týsdagur 25. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 38 - 25. februar 2003
Nr. 38 - 25. februar 2003
7
Eimskip í Føroyum
hevði aðalfund í
sienastu viku. Ein
nýggjur limur kom í
nevndina. Eisini varð
nýggi bygningurin á
Skansabryggjuni
tikin alment í nýtslu
FLUTNINGUR
Edvard Joensen
Myndir: Jens Kr. Vang
Stjórin
á
Atlantsflogi,
Magni Arge, er nú nýggjur
nevndarlimur
føroysku
deildini hjá í íslendska
skipafelagnum Eimskip.
Magni Arge varð valdur í
nevndina
fyri
Eimskip
Føroyar á aðalfundi, sum
varð hildin í seinastu viku.
Magni Arge loysir Páll
Patursson í Kirkjubø av.
Páll Patursson legði frá sær
av heilsuávum.
Nevndarlimirnir í før-
oyska felagnum hjá Eimsip
eru fýra í tali, sigur Linda
Gunnlaugsdóttir, stjóri hjá
Eimkip í Føroyum. Teir eru
Erlendur
Hjaltason
og
Ingimundur SigurPállsson
úr Íslandi, og Høgni Mohr
og Magni Arge úr Føroy-
um.
Eimskip hevur ment seg
munandi í Føroyum sein-
astu árini, sigur Linda
Gunnlaugsdóttir. Fyri 14
árum síðan var starvs-
fólkatalið hjá Eimkip trý
fólk, og í dag arbeiða ikki
færri enn 26 fólk hjá felag-
num, sigur hon.
Nú aðalfundurin varð
hildin, og fleiri av stjórun-
um hjá Eimskip vóru
staddir í Føroyum, var eis-
ini móttøka í nýggja bygn-
inginum hjá felagnum, sum
samstundis alment varð
tikin í nýtslu.
– Vit fluttu annars inn í
bygningin 20. december í
fjør, sigur Linda Gunn-
laugsdóttir, men hava bíðað
við almennu móttøkuni til
nú.
Talan er um stóran bygn-
ing, sum hýsir øllum virk-
semi hjá felagnum undir
sama taki. Nú ber til at
heinta og sleppa av við
vørur, sum koma ella fara
við skipunum há Eimskip, í
sama bygninginum. Einki
við at ganga í øllum veðri
og leita í bingjum út eftir
molanum, sum onkuntíð
hevur verið.
Eisini hevur Eimksip í
hyggju at fara at veita fólki
heilt nýggjar tænastur á
flutningsøkinum. Eitt nú at
hava vøruhotel og distribu-
tión fyri fólk og fyritøkur.
– Tað vil siga, greiðir
Linda Gunnlaugsdóttir frá,
at vit kunnu fara at hava
goymslu her á økinum fyri
eitt nú smærri fyritøkur,
sum ikki hava umstøður til
størri goymslurúm. Og so
kunnu vit eisini átaka
okkum at flyta vøruna
víðari til kundan, sum skal
brúka hesa somu vøru.
Arbeitt hevur verið, og
verður framvegis, við ætl-
anum um at fáa meira av
transitvørum lagdar upp
heur í Føroyum, sigur hon.
Eitt nú russarafisk, sum
russiksu fiskiskipini kundu
komið hendan veg við, og
síðan latið farmaskipini hjá
Eimskip flutt víðar.
Men eins og onnur feløg í
Føroyum
má
Eimskip
sanna, at tað gongur heldur
striltið, sigur hon. Akkurát
hvat tað er, sum ger tað,
veit hon ikki fyri vist, men
heldur eina orsøk kanska
vera, at tað er í so dýrt at
umskipa í Føroyum.
Eimskip í Føroyum havt aðalfund
Nýggi bygningurin hjá Eimskip á Skansabryggjuni hýsir bæði fyrisiting og pakkhúsi
Linda Gunnlagusdóttir, stjóri hjá Eimkip í Føroyum, og Erlendur Hjaltason, stjórin á Eimskip
Transport, tóku í móti gestunum, sum komu til møttøkuna í nýggja bygninginum
Nógv fólk var komið til
móttøkuna í nýggja
Eimskip bygninginum
Bill Justinussen, landsstýrismaður, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, komu eisini at ynskja
tillukku
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, og stjórin hjá Eimskip heilsaðust blídliga
Emil Juul Thomsen heilsar so blídliga upp á stjórarnar
Tað fekst gott
undir tonnina frá
Eimkskip hendan
dagin
Nevndarlimir og stjórar. Frá vinstru síggjast: Erlendur Hjaltason, stjóri í Eimskip Transport, Gardar Jóhannsson, stjóri fyri
International Operations hjá Eimskip, Høgni Mohr, nevndarlimur í Eimskip Føroyar, Linda Gunnlaugsdóttir, stjóri fyri Eimskip
Føroyar, Ingimundur SigurðPállsson, konsernstjóri í Eimskip, og Gardar Halldórsson, nevndarlimur í Eimskip konsernini. Tað er
eisini hann, sum er arkitekturin aftan fyri bygningin, sum nú er bygdur á Skansabryggjuni í Havn
Múlavík átti
Vesturland
Í sambandi við søluna av
garnaskipinum
Vestur-
landi, sum vit skrivaðu um
í blaðnum í seinastu viku,
nevndu vit av misgávum
skeivan seljara.
Seljarin, sum nevndur
varð í blaðnum, er parta-
eigari í felagnum Múlavík
á Eiði, sum átti Vesturland,
áðrenn hann varð seldur til
Hósvíkar.
blðm.
Konur hjá stjórum og nevndarlimum hjá Eimskip í Íslandi
vóru eisini við á Føroyaferðini. Frá vinstru síggja vit Birnu
Gestsdóttir, Hallu Hilmarsdóttir og Ally Valgeirsdóttir saman
við vertinum Lindu Gunnlaugsdóttir
IngimundurSigurðPállsson, konsernstjóri, og Linda
Gunnlaugsdóttir, stjóri hjá Eimskip í Føroyum
C
M
Y
K
7
6