Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 38 - 25. februar 2003 Nr. 38 - 25. februar 2003 5 FILMUR Jan Müller Tað skuldu blíva føroyskir útisetar í Bretlandi, sum vórðu tey fyrstu at síggja spildurnýggja filmin, sum Statoil hevur latið gera av fyrstu oljuboringini við Føroyar nakrantíð, boring- ini við Sovereign Explorer fyri góðum árum síðani. Hetta hendi seinasta týs- kvøld, tá samkoma var fyri føroyskum útisetum í Bret- landi. Filmurin varir í umleið 25 minuttir og verður fylgt við arbeiðinum hjá Statoil í Havn í sambandi við fyri- reikingarnar beint undan boringini og sjálvum bori- arbeiðinum umborð frá byrjan til enda. At henda boringin ikki endaði við einum fundi, sum mong høvdu vónað, er so ein annar spurningur. – Tað vóru 29% sannlíki fyri at finna olju og 71% fyri ikki at treffa við olju segði Rúni Hansen, stjóri í Statoil, tá hann greiddi frá arbeiðinum hjá felagnum í Føroyum og framtíðar útlit- um. Í framløgu síni legði hann annars stóran dent á tann mest týðandi spurn- ingin í føroyskari oljuleit- ing í framtíðini, nevniliga hvussu basaltknúturin kann loysast skjótt og væl sum hann tók til. Fyrsti føroyski oljufilmurin frumsýning í London Rúni Hansen, stjóri í Statoil greiðir frá Føroyingar í Bretlandi fingu høvi at síggja fyrsta føroyska oljufilmin Annlis Bjarkhamar skuldi havt tosað við tjóðveldisflokkin, áðrenn hon tók eina so umstrídda avgerð sum at seta lands- antikvar beint ímóti innstillingini, heldur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldis- floksins á tingi LANDSANTIKVARUR Áki Bertholdsen – Tá ið leiðslan í tjóðveldis- flokkinum onki vil siga, kann ikki roknast við øðr- um, enn at onkur tingmaður loysir frá posanum. Heini O. Heinesen, sum er formaður tjóðveldis- floksins á tingi, heldur ikki at tað er nakað at undrast á, at Tórbjørn Jacobsen løg- tingsmaður í Sosialinum í farnu viku loysir frá posa- bandinum í sambandi við málið um landsantikvarin. Tórbjørn Jacobsen fýltist á, at leiðslan í tjóðveldis- flokkinum var so tigandi, nú Annlis Bjarkhamar hev- ur fingið trupulleikar tí at hon setti Steffen Stumman Hansen í starv sum lands- antikvarur heldur enn Sím- un Arge, sum setanar- nevndin eimælt innstillaði til starvið heilar tvær ferðir. Hinvegin svaraði formaður floksins, Høgni Hoydal, at hann hevði ikki hoyrt Tór- bjørn Jacobsen bera hesi sjónarmiðini fram innan- floks. Heini O. Heinesen vil sum so ikki leggja seg út í trætuna ímillum Tórbjørn Jacobsen og formann floks- ins, Høgna Hoydal. Men hann vísir á, at set- anin av nýggjum lands- antikvari er eitt umstrídd mál og tí er tað onki undar- ligt, at tingfólk siga sína hugsan. – At tingfólk siga sína meining er ikki annað enn væntandi, tá ið leiðslan í flokkinum tegir, sigur Heini O. Heinesen. Hann sigur, at hann er avgjørt ikki fyri at múla- binda tingfólk og tað ber ikki til at undrast á, á, at onkur av tingmanningini brýtur út, tá ið floksleiðslan ikki letur við seg koma. – Tingfólk eiga avgjørt at hava loyvi til at siga sína hugsan, hóast tey ikki eru samd við leiðsluna í flokk- inum, ella við flokkin ann- ars, sigur formaðurin fyri tjóðveldisflokkin á tingi. – Í hesum føri er talan um eitt mál, har øll standa spyrjandi og tí er onki undarligt, at Tinglimir siga sína hugsan, tá ið leiðslan í flokkinum ikki ger tað. – Men sjálvsagt er altíð betri at mál verða viðgjørt innanfloks, leggur hann afturat. Løgin avgerð Annars vil Heini O. Heine- sen sum so ikki siga so nógv um sjálva starvssetan- ina. Men hann minnir á, at Annlis Bjarkhamar hevur sagt, at hon var greið yvir, at tað fór at elva til trupul- leikar tá ið hon setti Steffen Stumman Hansen framum Símun Arge, sum setanar- nevndin mælti til. – Og tað tykir mær løgið, at hon skal hava tikið eina so umstrídda avgerð, uttan at hava ráðført seg við flokkin. Heini O. Heinesen heldur avgjørt, at Annlis Bjark- hamar átti at havt tosað við flokkin, áðrenn hon tók eina avgerð um at ganga ímóti eini samdari setanar- nevnd. – Men tað hevur hon ikki gjørt. Um hon hevur ráðført seg við einstaklingar í flokkinum, veit eg ikki, men flokkin hevur hon ikki tosað við. Serliga, nú Annlis Bjark- hamar er so óroynd í politikki, átti hon at spurt onnur til ráðs, leggur Heini O. Heinesen afturat. Annars heldur hann, at tað er skeivt at nevna tað setanarnevnd, tí tað skerst heldur ikki burtur, at Annlis Bjarkhamar hevur óskerdan rætt at seta starvið. Men tá ið avgerðin var so umstrídd, átti hon at havt ráðført seg við onkran í flokkinum. Hann vísir m.a. á, at Símun Arge hevur ein ávís- an starvsaldur, hann hevur stuðul frá starvsfólkunum so tað skulu sera góðar grundir til at vraka hann. Ein natúrlóg Í Sosialinum í farnu viku finst Høgni Hoydal eisini at løgmanni fyri at gera mismun á Landsstýrisfólk- um, tí hann hevur ikki hoyrt løgmann úttala seg um landsstýrisfólk hjá fólka- flokkinum, sum hann hevur úttalað seg, nú Annlis Bjarkhamar málið hevur tikið seg upp. Men her er Heini O. Heinesen ikki heilt samdur. – Tað er næstan ein natúr- lóg, at ein og hvør løgmað- ur verður meiri atfinningar- samur ímóti landsstýris- fólkum úr øðrum flokkum enn sínum egna. Soleiðis er politikkur nú einaferð, sig- ur Heini O. Heinesen. Løgmaður viðgerð kæruna frá Sinnisbata um uppsagnirnar í heimar-ktini, men hvat úrslitið verður, veit hann ikki HEIMARØKTIN Áki Bertholdsen Løgmaður fer nu at viðgera kæruna, sum Sinnisbati hevur sent honum um upp- sagnirnar í heimarøktini. Sinnisbati hevur kært til løgmann eftir at tríggir leiðarar í heimarøktini hava sagt upp. Sinnisbati sigur, at upp- sagnir í felag boða frá, at alt ruggar ikki rætt. Ein av teimum, sum hev- ur sagt upp er Hilda Viderø, sum var samskipari á sálar- frøðiliga økinum og nú, hon hevur sagt upp, er tað, sum er arbeitt upp á sálar- frøðiliga økinum bumbað fleiri ár aftur í tíðina, sigur Sinnisbati í skrivi til løg- mann. Tí heitir felagið álvars- liga á løgmann um at kanna uppsagnirnar. Og løgmaður fer nú at viðgerða kæruna. – Allar kærir, sum Løg- maður fær, verða viðgjørd- ar, sigur hann. Men hann veit ikki, nær ein niðurstøða um kæruna verður tikin ella, hvat úr- slitið verður, Tí veit hann heldur ikki um hetta gevur honum orsøk til at fara víðari við málinum. Annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar til mál- ið nú. Men hann minnir á, at talan er um trý fólk, sum hava sagt seg úr starvi og at tað hava tey fullan rætt til, tí vit búgva í einum fríum landi. Umframt Sinnisbata, hava fimm økisleiðarar í heimarøktini gjørt vart við seg í bløðunum um upp- sagnirnar. Og teir meta støðuna so álvarsliga, at í ringasta føri kann hetta hava við sær, at heimarøktin sindrast. Hatta mátti Høgni Hoydal roknað við Løgmaður viðgerð kæru um uppsagnirnar í heimarøktini Løgmaður viðgerð allar kærir hann fær og nú fer hann eisini at viðgera kæruna frá Sinnisbata um umsagnirnar í heimarøktini LANDS- ANTIKVARUR Áki Bertholdsen Løgmaður hevur ongar viðmerkingar til atfinn- ingarnar frá varalø- manninum, Høgna Hoy- dal í Sosialinum leygar- dagin um embætisførsl- una hjá landsstýrisfólk- um. Høgni Hoydal helt, at løgmaður gjørdi mis- mun á landsstýrisfólk- um, tí hann var meiri atfinningarsamur ímóti Annlis Bjarkhamar enn hann hevði verið, tá ið embætisførslan hjá landsstýrismonnum hjá fólkaflokkinum var til viðgerðar. – Eg havi ongantíð hoyrt løgmann úttala seg so um landsstýrismenn hjá fólkaflokkinum so- leiðis sum hann nú út- talar seg um Annlis Bjarkhamar. Høgni Hoydal sipar til málið um embætisførsl- una hjá Jørgen Niclasen, tá ið hann legði frá sær og til John Petersen- málið, tí í hesum báðum førum var var Løgmaður meiri tigandi. Men nú Annlis Bjark- hamar hevur sett lands- antikvar, hevur løgmað- ur alment boðað frá, at framferðin hjá henni er til óbótaligan skaða og at málið er sera álvars- ligt. – Nei, eg havi ikki gjørt mismun á lands- stýrisfólkum. Eg havi heldur ikki úttalað meg alment um, hvussu Ann- lis Bjarkhamar handfór málið um setanina av landsantikvari. Tað ein- asta, eg havi gjørt, er at eg havi svara nøkrum fyrispurningum á Før- oya Løgtingi og tað er hvør sítt, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður ger ikki mismun – Málið um landsantikvarin, er eitt mál, har øll standa spyrjandi og tí er ikki annað væntandi enn at tinglimir siga sína hugsan, serliga tá ið leiðslan í flokkinum er so tigandi, sigur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi C M Y K 5 4