Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Landsstýrið Atli Dam um ósemjuna í samband við Landsstýrisskipanina: Ein Sjálvsagdur rættur - eisini tá talan er um Ósemjur um? innanflokka, sigur Atli Dam, lógmaður, sum um nakrar dagar verður lagdur undir skuð í Danmark. Í viðfórinum hevur hann fóroyska krimisøgu, sum hann hevur goymt sær til at stytta stundir við, undir sjúkraleguni Tað er eingin loyna at Atli Dam, løgmaður í seinastuni hevur havt ringa heilsu. Tað hevur verið torført at falt yvir í valstríðnum og undir samgongusamráðingunum Tað tóktist tí mongum ómenniskjansligt, at floksfelagaðar hansara ikki vóru samdir, tå nýggja Landsstýrið skul- di veljast? IKKI PERSONLIGT Alti Dam: - Tað kundi kanska sýnast soleiðis, men tað er ein demokrat- iskur rættur at mótmæla - eisini innanflokka. Kendi tú teg ikki pers- ónliga raktan, sum var tað misálitisváttan til tín? - Nei, soleiðis kendi eg tað ikki. Í veruleikanum var tað bert fyri at vísti á, at fólk vóru misnøgd við at vit skundaðu okk- um ov nógv. - Søgan er tann, at tað var avgjórt vikuna frammanundan at Lands- stýrið skuldi veljast mánadagin, men av tí at onkrar forðingar vóru sum gjørdu, at vit ikki kundu hittast fyrr enn sunnukvøldid, tá sam- gonguskjalið var undir- skrivað. Tí vildu javnaðarum- boðini hava stundir at tosa saman áðrenn avgerð varð tikin. Tað fingu teir so 24 tímar til, og rætt- lag kom á, tå tíðin var farin. Var tað ikki sum at fáa troyggið, at alt Føroya fólk bíðaði eftir tykk- - Nei, tað var tað ikki - heldur hinvegin. Tað var fult so gott at fáa alt á rætta pláss beinanvegin, ístaðin at taka ymsu málini upp so hvørt sum okkurt ivamål kemur. IKKI EINDØMI Tað er ein demokratiskur háttur, at ásanna at fólk eru Ósamd, ístaðin at fjala tað. - Minnist meg rætt, so var stødan tann í Tjóð- veldisflokkinum undir seinasta Landsstýrisskip- an, at flokkurin íkki visti, hvør skuldi út í Tinganes, fyrr enn málið var avgreitt. So hetta eru væl kend viðurskifti og ikki eindømi fyri javn- aðarflokkin. - Annars fingu vit góða undirtøku frá val- feløgum kring alt landið, og einki mótmæli er komið, so eg eri væl nøgdur kortini. TOLSEMI Hvat siga kona og børn til at tú nú aftur fer i Tinganes. Hava tey ikki mist tolið? - Tey høvdu vant seg við, at eg íkki ætlaði mær út aftur í Tinganes, sum eftir réttum átti at verið í 1988, um flokk- urin fekk nóg góða undir- tóku til ta tíð, men tey hava kortini góðtikið hetta, og eru nøgd við, at talan bert er um tvey ár. Sólva Dam arbeiðir sum sjúkasystir á Lands- sjúkrahúsinum, og tað fer Nr. 12 — 18. januar 1991 hon eisini at gera fram- yvir. Tveir teir yngstu synirnir búgva heima. Tú hevur einki målsøki sum løgmadur hesaferð. Er tað fyri at hava stundir at halda skil á landsstýrissamgonguni? - Ætlanin er at gera broytingar í stýrisskip- anini, móti ministe- ralstýri soleiðis, at hvort málsgki sær fær stórri ábyrgd. Sum nú er hava vit kollegialstyri, og tað merkir at allar avgerðir verða tiknar í felag. - Hóast ætlanin ikki er fullkomiliga at broyta stýrisskipanina, so er tað ein nátúrlig framferð, av tí at høvudsdeildirnar i Tinganesi nú eru býttar upp í seks øki. - Tí er tað rættast, at hvør landsstýrismaður sær hevur eina deild at venda sær til, og hervið fær betur umstødur at seta seg inn i einstøk mål, sum hoyra undir ymsu målsøkini. Løgmadur hevur kort- ini síni málsgki - eitt nú uttanríkismál, samráð- ingar í samband við stýrisskipanarbroytingar og broytingar í sjálvs- stýrislógini, undirgrund- ina, fríhandilsavtalu við Í dag: Løgmaður EF og fislivinnusamráð- ingar. ORKU- KREVJANDI Hesi mál fara komandi árini at krevja so nógv av løgmanni, at tað í sjålv- um sær er nóg mikið. - Mínar royndir í seinastu løgmanssetuni vóru tær, at fiskivinnus- amrådingar fóru við stórum parti av arbeiðs- orkuni. Eg sat á fundi nærum allan sólarringin, og tað verður ikki minni orkukreyjandi í framt- íðini. - Eg eri nøgdur við samgonguskjalid og vit hava tosað nógv um møguligar forðingar, sum kunnu koma av, at samgonguskjalið er so rúmsátt. Hetta vita báðir partar og hava samstund- is tosa um, hvat skal ger- ast, eins og um at tað er neyðugt at loysa trupul- leikarnar, so hvgrt sum frálíður. Um tvey ár ætlar tú tær at gevast sum løgmadur og tá verður tú 60 ár. Er stundin tá ikki komin, har tú kanst leggja frá tær við góðari samv- itsku? - Jú, tað vidli eg hild- ið, men um flokkurin heldur at eg eri til nyttu framvegis, so vil eg fegin halda fram, sum ting- maður. Mínar royndir gjøgnum 25 ár - um eg havi heilsuna - í fremstu rød í føroyskum poli- tikki, kunnu kanska gag- nað flokkinum, og tað seti eg meg ikki móti. Framhald á síðu 16 Atli Dam, løgmadur: - Um Javnadarflokkurin heldur, at eg eri til nýttu framvegis, tá eg um tvey ár fari frá sum løgmaður, so vil eg fegin halda fram sum tingmaður. Mínar royndir gjógnum 25 ár - um eg havi heilsuna - í fremstu rød í politikki, kunnu kanska gagna flokkinum, og tað seti eg meg ikki mol.