Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 18. januar 1991 „LÆRA AS SE S0Sialurin Minningarorð um Daniel Jacob Berg i Nesi, Hvalba Mær var dáttliga við henda morgunin 9. januar at frætta deyðs- boðini av einum av mín- um bestu vinum frá barnaárunum: Danjal Jacob á Breyt er deyður. Hann fór, sum hann gekk, henda frostmorg- unin 74 ára gamal — hevði verið smá handils- erindi, og var á heimveg- num aftur stokkin inn á gólvið hjá vinfólki at ynskja gott nýggjár. Tað var alt, hann hevði sett seg niður á bonkar- endan, tá rætti deyðin út sína keldu hond og tók hann burtur frá einsa- mallan úr vinaskra, so- leiðis sum deyðans vani oftast er — ein og ein tekur hann okkum. Við Danjal Jacobi á Breyt er ein sterkur maður farin — hann spardi seg ikki, har hann stóð millum manna á landi og sjógvi. Gerist haldarar NÚ — og fáið alt hetta: Einsa — eingi Harðligur kundi hann vera viðhvert og rópa hart, tá ið ikki gekst eft- ir hansara hevdi, men tann, sum kendi Danjal Jacob og vísti honum á- lit, fekk at síggja, at trúgvari og hollari vin átti tú ikki. Hann var ein álitismaður. Í 1930 fór hann til skips fjúrtan ára gamal, og sjólívið varð hansara til seinastu stund. Eisini á stuttleikatúrinum við »Johannu T.G. 326« til Keypmannahavnar sein- asta summar visti Danjal Jacob, hvat tad er at vera sjómaður, tå ið á leikar. Í tríati árunum hevði Danjal Jacob ikki verið tey mongu árini við slupp, fyrr enn hann var millum bestu fiskimenn við snørinum, og »fiski- kongarnir< vóru skjótir eftir honum. Hann lærdi til stýrimann fyrstu møll tidindi Haldið so: tíðindablaðið og fáið henda góða vinin — Føroya mest lisna og mest endurgivna blad 5 ferdir um vikuna fyri bert V2 sølupris! krígsárini saman við eðr- um góðum monnum, og teirra millum var Hans Pauli Johannesen. Teir gjørdust vinmenn og starvsbrødur uå sjónum ein stóran part av livin- um. Í drúgt áramál var hann stýrimaður við Hans Paula og loysti hann av sum skipara viðhvert. Teir vóru tvær alin av sama vadmali. Fiskur og veiða, veiða og fiskur — tað var teirra, tí tað var tað, ið landinum tervaði. Saman við bygdar- monnum sínum í Hvalbi- ar sókn keypti hann trol- aran >Drátt<, sum Niels Pauli Nónstein og hann fordu øll árini, teir hevdu trolaran. Farin um tey 60 árini segði hann seg vera farn- an í land. Men har steðg- aði hann ikki. Tá fór hann at føra útróðrar- bátin »Glyvraberg« — 5 blød um vikuna i 3 mánaðir fyri bert 1 95, - Sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialunn - s6Stalurin Haldið blaðið 6 við teimum fjølbroyttu tidindunum 6 við besta trúvirðinum. 3 sum birtir upp undir skilagott og mennandi kjak 4 sum er blað fólksins bæði til línu og trol í fleiri ár. Tey seinastu árini hev- ur hann leitt tað fiskaar- beiðið, sum hevur verið í Agnavík í samarbeiði við Flakavirkið á Tver- oyri. Danjal Jacob var góð- ur vid sina heimbygd Hvalba og bar serligan tokka til Nes sum part av sóknini. Hann hevur i mong ár sitið sum bygdaráðsformaður, og nú, hann andaðist, sat hann framvegis sum lim- ur í sóknarstýrinum. Sjálvt um Danjal Ja- cob var ein av teimum, sum mistu av sínum undir krígnum — einasti bróðir hansara fór av krígsávum longu í 1940 — so hevur hann balist á sjónum alt lívið. Mang- an lá eisini honum vátt undir fótum, sum tann dagin, teir lógu út mill- um oyggjar við installer- inginum »Blåfoss«, tå ið hann brann á av eystri, og teir fingu andstreym til lands. Tað var ein ótespilig sigling við ætt- ini í streymin í kapp við deyðan um Suðuroyar- fjør, til Lundanevnið lívdi. „Mangan havi eg brattan farið. . « syng- ur skaldið, og tað kunnu ársfjórðingi. Navn: Bústaður: Bygd/byur: nógvir av okkara sjó- monnum syngja við um bæði við heimlands strendur og burturi við onnur lond í myrkri og ísi og ódnarveðri. Ein av teimum daprastu stund- unum av hesum slag, sum Danjal Jacob helt seg hava verið við til, var tann náttin, teir við »Fiskanes« igjøgnum is og i myrkri sjålvir i størsta livsvanda hildu fram å Kappanum 29. januar 1959 at leita eftir tí neyðstadda danska ferða- og farmaskipinum hjá kongaliga gren- lendska handlinum „Hans Hedtoft< við von um at koma tí til hjálpar. Men har var til seinast einki at gera, uttan at royna at bjarga egnum skipi. Men nú henda morg- unin 9. januar 1991 var eingin ódn, einki myrk- ur, eingin ýlandi ísur — nei, hann karraði av eystri við einum sindri av svartakálki á veg- num. Vattleysur og klútaleysur við einum mjólkarpakka undir hondini uttan at varnast nakran vanda kemur hann — henda kempa, sum eitt langt lív hevur barst og strítt móti deyðans ódn — fót fyri Eg gerist haldari av Tíðinda- i J / blaðnum Sosialinum og fái a = blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldið er kr. 195,- fyri ársfj. Haldarar uttanlands gjalda kr. 230,-/årsfj. Goldid verdur ongantid fyri fleiri blød enn tey, ið eru eftir at koma í einum Síða 19 fót tolisliga úr svarta- kálkinum inn á gáttina hjá vinfólki, setir seg í náðum niður á bonkar- endan og í somu letu gevur upp ond. So stillis- liga legði hann at deyð- ans strond. Ja, deyðin er ikki lætt- ur at rokna út. — Eftir situr konan, Anna, sum hevur verið honum ein ómetaliga góð kona í øllum livsins viðurskiftum. Tey hava synirnar Óla og Esmar, sum báðir eru lærarar í Hvalba. I hesum brádliga missi, sakni og sorg tykkara havi eg sterstu samkenslu. Við Danjal Jacob á Breyt fór aftur ein av tí gamla slagnum. Tað er, sum eg hoyri hann siga: hver stígur nú í okkara spor og hvussu stíga tykur, landsmenn? Eg beri tær, vinur, mína bestu tekk fyri trú- fast og gott vinarlag. Friður veri við minnin- um um Danjal Jacob á Breyt! Johs. 110 Tórshavn Kannað postverkinum 3lurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin