussu kann sam-
bandið rokna við at skipa
eina samgongu við javn-
aðarflokkin, tá flokkurin
stendur so rimmarfast við
sín konservativa politikk
og ongar broytingar góð-
tekur! 100 ára gamla og
grundfesta konservativ-
isma sambandsfloksins
kemur so heldur ikki bara
Framhald á síðu 5