fríggjadagur 18. januar 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sambandsflokkurin og tjóð-
veldisflokkurin samdir
Tjóðveldisflokkurin og
sambandsflokkurin vóru á
tingfundi í gjár samdir um
at lata legtingssamtykt-
ina um mótmæli móti
framferð Sovjetsamveldi-
sins í Litavia koma í drag.
Signar Hansen gjerdi
fyri tjóðveldisflokkin vart
við, at orðingin >feroyska
tjóðin<- ikki kundi tolast í
einum legtingsuppskoti
og mælti til, at málið varð
beint í rættarnevndina.
Orðingin, ið sipað varð til,
er soljóðandi:
ȁsannandi, at ein og
hver tjóð altíð hevur sjálv-
sagdan rætt at stjórna
egnum viðurskiftum sjálv
uttan uppilegging uttani-
frå, samtykkja Føroya
løgting og føroyska tjóðin
at mótmæla hvassliga
teimum brotum á grund-
leggjandi mannarættindi
og tjóðarrættindi, sum
Sovjetsamveldið fremur í
Litavia.
Samhugi feroyinga er í
hesum døgum við Litavia
og litavisku tjóðini<.
Sambandsflokkurin tók
undir við hesum viðmerk-
ingum, og noyddist tingið,
hóast meiriluti sýntist at
vera fyri at avgreiða og
samtykkja málið beinan-
vegin, at beina málið í
rættarnevndina. Men
rættarnevndin er ikki vald
enn, av tí at samgongan
framvegis ikki er samd
um nevndarbýtið, so eing-
in veit, hvussu leingi vit
koma at bíða eftir hesum.
Sjálvstýrisflokkurin, ið
hevði lagt uppskotið fram,
skeyt beinanvegin upp, at
taka orðingina »føroyska
tjóðin<, ið tjóðveldisflokk-
urin ikki toldi, burtur,
men heldur ikki hetta
kundi Signar Hansen góð-
taka.
Kristiligi Fólkaflokkur-
in mælti til, at mótmælið
eisini skuldi fevna um hini
baltisku londini. Eisini
hesum broytingarupp-
skoti tók sjálvstýrisflokk-
urin beinanvegin undir
við.
Hugstoytt at hesir báð-
ir flokkarnir, sambands-
flokkurin og tjóðveldis-
flokkurin, skuldu bera so í
bandi, at mótmæli feroy-
inga móti framferð Sovjet-
samveldisins í Litavia, um
so er at tað verður sam-
tykt, kemur sum ketta
upp úr hevdatrog, so
mikið seint, at tað neyvan
fær ta ávirkan og avleið-
ing, ið tað átti at havt.
Mundu teir vera firtnir,
at ikki teir bóru hetta
málið fram, ella man tað
vera so galið, at tjóð-
veldisfólk tola ikki orðing-
ina »føroyska tjóðin<?
Helena Dam á Neystabe
Um at venja Vivaldi
Ofta, tá ið eg siti og veni
meg innantanna um ta
ringu lagnu, sum okkara
móðurmál fekk, tá tað fall
í hendurnar á teimum,
sum reinsa góð feroysk
orð burtur og rimpa okk-
urt útlendskt ella heima-
krutlað inn í staðin, so
hugsi eg mær at senda
nekur orð til tað góða
blaðið Sosialin. Munnu
tey hava pláss? hugsi eg.
Og so tá ið eg síggi, at
Sosialurin brúkar atoms-
krígsyvirskriftir uppi yvir
túnatosi, so veksur mótið,
og eg fari eftir kúlurit-
sneisini. — Ikki skal
reinsi- og rimpiliðið vera
púra einsamalt á velli,
hugsaði eg við mær sjálv-
um.
Eg ringdi eitt kveldið
og spurdi eftir einum vin-
manni og fekk at vita frá
húsfólkunum, at »hann
venur«. Eg hvakk við.
Men bara 1/100 sekund.
Tað var tó nokk til, at tað
rann fram fyri meg: venar
seg, grátur og skríggj í
Rama Eg skundaði
mær at stilla inn á tann
nýferoyska frekvensin, og
so fataði eg straks, at
hetta ikki var nekur ó-
lukka, bara fótbóltur. „Á
so, hann er og trenar?«
»Ja ja, hann verður aftur
klokkan niggju«.
Einaferð fyri einum
fjøruti árum síðani hevur
onkur málblindur fim-
leikalærari funnið tað
kornið, at nú var tað ofør-
oyskt at siga »trena« og
»øva«. Rættir og fattir før-
oyingar áttu at siga
»venja« og einki annað.
Men venja er transitivt —
ávirkandi, krevur ávirki.
Vit venja hund t.d. Tað
ljóðar sum nýkomin
fremmandarbeiðari, tá
fólk siga: eg venji hvenn
dag; vit fara niðan í hell-
ina at venja; teir høvdu
ikki vant nokk. Tá onkur
sigur um onkran annan, at
hann er ein óvenjingur, so
meinar hann, at hann er
illa vandur — av t.d. pápa
sínum og ikki av sær
sjálvum.
Tað ber eisini til at
venja seg< við okkurt
(t.d. einar trongar skógv-
ar). Men tað er ein annar
týdningur enn t.d. at gera
seg fiman í hondbólti.
Vit kunnu hugsa okk-
um, at feðar fáa fjallboð.
Pápin sigur við sonin: „Í
morgin fara vit á fjalla.
Sonurin svarar: >Ég kann
ikki, eg má venja Vivaldi«.
(Hetta er tónleikafegin
sonur). Pápin fer so á fjall
einsamallur. Bóndin spyr,
hvar sonurin er. >Hann
segði, at hann mátt venja
Vivaldi«, svarar påpin eitt
sindur foyur. Bóndin veit
ikki, um Vivaldi er hundur
ella óvenjingur. Hann
spyr tí bara, hvussu leingi
sonurin skal venja Vi-
valdi. Pápin svarar:
>Hann segði okkurt um
allar = árstíðirnar<. >Ég
meini tað<, svarar bóndin,
>so kann hann ikki vera
her í fjalltidini«.
Orðið »øva« er gamalt
foroysk og norrent orð.
Men tað líkist donskum,
og tað er ófyrigeviligt í
eygunum á teimum reinsi-
og rimpigalnu. Mín
etymologiska orðabók set-
ir tað eisini í samband við
tað fornnorrena »efna«,
sum á nútíðarferoyskum
eitur at evna (til). Orðið
»trena« er ikki norrønt.
Tað er komið inn í fer-
oyskt saman við fótbóltin-
um, helst úr eingilskum
(train). Gjøgnum franskt
og hollendskt kann tað
forast aftur til látín (tra-
here — at draga, toga. Tað
hevur so fingið týdningin
»uppdraga seg«, t.e. eva
seg. Kunnu vit ikki siga,
at »trena« hevur vunnið
hevd? Tað letur seg væl
benda, og tey ungu hava
brúk fyri tí.
Eitt annað orð, sum
verður jagstrað, er
>dríva<, sum er gamalt
føroyskt og kemur av tí
fornnorrøna »drifa«. (Men
stakkaladýrið líkist
donskum, og tí reiggjast
beðilseksin). Roynt verð-
ur nú at troka »reka« inn í
staðin fyri »driva« —
hóast hetta eru tvey púra
ymisk orð. Reka hevur
upprunatýdningin
»Jagstra, forfylgja, gera
seg inn ás; tað er sama orð
sum tað nútíðartýska
»råchen« (at hevna). Driva
merkir at »trysta, noyða,
koyra undir«, men tad
hevur eisini tydningin
»dryppa, leka<. Driva
kann vera sera poetiskt
(Drívur døgg.. ). Men
reka er eitt grovt, harð-
ligt, brutalt orð, sum ikki
kann avloysa dríva uttan
at skeikla málkensluna og
gera stóran skaða.
Reka er annars eitt hent
orð til sítt brúk. Vit reka
seyð og grind og gæs
(ávirkandi), vit kunnu
koma illa fyri og reka fyri
vág og vind (óávirkandi),
og eru vit sleðin, so kunnu
vit lata t.d. eina gamla
ulpu sleppa at liggja og
rekast úti í hjallinum
(óávirkandi, niðursetandi).
Tað eitur um tann sjó-
lætna, sum gongur aftur,
at sjógvurin dreiv av hon-
um. Og tá id vit fáa ordrar
til at syngja >Rekur dogg
um dekka grund«, so
skulu vit ikki akta.
Vit skulu hava eitt nos-
ligt og hampiligt og klárt
føroyskt, sum øll vilja
kennast við og hjúkla um.
Tað kann ikki eita at reka
ein barnagarð. Vit kunnu
reka bernini út, um vit
ikki eru barngóð. Men
kommunan drívur barna-
garðin. Tað kann ikki eita
at reka politikk. Tað kann
t.d. eita at fera politikk.
Ein uppgáva í skúlanum
kann ikki eita »ein venj-
ing«; hon er eitt øvilsi,
sum stendur i einari øvi-
bók.
Men nú skal alt rekast.
Hvat við at reka hor? Alt
vinnuligt virksemi er bliv-
ið til »rakstur«, sum á is-
lendskum er tað sama
sum barbering. Koyring
er blivin til »akstur«.
Taxamenninir fáast altso
við aksturrakstur. Rætt
er at siga grindarakstur,
men tá ið prostitutión
verður umsett til skøkju-
rakstur, so má lesarin
undrast: skulu dámurnar
rekast ella rakast?
-sen
Nr. 12 — 18. januar 1991
rá =
Lýsing
Telefonverk Føroya Løgtings sekir eftis
einum fólki at rekja starvið sum starvs-
fólkaleiðari á stovninum.
Starvið umfatar
tilrættislegging av
starvsfólkapolitikkinum, viðurskifti við
yrkisfeløgini, setan av starvsfólkum og
lærlingum,
skeiðvirksemi
og annars
starvsfólkamál yvirhøvur.
Talan er um eitt spennandi arbeiði, ið
krevur góð samarbeiðsevni og evni at
arbeiða sjålvstødugt. Lenin verður sam-
bært sáttmálan millum Føroya Lands-
stýri og Starvsmannafelagið ella avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsóknir skulu vera telefonverkinum í
hendi innan 20. januar 1991 og skulu
stílast til:
Telefonverk Føroya Løgtings
att. Sélbjørn Jacobsen
Postbox 27
110 Tórshavn
Frá kommunu-
læknanum á Skála
Eg verði burturstaddur 21. —26. jan.
Læknahjálp fæst við at venda sær til
grannalæknarnar.
Sigvald Kristiansen
Framhald av síðu 6
UNDIR SKURÐ-
VIÐGERÐ
Um nakrar dagar fer
Atli Dam til Danmarkar
á Ríkissjúkrahúsið, har
hann skal leggjast undir
skurð.
Ein geisli í rygginum
er farin. Tað er orsgkin
til at heilsan í seinastuni
ikki hevur verið góð.
Alti Dam hevur fingið
at vita, at um hann ikki
fær hesa skurðviðgerð, so
er møguleiki fyri, at
hann endar í koyristóli.
Hvussu kennist tað at
taka stóðu til slíka við-
gerð?
- Tað er einki at ivast í
- hóast tað ikki er serliga
hugaligt - tað er neyð-
ugt. Harnæst er tað so
pínufult nú, at eg heldur
ikki kann liva við tí.
Hví fært tú ikki viðgerð
í Føroyum?
- Tað er heilt einfalt tí
at hvørki fólk ella am-
boð eru í Føroyum, til
so umfatandi skurðvið-
gerð. Ti fari eg til Dan-
markar, har eg verði inn-
lagdur einar 14 dagar,
umframt at eg skal hava
ymsa viðgerð i Føroyum
einar triggjar mánaðar
afturat.
Hvussu kann løgmadur
"stýra" frá sjúkrasong í
Danmark?
- Tað er ikki so tru-
pult. Í dag eru so nógvir
hentleikar sum gera tað
møguligt - eitt nú tele-
fon og telefax, so tað
vænti eg fer at ganga.
Hevur tú bert arbeiði at
taka til undir sjúkra-
leguni. Ætlar tú tær ikki
at hvíla, lesa onkar góða
bók og tílíkt?
- Jú, eg havi hoyrt at
handan nýggja føroyska
krimisøgan skal vera so
góð. Hana havi eg goymt
mær og ætli at lesa, tá
stundir verða, sigur Atli
Dam at enda.
Dagny