Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 16. januar 1991 Havsbrún Sagt fólki upp --Men starvsfólkatalið er tað sama sum fyri tveimum árum síðan, sigur Andrias Lava Olsen, stjóri Seinastu tíðina eru fólk sum hava arbeitt á Havsbrún í Fuglafirði uppsøgd, talan er um 13 arbeiðspláss og uppsagn- irnar raka 18 fólk. Seinastu tíðina eru prísirnir á fiskamjøli upp- farnir á altjóða markn- aðinum. Hvat er orsgkin til uppsagnirnar? --Orsgkin er einføld råvørunøgdin er minkað niður í helvt. Í áttati- árunum tóku vit í móti umleið 165.000 tons okkurt árið, í ár kunnu vit allarhægst rokna við 90.000 tonsum, sigur Andrias Lava Olsen. -Tað er rætt, at prísurin er hakkaður nakað á heimsmarknaðinum, men enn hava vit ikki merkt nakað til tað. Og tað er ógjórligt, at prísurin hækkar somikið, at tað vigar uppí móti råvørumissinum. Orsøkin til at vit ikki hava merkt nakað til príhækkanina er, at skandinavisku londini fáa betri prís enn t.d. tey latínamerikansku. Vit hava betri góðsku. Fyrst hækka botnprísirnir, sigur hann. Orsøkin til at fiska- Andrias Lava Olsen mjølsprisirnir eru hækk- aðir er, at chilensku og preuansku skipini fingu minni seinna hålvår i fjør, og eisini, at danska idnadarveidan minkadi vid 20 prosentum, Danmark hevur stórstu idnadar- veiðuna í Europa, skrivar Fishing News Interna- tional. SAMA FÓLKIÐ Hóast neyðugt hevur verið at sagt fólkið upp, so er sama starvsfólkatalið sum fyri tveimum árum síðan, sigur Andrias Lava Olsen. Havsbrún hevur fingið ein fóðurverksmiðju til alifóður. Her starvast 18 fólk dagliga. Fóðurverk- smiðjan framleiðir bert til føroysku alivinnuna. --Tað loysir seg ikki at framleiða til útflutning. Vit eru uttanfyri EEC, kappingin verður hør, ti vit skulu rinda bæði toll og fraktgjald. Andrias Lava Olsen sigur, at grannalond okkara hava somu trupu- leikar innan ídnaðarfisk. Råvøran minkar og eisini eitt nú í Noreg, Danmark og Íslandi hevur verið neyðugt at siga fólkið upp. Á Havsbrún arbeiða í dag 43 fólk. Hetta er um- framt landararnar og teir sum fáast við avskipingar. Hesir eru ikki í føstum starvi, men koma tá okkurt er at gera, sigur Andrias Lava Olsen. jústinus Havsbrún fær nú bert helvtina av ti råvøru, sum hon fekk fyri bert fáum árum síðan. somme [SETE Síða 9 Veiðutrýstið skal minkast Bráneyðugt við stýring av fiskiskapinum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt eina meting av støduni í stovnunum av toski, hysu og upsa undir Føroyum vid årslok 1990. Og útlitini eru døpur. Urslitini vísa, at stovnarnir av toski og upsa undir Føroyum í løt- uni eru sera nógv niðurfiskaðir og bráðneyð- ugt er við eini stýring av fiskiskapinum undir Før- oyum. Fyri at kunna um úrslitið og fáa eitt orða- skifti um neyðug tiltøk bjóðar Fiskirannsóknar- stovan feløgum og einstaklingum til fundar í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin. Fundarskrá sær soleiðis út: Hjalti í Jákupsstovu stjóri á Fiskirannsóknar- stovuni leggur fyri og síðan greiðir Jákup Rein- ert frá grundarlagnum undir stovnsmetingunum. Andras Kristiansen greiðir frá stovnsmetingunum fyri 1990 og útlitini fyri 1991. Bjarti Thomsen og Arni Nicolajsen greiða frá veiðuni býtt eftir skipa- bólkum 1985-90, veiði- strategi í mun til tilfeingið. Síðan fer Andras Kristiansen at greiða frá ymiskum hættum at stýra fiskiskapinum. Aftaná døgverda fer Arne Poulsen, skrivari, at greida frå figgjarligu av- leidingunum av eini styr- ing av fiskiskapinum, mett yvir stutta tid og yvir fleiri år, vid dømi frå einum flakavirki/skipi. Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri fer at greiða frá hvussu vit best skipa fyri fiskiskapinum undir Føroyum. Og at enda verdur orðaskifti. Orðstýrari verður Hjalti i Jåkupsstovu. NYGGJAN POLITIKK Tað tykist sum fiskifrødingarnir ikki fara at tala fyri deyvum oyrum, nú nýggja landstýrið fer til verka. Í samgonguskjalinum millum javnaðar og fólkaflokkin stendur mill- um annað: "Rikin verður fiski- vinnupolitikkur, sum tryggjar skynsama stovns- røkt, sum miðjar í móti at fáa veiðuflotan at hvíla í sær sjálvum............" "Veiðutrýstið verður minkað við: 1.Upphøggingarstudli og avmarking av: 2. fiskiloyvum, 3. fiski- økjum, 4. veididøgum (vid atliti til ymisk Svørt utlit skipasløg og veidihættir) til tess at nåa mål- setningin, at stovnarnir verða troyttir á ein skilagóðan hátt." "Miðað verður í móti, at veiðiorkan verður minkað við (mett veiða) 10.000 tonsum í 1991. Helvtin av hesum niður- skurði eigur at verða tíkin burtur í fyrsta ársfjórðingi. Umsóknir um upphøgging verða avgreiddar skjótast gjørligt.” ". Endamålid er at veiða tað optimala. Men av ti , at fiskastovnarnir eru nú ov hart troyttir, kann tað ikki gerast sum er. Serliga verður víst til langtíðartilráðingar frá Fiskirannsóknarstovuni og grundarlagið hesar byggja á (ICES)." jústinus