Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 18. januar 1991 Framhald av síðu 14 Hveitiprísurin í EF er vanliga nógv hægri enn í teimum stóru hveitifram- leiðandi londunum (USA, Kanada, Australia). Tá so er, verður inn- flutningsgjald lagt omaná, fyri at tað inn- flutta hveitið ikki skal vinna kappingina við tað, sum er velt í EF. Gjald og flutningsútreiðslur skulu fáa prísin upp á sama steði sum indikativprísur- 1n. Inntøkurnar frá hesum gjaldi fara í FEOGA. Er tað hinvegin talan um útflutning fyri hægri prís enn heimsmarknaðar- prísin, verður studningur — restitutión — latin fyri at fáa prísin niður, fyri at EF-hveitið kann kappast við heimsmarknaðarprís- im. Hesin studningur verð- ur goldin úr FEOGA. Hesin studningur er or- sekin til, at nógvar bún- aðarverur, t.d. smer, ostur og kjet, úr EF eru bíligari í Føroyum enn í EF-lond- unum, og bíligari enn um tær vóru framleiddar í Feroyum. Hesar prísskipanir, sum eisini kunnu vera ymiskar fyri ymiskar verur, kunnu tykjast heldur fløkjaslig- ar, men endamálið við teimum er at halda mark- naðinum í eini tryggari legu, og at tryggja fram- leiðaranum tann prís, sum prísásetingin hevur miðað ímóti. Hesar skipanir EF's hava ikki bara verið kostnaðarmiklar, men harafturat hava tær eisini ført til tey nógv umreddu matfjellini — serliga av smeri og kjeti — tí fram- leiðaranum var tryggjað- ur lenandi prísur fyri ver- urnar, uttan at marknaður var fyri teimum. Hesi vandamál hava gjørt, at arbeitt hevur verið við nýggjum stýr- ngshættum, uttan tó á Skipanin við innflutningsgjøldum og nidurgreidslustudningi (restitutionum) fyri hveiti Egnar :nmtokur á EF -liggjarættanini Incdikauv- pnsur Flutningsgjoid Lagmarks- pnsur .————— iInnftutn. inmterven… gjaid tonspr. Innfutningur Lanczunaéarutreiåsiur: Partur FEOGAS av EF -figgjarættanin nakran hátt at broyta upprunaorðingina í Rómarsáttmálanum frá 1957. Eitt tiltak er kvotaskip- an fyri mjólkarframleiðsl- una, sum varð sett í gildi fyri nøkrum árum síðani. At okkurt má henda er greitt, hóast GATT-sam- ráðingarnar higartil, har USA og EF standa rætti- liga mótvegis hverjum eðrum, hava verið úrslita- leysar. Struktur- broytingar Sjálvt við felags stud- nings- og prísásetingun- um eru prísirnir, sum bóndin fær fyri tær ymsu verurnar, av eðrum orsek- um ikki teir somu fyri somu verur í EF-londun- um. Í 1989/90 var miðalprís- urin, sum danski bóndin fekk fyri kg: mjólk kr. 2,87 svínakjet kr. 13,48 neyt, livandi vekt 12,84 kålvar kr. 13,19 egg kr. 7,29 høsnarungar kr. 6,07 epli kr. 1,23 Fyri at bruk skulu bera seg vid hesum prisum, er neyðugt við stórum eind- um, sum hava stóra fram- leiðslumegi. Hetta er eis- ini politiski málsetningur EF's. Og skjótt gongur tann vegin. Nevnast kann, at í Dan- mark vóru 140.200 brúk í 1970, og 78.800 í 1989. Formaðurin í De sjæl- landske Landboforening- er, sigur nú um ársskiftið, at við hesi gongd vera um 15.000 brúk í Danmark um aldaskiftið, og at nógv landbúnaðarjerð tá verður nýtt til onnur endamál, so sum fritidarøki av ymisk- um slag (Landsbladet nr. 1, 1991). Frá 1970 til 1989 er miðalsteddin á gerðum í Danmark vaksin frá 21 til Resti- tuton Rúsdrekkamálið Útflutningur 35 ha. Føroyskur land- búnaður og EF Sjálvt um tað ikki eru gjerdar beinleiðis kann- ingar av, hverjar avleið- ingar føroysk uppigonga i EF fær fyri landbúnaðin, er ikki ilt at skilja, at um Feroyar treytaleyst skulu geva seg undir tann land- búnaðarpolitikk, tann prís og marknaðarskipanir, sum galdandi eru í EF, og sum eftir øllum at døma fara at halda fram, so verður føroyska land- búnaðinum sum vinna ikki lív lagað. Í Noregi eru avleiðing- arnar av limaskapi út- roknaðar, ein teirra sigur soleiðis: »Disse utregninger har frembrakt tall, sum viser, at den norske bonde fár sin inntekt reduseret til i beste fall 30% av den nå- værende inntekt (i 1988) og i verste fall kan risikere å havne i underskudd i størrelsesorden 9-15.000 kroner pr. årsverk (Rap- port 1/89 fra Landbrukets Udrednings kontor). Teimum serligu økis- studulsskipanunum i EF hevur føroyski landbun- adurin litlar fortreytir at fåa gagn av. Heimildir: Kontoret for de Europæiske Fællesskaber: »Den fælles landbrugspolitik og reform- en deraf« »Det europæiske hjemme- marked« Niels Aarsæther o.a., uni- versitetet i Tromsø: »Vega og EF« og EF Stutt síðani varð av Landsstýrinum sett Rús- drekka- og Narkotikaráð við undirritaða sum for- manni. Tað kundi verið áhugavert at hugt eftir ávísum síðum av rús- drekkaspurninginum í hesi og møguliga komandi greinum, men ráðið er knapt nokk farið til verka, og tað sum eg skrivi, stendur sostatt fyri egna rokning. Drykkjumynstur og nøgd Í Norðurlondum (undan- tikið Danmark) hevur ver- ið og er partvíst enn nak- að væl eðrvísi drykkju- mynstur enn á europeiska meginlandinum. Ofta er at hoyra, at feroyingar mest sum einsamallir hava tann ósið at drekka í ógvus- ligum ternum, serliga ungir menn, sum drekka seg um rygg. Tað er ikki so, at hetta er nakað ser- føroyskt, men er ein rættuliga vanligur máti at drekka upp á nógvastaðni norðanfyri 60'unda breiddastig. Legið kann vera, at so skal vera, og ein kann undrast á orsek- irnar til hetta, sum iva- leyst ikki bert eru at finna í lóggávuni. Nevnt hevur verið, at lívið her norðan- fyri hevur verið so harð- balið, at í tí dagliga mátti ein vera turra edrúur fyri at klára seg, eitt nú á sjó- num. Drekkast kundi bert, tá fríletur vóru og tá so mikið meira ógvusliga. Ein onnur orsøkin kann vera, at vegna náttúru- viðurskiftini hevur ongan- tíð verið nekur sterri framleiðsla av rúsandi legi, mótivegis sunnan- fyri, har framleiðslan av øli og víni er ein stórur partur av landbúnaðinum og harvið kemur eitt trýst at fáa ein stóran heima- marknað. Tálmingar- politikkur Eitt, sum seguliga hevur skilt Norðurlond frá lond- unum á meginlandinum, er tann virkni tálmingar- politikkur, sum Norður- lond (undantikið Dan- merk), hava fert frá byrj- an av hesum árhundraði. Bakgrundin tá vóru m.a. sterkar fráhaldsrerslur. Siktið við tålmingar- politikki (restriktiónum) er at gera tilgongdina til rúsdrekka meira trupla og harvið minka um brúkið og eisini økja talið av frá- haldandi fólki. Tálmingarpolitikkurin hevur havt ymiskt snið, flestu staðni við at vanlig småsøla er forboðin. Flestu staðni er einkar- sela, og tálmingin liggur her serliga í at selustaðið ikki ferir seg fram, men kanska enn meira tí at talið av selusteðum er av- markað og somuleiðis tal- ið av matstovum og drykkjustovum við út- skeinkingarloyvi. Eitt ekt tal av selu- og útskeink- ingarsteðum ferir vanliga til eina ekta nýtslu. Her á landi hevur kjak ofta stað- ið um steðan skal vera sum nú, har bert er loyvt at keypa uttanífrá (burt- ursæð frá øli) ella skiftast skal til einkarselu. Spurn- ingurin er kanska heldur, um ein einkarsela fer at fora við sær eina „glíðing<, soleiðis at brennivínshandil verður í hverjari bygd. Hevur tálmingarpoli- tikkurin nakra framtíð? Kanningar allastaðni vísa, Síða 15 at ein lítil totalnýtsla er besta trygdin fyri, at van- lukkur, fylgisjúkur, mis- nýtsla o.a. orsakað av alkoholi verður hildið niðri. Helst eisini tí, at totalnýtslan er avgerandi fyri, hvussu holdningurin til alkohol er í dagliga degnum. EF Samráðingar fara fram um nýggja avtalu við EF. Í flestu EF-londum er alkoholpolitikkur tað sama sum landbúnaðar- politikkur, og ikki sum her uppfatað sum sosial- og heilsupolitikkur. Tað verður tí spennandi at síggja, hvussu EF sær upp á tálmingarpolitikkin. Her hjá okkum er jú meginparturin av øllum sløgum innfluttum (burt- ursæð frá geli), og kann tí uttanífrá síggjast sum hindringur fyri fríum handli. Sama er at siga um serligan príspolitikk (toll og serlig avgjeld), sum annars eisini kann nýtast til at tálma nýtsluna. Líknandi spurnigar kunnu taka seg upp fyri t.d. Sveríki og Noregi mótvegis EF, har er jú eisini ferdur ein tálming- arpolitikkur yvir fyri alko- holselu. Men longu nú verður roknað við at Dan- merk, sum límur í EF, kemur í trupulleikar við sínum avgjaldspolitikki yvir fyri alkoholi. Hesin politikkur verður roknað- ur sum hindringur fyri frí- ari kapping. EF-kunningarbólkurin, sum nú skrivar í bleðun- um um EF, hevði kanska vitað eitthvert um hetta viðkvæma evni. Týðuligt er jú, at í EF eru ovur- honds negdir av serliga víni og marknaðartrýstið av hesum merkist eisini her á landi. August G. Wang Økissålarlækni 57 SR