mikudagur 16. januar 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vr. 10 — 16. januar 1991
| 75 ár I dag
tiðindablaðið
Havnar Arbeiðsmannafelag heldur stóra fóðing-
ardagsveitslu fríggjakvóldið
Í dag eru liðin 75 ár, síðan
Havnar Arbeiðsmannafelag
varð stovnað, og hesin fød-
ingardagurin verður so av-
gjørt hildin.
Tað fyrsta verður ein
rimmar veitsla, ið verður
fyri limum og viðskiftafólki
friggjakvøldid í Badmin-
tonhøllini. 500-600 fólk
vænta teir til veitsluna.
Seinast í månadinum er
málið at fáa eitt drúgv minn-
ingarrit út um felagið. Upp-
runaliga var ætlanin at fáa
ritið liðugt til fødingardagin
í dag, men tað eydnaðist
ikki.
Tað er Hans Thomsen,
sum leggur bókina til rættis,
í samstarvi við Poul Johs.
Lindberg, sum var rokn-
skaparmaður hjá felagnum í
30 ár.
Minningarritið verður út
móti 300 síðum við nógvum
myndum, m.a. av teimum,
sum hava gingið á odda í
felagnum.
Havnar Arbeidsmanna-
felag er í tí hepnu stødu at
eiga allar gerdabøkurnar, og
tær hava ligið til grund fyri
at skriva ritið. Men tað
hevureitt stórt arbeiði at
skriva, ti nógv er hent øll
hesi árini, og felagið hevur
ongantíð áður givið nakað
minningarrit út, sigt: Hans
Thomsen.
Sýgan um Havnar Ar-
beiðsmannafelag er sam-
stundis ein partur av søguni
um Havnina, um vidur-
skiftini hjá fólki í høvuds-
staðnum.
Hans Thomsen sigur, at
teir hava serliga heft seg við
ta fyrstu tíðina. Tá var
arbeiðsdagurin frá seks á
morgni til seks á kvøldi, og
leygardagurin var eisini
vanligur arbeiðsdagur.
- Viðurskiftini eru batnað
alla tíðina, men eg haldi, at
størsta framstigið var at fáa
átta tíma arbeiðsdag. Tað
var í 1931, at arbeiðsdag-
urin í Havn fór niður á átta
tímar. Men tað var bara í
Havn. Hinar bygdimar
komu langt aftaná. Hini
londini høvdu tá leingi havt
átta tíma arbeiðsdag, sigur
Hans Thomsen.
Lønimar vóru eisini
ójavnar kring landið, og so
seint sum undir seinna
heimsbardaga vóru lønimar
ójavnar, og heldur ikki líka
langur arbeiðsdagur var
allastaðni. Hetta hevði m.a.
við sær, at reiðararnir hóttu
við at senda skipini at gera
út hagar, lønimar vóru
lægri, t.d. í Klaksvík. Tað
varð brúkt sum trýst móti
felagnum, sum hevði fingið
vunnið limum sínum betri
viðurskifti og løn.
Eitt annað framstig hjá
felagnum var at fáa
eftirlgnargrunnin, ið varð
stovnaður fyri átta árum
síðan. Teir limir, sum hava
verið limir øll átta árini, og
sum annars lúka treytimar
fyri at fáa efurlgn, fáa frå 1.
august 1991 fulla upphædd
goldna úr grunninum. Full
upphædd er 3600 krónur um
mánaðin.
Hetta er nakað av ti, ið
greitt verður frá í minn-
ingarritinum um Havnar
Arbeiðsmannafelag, ið sum
nevnt væntandi kemur út
seinast í mánaðinum.
Karl Johansen (í mið-
uni) hevur verið for-
maður i Havnar Ar-
beiðsmannafelag í nógv
ár. Vinstrumegin sæst
Andreas Debes, næst-
formaður, og Monrad
Kjelnæs, bókhaldari í
felagnum, høgrumegin.
Myndin omanfyri er av
Jóan Peturi Davidsen,
sum var fyrsti formað-
ur Havnar Arbeiðs-
mannafelags
Síða 5
Tað finnast nógvar eldri myndir, ið lýsa søguna hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Henda er tikin seinast i 20-
árunum av arbeiðsmonnum í havnini
randi
Framhald av síðu 2
til sjóndar í stórmálum,
men hon skínur eisini
igjøgnum í smærri men
eisini tydningarmiklum
málum. Fyri bara at taka
eitt teirra, rúsdrekka-
málið. Hvussu í allari víðu
verð hevdu vit fingið eina
meira tíðarhóskandi lóg-
gávu á hesum eki í eini
samgongu við henda kon-
servativa andan í sam-
bandsflokkinum!
Hvat viðvíkur eini sam-
gongu millum javnaðar-
flokkin og fólkaflokkin, so
veit pn, at eisini vit hava
sett eitt spurnartekin við
eina slíka samgongu. Men
hetta er so tað báðir flokk-
arnir hava gjørt av og í
eini tíð, har búskaparliga
steðan í landinum er so
álvarsom, skulu vit so
hava eina arbeiðsfera
samgongu undir øllum
umsteðum. Javnaðar-
flokkurin hevur ikki mett
meguleikar at fáa eina
slíka samgongu at virka
saman við sambandinum
og tí skal henda tvey-
flokkasamgonga royna
seg.
Tá pn skrivar, at
javnaðarflokkurin í roynd-
um sínum at skipa sam-
gongu hevur smelt ta
skeivu hurðina í, so er
hetta skeiv adressa. Sam-
bandið vísti lítlan og ong-
an vilja at koma upp í eina
samgongu, og tað var tí
tað sum smelti hurðina í.
Hevdu vit ein positivan
og framtakshugaðan sam-
bandsflokk, tá hevði uttan
iva ein heimastýrissam-
gonga verið veruleiki. Eis-
ini sambandsflokkurin er
noyddur til at revurdera
sín politikk og fylgja tíð-
ini. Tað ber ikki til at lata
alt standa í stað. Kon-
servativa og ofta reak-
tionera linjan hjá sam-
bandsflokkinum tykist at
vera so grundfest, at tað í
veruleikanum er hann
sjálvur, sum tá avtornar
setir seg uttan fyri alla
ávirkan — og ikki javnað-
arflokkurin, sum lítur
frameftir heldur enn at
stara seg blindan í fortíð-
ini.
Vit nevndu rúsdrekka-
málið sum eitt talandi
dømi og vit kundu nevnt
fleiri onnur við. Tað er
uppá tíðina, at sambands-
menn gera sær greitt, at
við at tvíhalda um sínar
botnkonservativu hug-
sjónir, kvetta teir allar
meguleikar at skipa sam-
gongu saman við eitt nú
javnaðarflokkinum bæði
nú og í framtíðini.
Tit máttu havt lært av
royndunum í farna lands-
stýri, hvussu tit við tykk-
ara boomeranglíknandi
samgonguskjali tvingaðu
tykkara samgongupartn-
arar at vísa seg fram um
undirbrotligar = tænarar
sambandsfloksins. Tjóð-
veldið orkaði rætt og
slætt ikki meira at liggja
undir hesum tunga og
myrka sambandsokinum
longur, og hetta gapi-
stokkaarbeiðið kom at
kosta honum dýrt. Javn-
aðarflokkurin ynskti ikki
at koma í gapistokk sam-
bandsfloksins, tí bleiv
heldur eingin samgonga.
Annars skal tað vera
okkara vón, at nýggi for-
maður floksins nú fær
stundir í andsteðu til at
fáa skil á henda flokk.
Síggja vit burtur frá hans-
ara byrjunarmistekum
sum formaður, so ivast vit
onga letu í, at hann er
maður fyri at fáa sam-
bandsflokkin á beint og til
ein samarbeiðsflokk aftur,
tá landsstýri skulu skip-
ast í framtíðini. Kanska
júst hansara treiska lyndi
her kann koma honum og
sambandinum til góðar.
Hann er virkin, dugnalig-
ur og íðin. Nú ræður um at
brúka hesar góðu gávur
rætt. Vit ynskja honum
góða eydnu. Hóast vána-
liga úrslitið av fyrstu sam-
gongusamráðingum 'sín-
um, so ivast vit ikki í, at
hann fer at virka fyri, at
vit fáa tann sakliga og
grundiga dialogin, sum
eigur at vera millum eitt
stýri og eina andsteðu.
Ikki minst í hesum tíðum
hava vit vissuliga brúk
fyri eini virknari and-
steðu.
Eric Hill