Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 18. januar 1991 STUDNINGS ISkoyti til lesandi Studulstovnurin hevur sent út oyðu- blød at fylla út hjá teimum, sum vilja sýkja um iskoytis- studning. Rætt at søkja hava bert tey, ið lesa utt- anlands, umframt tey, ið útbúgva seg í Føroyum, men fara uttanlands í starvs- venjing; US leggur dent á, at talan ikki er um studningin til lestur = uttanfyri Norðanlond, ið kunnað varð um her- fyri. Talan er um í- skoyti, ið verður veitt í serligum før- um. Hugsað verður um grundískoyti til uppihald og ferðing heim til Føroya, i- skoyti til barnafum- iljur, persónar, sum eru verri fyri enn onnur lesandi, tí teir hava mist lestrar- studulin, og ískoyti til tey, ið skulu svara skúlagjald. Aftrat hesum kemur tað, ið nevnt verður “annað i- skoyti”. Her verður hugsað um tey, sum eru undir útbúgving i Føroyum, men fara uttanlands í starvs- venjing, og um und- irvísingarendamál, ið verða mett neyðug fyri føroyska sam- felagið (gransking, skriving av spesial um og einstaklinga/ privata undirvísing í sambandi við ymisk- ar listargreinir. Umsóknarfreistin til “annað iskoyti” er 1. mars og fyri hini ískoytini 1. mai. Skipanin við í- skoytisstudningi fer væntandi at kosta 7,5-8 mió. krónur. . . Vert at umhugsa - sigur Jógvan Sundstein um uppskotið at gera eina likviditets-uppgerð til kravdan part av ársrokn- skapinum hjá fyritókum Jógvan Sundstein, grann- skoðari og landsstýris- maður við m.a. skatta- og partafelagsviðurskift- um sum málsgkjum, heldur tað vera eitt gott hugskot við eini likvidi- tets-uppgerð í sambandi við ársroknskapir hjá fyritøkum. 3. UPPGERD Vit spurdu hann i sam- bandi vid grein her i bladnum mikudagin, har vit endurgóvu eitt upp- skot frá danska grann- skoðaranum Jacob Schgi- ler. Hann skjýtur upp, at umframt rakstrarrokn- skap (inntøkur og út- reiðslur í sambandi við virksemið) og fíggjar- stóðu (ogn og skuld) skal ársroknskapurin eis- ini umfata eina likvidi- tets-uppgerð, t.e. eitt yvirlit yvir reiðan pen- ing, ið fer út úr og inn í fyritøkuna gjøgnum árið. IKKI OKENT Eins og ein énevndur grannskoðari í mikudags- blaðnum vísir Jógvan Sundstein á, at tað er rættiliga vanligt at gera eina slíka uppgerð. Men tað er bert nevndin í eini fyritøku, ið hevur krav uppá hana, - ikki aðal- fundurin ella partafel- agsskrásetingin. VERT AT UMHUGSA Avgerandi spurningurin er tí, um vit skulu gera lógarbroytingar, so ein likviditets-uppgerð verður kravd. - Jú, tað haldi eg av- gjørt er vert at umhugsa, sigur Jógvan Sundstein. Talan verður tá um broytingar í partafel- agslógini, ið er frá 1930'unum, og um at gera eina lóg svarandi til donsku 'Årsregnskabs- loven'. ówh Kajakk koppadi Maðurin slapp frå tilburð- inum uttan mein Rætting til Fiski- rannsóknar- stovuna Vit skrivaðu herfyri um ein fund, sum Fiski- rannsóknarstovan hevði tikið stig til nú leygar- dagin. Har eru onkrar misskiljingar komnar uppí. Fyri tað fyrsta var talan um eina innbjóðing til blaðið um at luttaka á fundinum, sum ikki er almennur, men bert fyri innbodnum. Fyri tað næsta skriv- aðu vit, at fundurin verður hildin í Norðurlandahús- inum. Hetta er heldur ikki rætt. Vit biðja um um- bering fyri mistakið. jústinus — Fødingar- dagur Í dag verður John Thom- sen, Klaksvik, 80 år. Hann er burturstaddur. - Broytingar i skapar-krøvunum er verður farið undir at broyta í hesum landi. Men tað skal gerast, og ein kravd likvidi- tets-uppgerð er avgjert sigur Jógvan Sundstein, landsstýrismaður Seinnapartin í gjár var ein ungur havnarmaður farin út við kajakk, men tað var veður ikki til. Uu fyri Strond, 100 metrar úr landi, koppaði kajakkin, og maðurin fór á bláman. Tíbetur var maðurin í froskmanna- búna, so kuldin í sjónum bilti ikki. Tað var tó skjótt, hann var tikin upp. Ein maður í landi sá tilburðin, partafelagslógini og ikki tað fyrsta, verd at grannskoðari ringdi til løgregluna, og 12 minuttir eftir, at boð- ini vóru komin til løg- regluna, hevði "Skúm- arin" hjá Tórshavnar Skipasmiðju tíkin hann upp. Maðurin fekk einki mein, so ikki var neyð- ugt hjá honum at fara til lækna. randi Skipateleks og GMDSS Um nóg nógv tekna seg byrjar iskovtis- skeið 21. jan. kl. 08.00. Próvtoka 30. jan. Fyri at koma å skeidid er neydugt at hava generelt radiotelefonisertifikat. Kostnadur kr. 2.500 pr. luttakara. Sigið frå sum skjótast. Føroya Sjómansskúli Prógv Á Søguvisindadeild Fróð- skaparseturs Føroya hevur Maud Næs fingið prógv i B.A. i søgu og si0søgu. rokn- umhugsa, Sida 5 SATURN lll slerdi sitt egna met Vågsskipid Saturn III seldi mánadagin i hinari vikuni í Scrabster. Við hesi sølu slerdi Saturn III sitt egna met, hvat med- alprisi vidvikur. Hann seldi 71.000 pund fyri góðar 400.000 krónur. Hetta er 18,45 krón- ur í meðal fyri kilo. Meðalprísurin fyri hýsu var 19,79 kr. fyri kilo; fyri tosk var prísurin 16,72 kr. fyri kilo Saturn III hevði roynt 4-5 dagar á Munkagrunninum. Meginparturin var hýsa (26.653 kilo ella 75 % av brutto- veiðu); dastið av restini - 8368 kilo ella 23,4 % av brutto - var toskur. Hægsti meðalprís- urin, Saturn III hev- ur havt fyri síðsta tår, var 17,12 kr. fyri kilo; lægsti medalprisur hevur verið 15,00 kr. fyri kilo. , ówh NÚ er at spenna BELTINI