Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 18. januar 1991 Í Mortan Mørk sum arbeiðir hjá kommununi, stendur her við einum av nýggju ílótunum. Mynd: Kalmar. 100 nýggj ruskiløt ikki frið. Nú hevur -Plastikkruskiløtini fingu føroysk fyritøka gjórt nýggj úr jarni, sigur Vøgg byarverkfrødingur Guttesen, Eitt av fritidaritrivinum hjá ungdómi í Havnini, sum gongur og keðir seg, er at gera seg inná ruskiløtini hjá komm- ununi. Hesi verda skrødd niður, eldur verður settur á A Ar | og rusk flýtur í gøtunum. --Heilsunevndin av- gjørdi í fjør, at nú skuldi skil fáast á. Tí hevur P/F Anfinnur Debes gjørt 100 nýggj ruskiløt úr jarni. Hesi kunnu tømast við at Kvinnuhúsfelagið Limafundur i KFUM 1. og 3. héskvøld í mánaði- num kl. 20.00 lata botnin upp. Einki lok er á ílótunum, bert eitt hol at stinga ruskið í, sigur Vøgg Guttesen, byarverkfrødingur Higartil hava nyggju iløtini fingið frið og byarverkfrødingurin roknar við, at í framtíðini verða gll 250 ruskiløtuni hjá kommununi skift út við nýggja slagnum. jústinus Gunnar Hoydal, býararkitektur: Málið er a Ikki avgre Í Sosialinum mikudagin, segði Jan Christiansen, formaður í Byggi- og byarskipanarnevndini um undantaksloyvi hjå Hav- nar Klubba, at tað var skyldan hjå embætis- monnunum á byggi- deildini í Býráðnum, at syrgja fyri víðari við- gerð, tá tað politiskt var avgjørt at geva Klubb- anum undantaksloyvi at byggja út. Gunnar Hoydal, býar- arkitektur: - Er tað ræt, tå Jan Christiansen sigur, at tit ikki hava røkt tykkara skyldur å byggi- deildini? - Orsøkin til at vit ikki hava gjørt meira vid målid er heilt einfalt tann, at målid als ikki er avgreitt. BERT TILSØGN Undantaksloyvi til bygg- ing er ikki endaligt givid, men Býráðið hevur bert í veruleikanum tikið stødu til at: gera frávik i byggisamtiktini. Hetta hendi å byråds- fundi 27. juni 1989, og sidani hava vit einki hoyrt frå Havnar Klubba. - Støda var tikin til at geva tilsøgn um undan- taksloyvi, vid teimum treytum at Havnar Klubbi sendi okkum tekningar, men vit hoyr- du einki frå felagnum i hålvtannad år, til nú í januar 1991, tå vit fingu tekningar sendandi frå arkitektunum. » UNDANTAKSLOYVI. - Vit hava sostatt ikki havt møguleika at av- greiða málið. Ber til at nokta slíkari bygging kortini? - Um tú spyr soleiðis, so kann býráðið nokta fyri at geva byggiloyvi, um so er, at byggiharrin ikki heldur seg tl nýt- slustig og hædd, sum er sett i byggisamtiktini, men annars hava teir loy- vi at byggja út. MOTMÆLINI - Tað, at grannarnir fáa fráboðan um útbygging- ina er bert vanlig siður, og nýtist ikki at fáa ávirkan kortini. Hví hava grannarnir einki frætt? - Tað kemst heilt ein- falt av, at vit heldur ein- ki hava frætt, og at mál- ið ti hevur ligið stilt. - Fyribils skal málið takast upp aftur á bý- ráðsfundi í Byggi- og byarskipanamevndini um mánaðarskiftið, og so fáa vit boð um, hvgrja av- gerð býráðslimirnir taka. Verða mótmælisskrivini ikki send í Landsstýrið? - Nú er so langt fráfarið, síðani mót- mælisskirivini vóru við- gjørd á býráðsfundi, so eg vildi meint, at tey verða lisin upp aftur á komandi fundinum. - So frætta vit seinni, hvat víðari skal fara fram í hesum máli og hvørjar avgerðir býráðs- limirnir tå koma til, - Byggivaldið kann, har tað snýr seg um mál av p FR litlum týdningi, geva lættar viðvíkjandi á- setingunum í hesari byggisamtykt. . Tá ið umráðandi grundir mæla til tess, og tá ið byggivaldið eftir tilmæli frá byggiráðnum hevur viðmælt umsóknina, kann landsstýrið eftir umsteðum og við gjellari settum treytum loyva, at vikið verður frá ásetingunum í byggisamtykt. 1 hesi Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og skulu teir hava hevi til at kanna umsóknina Í minsta lagi f tvær vikur, frá tí tir hava fingið boðini. Er talan um mál sambært stk. 2, skulu mótmæli ella broytingaruppskot, sum byggivaldið ikki tekur við sendast landsstýrinum saman við um- mins á : Á soknini um fraviksloyvi.Meguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi og skulu haldast innan byggivaldið og byggiumsitingina. Síða 7 Gunnar Hoydal býararkitektur: - Orsøkin til at vit ikki hava gjørt meir við byggimálið viðvíkjandi Havnar Klubba, er heilt einfalt tann, at málið ikki er liðugt avgreitt í byggidieldini sigur Gunnar Hoydal at enda. Dagny Vanliga mannagongdin tá undantkasloyvi verða givin frá byggisamtiktini í Tórshavnar Kommunu, er at Landsstýrið fær boð um tað. Í fyrstuni tå byggisamtiktin var sett í gildi, vóru nógv mál um undantaksloyvi, men sum fráleið vistu fólk, hvørjar avmarkingar vóru. Landsstýrið hevur ti seinastu árini bert góðtikið frávik í byggisamtiktini, undur grein 9, stk. 1