Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 16. januar 1991 síða 3 Einasta tiltak postverksins, ið gevur yvirskot 30 folk sigast upp å Frimerkjadeildini — hóast UPS-kanningin vísir, at Frímerkjadeildin er „en god og velfungerende afdeling”, peikar alt á, at tær stóru postverkssparing- arnar fara at verða framd- ar júst á Frímerkjadeildini Hóast postverksverkfallið er av, og Føroya Postfelag hevur fingið frågreidingina um UPS-kanningarnar og eitt umboð við á ráðstevn- una, sum er á Hotel Vág- um hesa vikuna, bendir alt framvegis á, at neyðugt verður við stórum sparing- um innan postverkið. Sparingarnar koma uttan iva at hava við sær at fólk verða uppsøgd. He'ta hev- ur postverksstjørin Esbern Midjord í farnu vil u vátt- að fyri Sosialinum: „Av teimum útreiðsl- unum postverkið hevur, eru starvsfélkalønirnar 80 prosent, so tað verður har sparingar verða, skal tað muna nakað." Sparimøguleikar Enn er so einki beinleidis alment komid fram um, hvørjar sparingarnar vera, men tó eru onkrar åbend- ingar. I nidurstøduni i frågreid- ingini gera teir bådir ratio- naliseringsserfrødingarnir rættiliga nógv burtur úr Frímerkjadeildini. „Frimærkedeildin er en god og velfungerende af- deling,” skriva teir í nidur- støduni, samstundis sum teir sláa fast, at sera góð líkindi eru fyri sparingum á Frímerkjadeildini. Automatisering Men í viðmerkingunum til Postverk Føroya sum heild er tað hendan sama deild, ið skal verða offur fyri flestu sparingunum: „Eg- entlige metodeforbedring- er er stort set kun tale om í forbindelse med automati- seringen af Frimærke- deildins produkter." Nevnt verður, at uppí samlaðu tilmældu sparing- arnar uppá 14,8 skulu roknast íløgur í automati- sering av framleiðsluni á deildini. Talan er um beinleiðis automatiseringsiløgur upp- á hálvaaðru millión, um- framt tilfar, amboð og inn- búgv fyri umleið 200.000 krónur. Einasta við yvirskoti At Frímerkjadeildin er ein- asta deildin innan Postverk Føroya, ið gevur yvirskot, tykist ikki at koma UPS'- unum til hugs. Øll árini, síðani deildin kom, hevur hon havt yvir- skot, og meginpartin av tíðini, síðani postverkið varð yvirtikið, hevur Frí- merkjadeildin hildið saml- aðu roknskapartølum post- verksins i einari nøkun- lunda sunnari legu. Og hóast lønanitreidslur- nar eru vaksnar ein triding seinastu árini, hava stórt sæð bert inntøkurnar stað- ið í stað — bæði porto og aðrir kostnaðir. 30-40 uppsagnir Samlaðu sparingarnar inn- an postverkið skulu sam- bært álítandi keldum innan postverkið m.a. umfata 90 uppsagnir. Eitt tal, sjálvt ikki post- verksstjórin hevur viljað afturvíst , hóast hann ikki hevur viljað váttað, at so er, „Av hesum 90 eru 30-40 av uppsagnunum á Frí- merkjadeildini,” upplýsir ein kelda fyri Sosialinum. „Og hetta hóast bert Frí- merkjadeildin hevur borið seg og virka sum ein veru- lig forrætning.” Einki annad arbeidi Tad, sum eftir øllum at døma kann verda spart å Frimerkjadeildini, er ar- beidid i sambandi vid stemplinganar av fyrsta- dagsbrævbjålvum. Hetta kunnu maskinur saktans gera. »Men hetta er einki nytt, ti hesar sparingarnar kundu verid framdar fyri fleiri årum sidani,” sigur ein onnur kelda fyri Sosialinum. Keldan sigur, at hetta hava myndugleikarnir bert ikki viljad gjørt, ti teir hava mett tad at havt størri tydning, at tey fólk, ið ar- beiða á Frímerkjadeildini hava varðveitt sítt arbeiði, heldur enn at tey skulu einki gera, men liva av al- mannahjálp, sum jú eisini er almennur peningur og ein útreiðsla hjá tí al- menna. Ráðstevnan ger av „Vit mugu jú eisini minn- ast til, at sum stødan er í løtuni, hava nógv av hes- um fólkum ongan verðsins kjans at fáa annað arbeiði, verða tey koyrd av Frí- merkjadeildini,” keldan. Hvørjar so sparingar postverksins fara at verda, tå avtornar, verður í hesum døgum meira ella minni avgjørt á ráðstevnuni um UPS-frágreiðingina, sum er á Hotel Vágum. Men fyribils kann so ikki roknast við ngkrum ødrum, enn at uppsagnir- nar verða nógvar í tali — postverkið skal jú spara 15 milliónir krónur, og við einum undirskoti í 1990 uppá 14 milliónir og løn- arútreðslunum sum 80 pro- sent avc samladu útreiðsl- um postverksins. Sigur Í sambandi við ætl- aðu sparingarnar innan postverkið, har ætlanin eftir øllum at dóma er at siga 90 fólkum upp, er nú komið fram, at størsta sparingin fer at verða framd á Fri- merkjadeildini, har møguliga mill- um 30 og 40 følk verða uppsøgd. Hetta, håast Fri- merkjadeildin er einasta deild innan Postverk Føroya, ið gevur yvirskot. Mynd: Kalmar Spurningurin er tí eftir gllum at dóma bert, hvar spart verður, og hvønn sparingarnar koma at raka meinast.