Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 38 - 25. februar 2003 Nr. 38 - 25. februar 2003 3 Grýlur, bomm og tunnu- sláttur á Torginum GRÝLUR Tíðindaskriv Besta grýlufamiljan vinnur familjuferð við nýggju Nor- rønu Leygardagin 1. mars eru allar grýlur - bæði lítlar sum stórar - vælkomnar í SMS til ein stuttligan dag. Tá skipar SMS nevnliga fyri stórum føstulávintstiltakið á Torginum og í húsinum annars. Longu kl. 10.00 hava handlarnir í SMS eina rúgvu av køtilboðum. Meira í SMS-varpinum eftir Dag & Viku fríggjakvøldið. Tá bjóða vit eisini børnunum góðgæti frá Nestlé og Pop Top frá MBM. Kl. 11.00 fara tey bæði Angela og Hannibal at und- irhalda á pallinum, og tá plaga altíð mong børn at vera og hyggja at. Beint eftir sýningina hjá teimum báð- um, kunnu børnini gera bomm saman við Angelu og øðrum á Torginum. Angela hevur greitt okkum frá, at tey fara at gera fýra sløg av bommum, nevnliga við jarð- berja-, vanilju-, ananas- og hindberjasmakki. Børnini sleppa sjálvi at gera bomm- ini, klippa tey og pakka tey í posar, sum tey síðan kunnu taka við sær heim. Kl. 13.00 verður tunnu- sláttur fyri børn upp til 13 ár. Tey smærru børnini, upp til 6 ár, skulu sláa eini lítla tunnu, meðan tey eldru - frá 7 til 13 ár - sleppa at sláa eina størri tunnu. Katta- kongarnir fáa vinningar. Av tí at tað er føstulávint fara vit eisini at heiðra vakr- astu grýlunum, og tað ræður um at nýta hugflogið, tí vakrastu grýlurnar fáa góðar vinningar frá SMS. Kl. 14.30 verða vakrastu grýlur- nar kosnar. Ikki nóg mikið við tí, so verður vakrasta grýlufamiljan eisini kosin. Vakrasta grýlufamiljan skal verða samansett av í minsta lagi einum barni og øðrum av foreldrunum ella teimum avvarðandi. Sjálvsagt, størri familjan er, stuttligar er tað. Og tað er ikki hissini av vinningi besta grýlufamiljan vinnur. Hon vinnur nevnliga eina familjuferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili í 4 koyggjukamarið við nýggju Norrønu. Umframt ferðina Tórshavn-Hanst- holm-Tórshavn er eisini uppihald í eina vika í tvey- rúms íbúð á Danlandi í Blokhus ella Hirtshals. Eisini verða starvsfólkini í handlunum í SMS klødd út í grýluklæðir. So vit gleða okkum at síggja tykkum í SMS leygardagin 1. mars. -Eisini tykkum, sum ikki eru klødd sum grýlur. Skráin: Kl. 10.00: Handlarnir í SMS hava køtilboð. Børnini fáa Pop Top frá MBM og góðgæti frá Nestlé á Torginum. Kl. 11.00: Undirhald við Angelu og Hannibal Kl. 11.30: Børnini kunnu gera bomm saman við Ang- elu og øðrum á Torginum Kl. 13.00: Tunnusláttur fyri børn upp til 13 ár. Børnini er býtt í tveir aldursbólkar: upp til 6 ár og børn millum 7-13 ár. Kattakongarnir fáa vinning Kl. 14.30: Vakrastu grýlur- nar verða kosnar og fáa vinningar frá SMS. Vakrasta grýlufamiljan vinnur familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bili í 4 koyggju- kamar við nýggju Norrønu til Danmarkar. Hartil er uppihald í eina viku í 2-rúms íbúð á Danlandi í Blokhus ella Hirtshals. Bónus og Restorffs Bryggjarí hava gjørt avtalu um sodavatn við serligari Bónus- etikett SODAVATN Eirikur Lindenskov Tey, ið vitjaðu Bónus í Havn um vikuskiftið, løgdu kanska til merkis, at eitt nýtt slag av sodavatni var at fáa. Talan er kortini ikki um eitt nýtt sodavatnsmerki, men at Bónus hevur gjørt avtalu við Restorffs Bryggjarí um at lata Rest- orffs sodavatn í fløskur við serligari Bónus-etikett. – Vit hava leingi arbeitt við hesum tankanum, og tá teir á Restorffs vóru fúsir, so var leyst og liðugt, sigur Rói Ørvarodd, leiðari í Bónus. Hann sigur, at í fyrstu atløgu verður talan um Peru, Assu og Sisu. Seinni, tá Restorffs kemur við nýggju Cola, verður hon eisini at fáa. Prísurin fyri tvær hálvlit- ursfløskur er tíggu krónur pluss pant, sum er ein króna, so hetta sodavatnið fæst fyri nærum helmingin av tí, ið sodavatn vanliga kostar. Bónus hevur fýra handlar kring landið. Ein í Havn, ein á Glyvrum, ein í Klaks- vík og ein á Tvøroyri. Rói Ørvarodd er leiðari fyri allar handlarnar. Í dag fæst serliga Bónus- sodavatnið í øllum Bónus- handlunum kring landið. Bónus egið sodavatn Bárður Olsen, varaleiðari, og Janus S. Rasmussen, leiðari í Bónushandlinum í Havn royna »nýggja« sodavatnið Í fyrstu atløgu verður talan um Assu, Peru og Sisu sodavatn við serligu Bónus-etikettini Óla-Svenn Nolsøe, stóri á Restorffs og Rói Ørvarodd, leiðari í Bónushandlunum royna »nýggja« sodavatnið Íbygdi steinurin verður fluttur Ein íbygdur steinur stendur í vegin fyri rundkoyringini út á Argjar. Steinurin verður ikki sprongdur – men fluttur… ÍBYGDUR STEINUR Eirikur Lindenskov Á horninum Dr. Dahls- gøta/Velbastaðvegur/J. C. Svabosgøta eru teir í ferð við at gera eina rundkoyr- ing. Henda rundkoyring skal lætta um ferðsluna millum Argir og Havnina – serliga um morgunin, tá rættuligur tøppur er í á Argjavegnum. Men til tess at kunna gera hesa rundkoyring verða teir noyddir at taka eitt sindur av bønum hjá Landssjúkra- húsinum oman fyri vegin. Men har stendur ein stórur steinur – og hann er íbygd- ur, og gamalt er, at íbygdir steinar verða ikki sprongdir. Fleiri søgur er um íbygd- ar steinar, sum onkur hevur roynt at sprongt – og gam- alt var, at tann, ið slíkt ger, skal ikki liva árið út. Ein av grannunum í Dr. Dahlsgøtu sigur við Sosial- in, at menn fyrr hava havt ætlanir um at spreingja steinin. Tað var, tá teir í sekstiárunum løgdu vant- veitingina úr Havnardali oman í Havnina. Tá skuldi leiðingin ganga júst har, sum steinurin stendur. Tann, ið stóð fyri arbeið- inum, vildi ikki spreingja steinin, tí hann var íbygdur. Boð vóru síðani sent eftir onkrum avbygdarmanni, men tá hann frætti, at stein- urin var íbygdur, so vildi hann heldur ikki spreingja steinin. Bæði táverandi býarverk- frøðingurin, Poul Guttesen og Sverri Dahl, landsan- tikvarur, vóru uppi í mál- inum, sum tó endaði við, at steinurin varð fluttur. Tað er eisini yvirtrúgv, ið nervar umsitingina hjá Tórshavnar býráð hesaferð, tí Boði Haraldson, býar- verkfrøiðngur, sigur við Sosialin, at steinurin verður ikki sprongdur, tí hann er íbygdur. – Vit vilja ikki beina steinin burtur, men vit fara at flyta hann. Hetta verður gjørt í samstarvi við Lands- sjúkrahúsið, tí hann stendur á økinum hjá Landssjúkra- húsinum, sigur Boði Haraldson. Enn einaferð hevur Tórshavnar Kommuna valt at flyta íbygda steinin við Velbastaðvegin. Hesaferð tí at hann stendur í vegin fyri rundkoyringini Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2