Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Saddam Hussein tikin á boli Teir sameindu bumba Irak Stutt eftir midnátt í gjár gjørdu hundraðtals flog- sameindu her- Saudi Arat ia á Irak og irakiskar Kuwait. Álopið kom bert eitt samdegur eftir, at freistin hjá Saddam Hussein at taka seg úr Kuwait var úti. Tað var myrkt, tá sam- eindu flogferini úr USA, Onglandi, Saudi Arabia og Kuwait settu kós móti meira enn hundrað yms- um málum i Irak og Ku- wait, eitt nú flogvellum, rakettsteðum, kemiskum verksmiðjum og verk- smiðjum, har irakar eru í ferð við at gera sína fyrstu kjarnorkubumbu. Kring allan heimin og eisini í Feroyum kundu fólk fylgja krígnum í sjón- varpinum. Tað er heims- umfevnandi amerikanska CNN, sum hevur fleiri tíðinda- menn í Bagdad. Allan dagin í gjár hildu sameindu flogferini fram við sínum álopum á týdn- ingarmikil hernaðarmál í Irak. Tíðindi siga, at tað hevur eydnast teimum at gera av við tær irakisku rakettirnar, sum vóru ætlaðar Ísrael. Hetta hev- sjónvarpssteðin ur minkað um spenningin, sum hevur verið um leik- lutin hjá ísraelum í einum meguligum kríggi. Eitt amerikanskt og eitt bretskt flogfar eru skotin niður yvir Irak. Tad er 6 greitt, um flogskipararnir kláraðu at skjóta seg út í fallskýggi. Hernaðarligir eygleiðar- ar eru á einum máli um, at sameindu atsóknirnar við flogførum eru sera væl- eydnaðar. Írakar eru ikki vanir við ella útgjerdir til at kríggjast í myrkri, tá tað kemur til bardaga í luftini. Tað vísir seg eisini, at timingin og til- rættaleggingin av álopun- um við so nógvum flog- forum hevur verið framúr og at ell tann nýggja há- teknologiin, sum fyrstu ferð verður roynd í einum kríggi, virkar sum hon skal. Við hjálp frá fýra risastórum radarflogfor- um av Awacs-slagnum ber til at finna fram til allar tær irakisku hernaðar- steðirnar og raka í plett við bumbum og rakettum. Tað verður eisini sagt, at hóast hesar so umfevn- andi atgerðirnar, so eru eingi tíðindi um sivilfólk, sum skulu hava latið lív. tíðindablaðið Endamálið hjá teimum sameindu er bert at raka hernaðarligar stødir og bygningar við tilknýti til irakiska militerið. So legið tað ljóðar, so hava irakar ikki gjørt nógv um seg hverki í luft- ini ella á landi. Um hetta er tí at tað hevur eydnast at gera av við flestu av flogferum teirra og rakett- steðirnar var óvist seinna- partin í gjár. Bæði Bush og Saddam Hussein hava tosað við umheimin, eftir at kriggid er byrjad. Bush forseti heitti å Saddam Hussein at geva seg yvir fyri har- vid at spara sum mest av irakiskum mannalivum. Hann helt tad vera uppå tidina, at irakar aftur ger- ast partur av heimsfamilj- uni. Bush segði, at ætl- anin er ikki at endurtæka Vietnamkriggid, men tverturímóti at seta hart móti herðum alt fyri eitt. Tað er so eisini tað, sum er hent og framvegis hendir. Saddam Hussein tosaði í irakiskum útvarpi tidliga hósmorgunin og skírdi Bush forseta ein satan og kriminellan. Eisini teir arabisku sameindu fingu av at vita. Um kongin í Saudi Arabia segði Sadd- am Hussein, at hann kundi bara rotna í helviti, sum hann málbar seg. Saddam Hussein bað muslimar reisa seg móti teimum sameindu og hann endurtók, at Palestina aft- ur verður frælst. Saddam Hussein segði einki um hvat irakar nú fara at gera. Men vísti bert til kriminellu álopini, sum gjørd eru á sivilfólk i Irak, sum hann tók til. Kríggið heldur fram. Seinnapartin í gjár var enn lítið frætt um irakiska missin og um meguligan bardaga á landi. Loftálop- ini á Irak hildu kortini fram uttan íhald. Nr. 12 — 18. januar 1991 Lesnaður "til alla