mikudagur 16. januar 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S íða 8 1
>
Nr. 10 — 16. januar 1991
Hjarnar Djurhuus:
Vit eiga olju til
goymslu til tveir mánaðar, sigur hann
Í dag er freistin, ST hevur
sett, fyri at Iraq skal taka
seg aftur úr Kuwait, úti.
Iraq hevur boðað frá, at
tað fer at oyðileggja allan
oljuútbúnaðin hjá fíggind-
anum og eisini í Kuwait.
Nærkast ein oljukreppa
okkum?
Vit verða neyvan í
uppisetri í bræði. Skuldi
tað ótrúðliga hent, at
ongin litur varð fluttur til
Føroya, so hava olju-
feløgini i Føroyum nóg
mikid å goymslu til tveir
månadar nytslu, sigur
Hjarnar Diurhuus.
--Vit eru nógv betri
fyrireikað uppá eina olju-
kreppu nú enn t.d. í 1973
tá fyrsta oljukreppan rakti
vesturheimin. Tá var tað
ikki bert at oljan minkaði,
men vit fingu ein risa
prísskelk. Í 1979 var
eisini oljukreppa og av
henni lærdu vit eisini,
sigur hann.
VÆL FYRI
Tað er nógv lættar at
stýra einum so lítlum
samfelagið sum Føroyum,
enn einum stórum
ídnaðarlandi.
--Shell eigur t.d olju-
skipið Magn. Undir olju-
kreppunum sum hava
verið, hava vit altíð kunna
keypt olju í smærri
nøgdum og føroyingum
tørvar ikki so nógv. Undir
teimum báðum
undanfarnu
oljukreppunum merktu vit
ikki so nógv sum eitt nú
danir, sum sótu kaldir,
sigur Hjarnar Djurhuus.
--At tað er lættari at
stýra einum minni sam-
felagi undir eini olju-
kreppu er ongin ivi um.
Ég minnist í 1973. Tá sat
Pauli Ellefsen, sum for-
maður, í Prísráðnum. Eg
ringdi til landstyrid og
segði at vit høvdu fingið
eina last, sum vit kundu
keypa. Dagin eftir høvdu
eg og Pauli fund við
landstýrið og keypið var
avgreitt. Sjálvandi er tað
dýrari at keypa undir eini
oljukreppu, sigur Hjarnar
Djurhuus.
--Oljuprísurin er ringur
at rokna út um ein hyggur
eftir framleiðslu og
nýtslu. Tá Iraq gjørdi inn-
rás 2. august í fjør var
prísurin á tunnuni umleið
16 dollarar, í september
var hann komin uppá 40
dollarar og nú, tímar
áðrenn freistin hjá Iraq er
úti, er prísurin 29 dollarar,
sigur Hjarnar Djurhuus.
-Tað er tíðum spek-
ulatión í oljuni, lagt verð-
ur inn undir seg og hetta
gevur ein skeivan prís.
Øil lond i
vesturheiminum hava olju
til minst 90 dagar å
goymslu. Enn er ógreitt
um hendan skal nýtast til
at halda prísin niðri, ella
um hon skal nýtast tá
lond eru komin í neyð.
tveir mánaðar
-Um ein verulig oljukreppa rakar vesturheimin og ikki ein litur av
olju verdur fluttur til Føroya, so hava oljufeløgini nóg mikið á
Men oljuprísurin, tað er
ein fløkt søga íð skiftir
eins og kursurin, sigur
Hjarnar Djurhuus.
BBC tosaði nógv
mánakvgldið um eina
møguliga oljukreppu. Í
Bretlandi eru longu fyri-
reikingar gjørdar til at seta
håmarksferdina hjå ak-
førum nidur fyri at spara
olju.
Vit spurdu Niclas
Akraberg Poulsen, politi-
kommiser hvussu manna-
gongdin er, um håmarks-
ferdin skal setast nidur i
Føroyum.
-Politiid kann ikki
gera tað av sínum ein-
tingum. Bert í einstókum
fórum, tá vandi kann vera
at koyra. Fyri at seta
hámarksferðina niður
krevst ein landstýris-
samtykt og sidan ein
kunngerð, sigur Niclas
Akraberg Poulsen.
jústinus
Føroysku olju-
feløgini eiga nóg
mikið av olju á
goymslu til tveir
mánaðar.
KrF við Atla Dam:
Varðveitið
sjukrabila-
tænastuna
Nevndin i KrF-Eystur-
oy hevr sent Atla Dam
bræv, har heitt verður á
komandi landsstýris-
samgongu um at bera
so í bandi, at sjúkra-
bilatænastan í
Eysturoynni hvørki
verður avmarkað ella
nidurløgd, men kemur
at halda fram á sama
hátt sum higartil.
„Henda tænasta hevur
havt ómetaliga stóra
týdning fyri eysturoy-
ingar eins væl og norð-
astu bygdirnar í Norð-
streymoy," verður sagt
í brævinum. ,Dømini
eru mong um, hvgnn
týdning henda tænasta
hevur havt fyri
einstaklingar = og
familjur teirra."
Víst verður á, at tað í
sambandi við komandi
sparingar hevur verið
uppá tal at niðurleggja
hesa tænastu. „Men vit
eru av teirri áskoðan, at
hesin rakstrarpeningur
er sera væl farin og
enntá samfelagsspar-
andi, tá hugsað verður
um, at skjót hjálp er
besta hjálpin."
hj.