Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nesið Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sund- stein eru teir einastu, ið áður hava sitið í Tinganesi Løgmadur og nýggja landsstýrið varð valt á løgtingsfundinum seinnapartin i gjår. Eftir at Javnadarflokk- urin hevði slættad sjógv innanhýsis fyrrakvøldid, var full undirtøka i flokkinum fyri lands- styrisevnunum. Politiska samstarvid millum Javnadarflokkin og Fólkaflokkin - fest á blað í undirskrivaða samgonguskjalinum - kundi endiliga enda við manning av einum nýggjum landsstýri. ATLI LØGMAÐUR Fyrst á skránni var val av løgmanni. Atli Dam úr Javnaðarflokkinum varð valdur ul løgmann vid 17 atkvødum fyri; Lassi Klein fekk tvær atkvødur og SE (?) eina, og 11 vóru blankar. SEKS AFTRAT Síðani var val av lands- styrismonnum. I upp- skoti vóru Tummas Ara- bo, Marita Petersen og Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum, og Jógvan Sundstein, John Petersen og Svend Aage Ellefsen úr Fólkaflokk- inum. Tey vóru somuleiðis gil vald við 17 atkvødum fyri. BERT SUNDSTEIN EFTIR Av teimum, sum fóru í Tinganes í januar 1989 verður tað sostatt bert Jógvan Sundstein, ið verður sitandi. Tjóðveld- isfólkini Jóngerð Purk- hús og Signar Hansen, og sambandsmenninir Jógvan I. Olsen og Ivan Johannesen fara sum vituligt er, haðani. Hin fólkafloksmaðurin Olaf Olsen ynskti ikki at fara í landsstýri aftur. IKKI HÚSVAND MANNING Um nývalda landsstýrið kann sigast, at burtursæð frá teimum báðum floks- formonnunum (Atli Dam og Jógvan Sundstein), so hevur eingin teirra áður verið landsstýrismaður. ówh Nr. 10 — 16. januar 1991 Trupulleikarnir í Javnaðarflokkinum høvdu við sær, at tað gekk eitt samdøgur longri enn ætla, áðrenn Atli Dam og Jógvan Sund- stein endaliga kundu játtað samstarvið millum flokkarnar á TINGINUM Atli Dam verður løgmaður komandi tvey árini. Hann 58 ára gamal og útbúgvin verk- frødingur og hevur síðstu árini starvast sum stjóri á Realinum. Varð landsstýrismaður 9. mars 1970, tá Villi Sorensen doyði. Løgmaður 1970-1974 (Javnaðarflokkurin, Sambands- flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin), 1974-1978 (Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin), 1978-1980 (somu flokkar) og 1984-1988 (Javnaðarflokkurin, Tjóðveld- isflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin/Framsóknarflokkurin). Hann hevur sostatt verið løgmaður í umleið 14 ár tilsamans. Var fyrstu ferð valdur á løgting í 1970 í Suðuroy, har hann hevur verið aft- urvaldur hvert val, undantikið síðsta val, tá hann varð valdur í Suðurstreymi. Formaður Føroya Javnaðarfloks síðani fyrst í sjeytiár- unum.