hósdagur 17. januar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
siða 12
Øs]
Havnaútbygging í Skopun
Nr. 11 — 17. januar 1991
Pollurin vidkadur
-Hetta arbeiðið verður liðugt seinast i hesum árinum, verður sagt av
Landsverksfrødings-stovninum
Sprongt hevur verið á turrum. Her sæst víðkaði Pollurin. Mynd: Kalmar
Havralagið í Skopun er
ikki at kenna aftur og
hóast arbeitt hevur verið í
manna minni við at gera
hesa Omøguligu havn,
møguliga, so er hon
ongantíð vorðin nóg góð.
Men frá Landsverk-
fréðinginum verður nú
sagt, at verandi byggi-
etlan, í fýra byggistigum,
fer at gera einastu sam-
ferðsluhavnina í Sand-
ynni góða.
Hetta vísa allar
royndirnar, sum eru
gjørdar á Dansk Hydrau-
lisk Institut.
Og tað er eitt risa-
arbeiði arbeiðssamtakið
millum Guttesen/Staks-
berg og Dekkon hava
gjørt.
Fyrsta byggistid er
broytt fleiri ferðir og nú er
Pollurin víðkaður nógv
meir enn upprunaliga
ætlað.
--Víðkaði Pollurin fer
at gera innsiglingarmøgu-
leikarnar nógv betur og
tað vil eisini siga, at skip
kunnu koma inn í nógv
verri veðri.
Umframt víðkanina av
Pollinum verður eisini
Símunar bukt uppfylt so-
leiðis, at betri pláss fæst á
havnalagnum. Molin út
Lítlaskeri verður eisini
longdur og tað skuldi
gjørt havnina kyrrari.
Hetta er fyrstu ferð, at
landsverkfrødingurin
hevur eina samlada ætlan
at ganga eftir vid havna-
byggingini í Skopun og
sum sagt allar royndir vísa
nú, at tá gll fýra byggi-
stigini eru liðug, tá eiga
skopuningar eina góða
havn.
jústinus
Símunar bukt verður nú uppfylt og harvið gerst havnalagid størri. Mynd: Kalmar
Frá Móðurmálslærarafelagnum
Aðalfundur
Lýsti aðalfundurin verður í útvarpsheollini
leygarmorgunin 26. jan., kl. 10.
Skrá eftir lógini.
Aftaná, kl. 13.10-13.30: Næmingar við
serligum lesi-
trupulleikum.
13.30-14.00: Frágreiðing
um upplestur.
Undirvísari: Sverri Egholm.
Tey, ið ætla sær á hetta skeið, kunnu
antin velja sær ein tekst, sum hóskar til
3.-7. fl. og burtur úr hesum teksti velja
sær eina blaðsíðu, sum kanska lýsir
tekstin væl, og har ein samrøda er, ella
tey fáa ein tekst á skeiðnum at lesa.
Bara eini 20 fólk sleppa á skeiðið, so
tey, ið ætla sær, verða biðin um at boða
frá á telefon 15555 (Landsskúlafyrisit-
ingin, Hallgerð Hansen) í arbeiðstíð ella
á telefon 24187 eftir arbeiðstíð áðrenn
21. jan.
Nevndin
Eykaaðalfundur
Havnar
Arbeiðsmannafelag
lýsir til eykaaðalfund í hølum felagsins
mikudagin 30. januar kl. 20.00.
við hesi dagsskrá:
1. Framløga av roknskapi
2. Stødutakan til såttmålauppsøgn
3. Ymiskt
Beint eftir fundin verður ársaðalfundur-
in hjá Eftirlønargrunninum við hesi
dagsskrá
1. Framløga av roknskapi
2. Ymiskt
Nevndirnar
Pedagogur/
hjálparfólk
Vegna barnsburðarfarloyvi verður sekt
eftir pedagogi/hjálparfólki frá 1. februar
1991.
Áhugað verða biðin um at ringja tlf.
17878, fyri at fáa meira at vita um starv-
ið.
Barnagarðurin á Konmansmýru
100 Tórshavn