Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 38 - 25. februar 2003 Nr. 38 - 25. februar 2003 9 LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Politistøðirnar kring land- ið siga, at vikuskiftið hev- ur verið friðarligt. Í Havn var tað ein, sum koyrdi ávirkaður leygardagin, men annars hevur onki verið at skriva heim um. Og ongin hevur heldur verið og sovið rúsin av sær. Úr Eysturoynni letur politiið eisini væl at. Sjálvt um Prix var í Fuglafirði leygarkvøldið, so hevur tað stóra ikki verið á skránni. Politiið sigur, at fólk sum heild skikka sær væl, tá Prix er í Fuglafirði. Eisini úr Vágunum og Klaksvík verður latið væl at. Eisini har hevur verið lítið og onki hjá løgregl- uni at gjørt, so saman- umtikið hava føroyingar skikkað sær væl um vikuskiftið. Friðarligt vikuskifti Eva Strøm fær norður- lendsku bókmenta- virðislønina Yrkjarin, rithøvund- urin og bókmenta- kritikarin, Eva Ström, frá Svøríki fær Norðurlendsku bókmentavirðis- lønina BÓKMENTAVIRÐIS- LØN Ingrid Bjarnastein N o r ð u r l e n d s k a bókmentavirðislønin fer í ár til Svøríki. Tað er Eva Ström, yrkjari, rithøv- undur og litteraturkritik- ari, sum fær virðislønina í ár fyri yrkingasavni »Revbensstäder na«. Hetta er sætta yrkingar- savnið, sum Eva Ström hevur yrkt. Dómsnevndin grund- gevur avgerina soleiðis: »Eva Ström er ein ser- egin rødd í svenska yrk- ingalandslagnum. Hon er ein av forgangarunum fyri tey yngru ættarliðini og hon heldur áfram at fornýggja seg sjálva. Hon kannar mørkini í málinum og møguleikarnar í orðin- um. Revbensstäderna vísa hennara mót, intensitet og klárleika við hvørjum hon lýsir menniskjaslig kor í dagligu verðini.« Eva Ström er fødd í 1947 í Liding-ö og býr í Kristiansstad. Hon debut- eraði sum rithøvundur við yrkingasavninum »Denn brinnandi zeppelinaren« í 1997. Í árunum 1977-88 arbeiddi hon sum lækni, men í dag er hon fulltíðarrithøvundur. Eva skrivar lyrik, skaldsøgur og dramatik. Sum dram- atikari hevur hon millum annað samstarvað við Suzanne Osten. Norðurlendska bók- mentanarvirðislønin sum í ár er áljóðandi 350.000 danskar krónur, verður latin Evu Ström í Oslo í oktober í ár. Tilsamans vóru 12 bøkur innstillaðar til virðislønina, harav var ein bók føroysk. Service og Co. aftur í Føroyum Eins og undanfarin ár hevur ein lærari frá størsta ferðaleiðara- skúlanum í Danmark vitjað í Føroyum. Hann hevur verið ymsastaðni í landin- um og greitt frá skúlanum FERÐAVINNAN Solby A. Eliasen Vitjanin hjá dananum, Uffe Helsing Andersen, var fyri- skipað í samráð við Tora Tourist Traffic og Sámal Bláhamar. Teir vóru í Vági, Tvøroyri, Sørvági, Klaks- vík og í høvuðsstaðnum, har greitt varð frá ferðaleið- araskúlanum, sum liggur í Costa Brava, sum er tætt við Barcelona í Spania. Sámal Bláhamar umboðar skúlan í Føroyum, og síðani hann byrjaði fyri fimm ár- um síðani, hava okkurt um 30 føroyskir næmingar ver- ið á skúlanum. Sámal Bláhamar var sjálvur á hesum skúlanum í novembur í fjør, og hann sigur, at tað er ein avbera vælskipaður skúli, har eftirlitið við næmingunum er strangt. Hann greiðir frá, at skeiðið varar fýra vikur, og tað er gongd í allatíðina. Dagurin byrjar klokkan níggju um morgunin, og so eru uppgávur og undirvís- ing allan dagin og út á kvøldið til klokkan ellivu. - Um ein kemur ov seint í skúla, so kemur ein til læst- ar dyr, sigur Sámal og legg- ur afturat, at um tað kemur ov ofta fyri, so endar tað við, at leiðslan tekur við- komandi næming inn til eina samrøðu og í ringasta føri kann ein verða sendur heim, tí ein ikki røkir sína skúlagongd. Tey hava tveir steðgir gjøgnum dagin, ein er til siesta, sum er frá klokkan eitt til trý seinnapartin, og so er aftur ein steðgur frá klokkan sjey til níggju. Í tímunum frá klokkan níggju til ellivu á kvøldi verður skipað fyri øðrvísi undirvísing, har næmingar- nir skulu framføra eitt hvørt ella skipa fyri ym- iskum undirhaldi. - Á tann hátt er ein í gongd allatíðina, og allar uppgávurnar eru við til at menna evnini hjá einum til at verða ferðaleiðari, greið- ir Sámal frá. Men hann sigur eisini, at um tað ikki var tað, at hann umboðar skúlan í Føroyum og tískil sjálvur ynskti at royna skúlan, so hevði hann helst ikki farið soleiðis uttan víðari. - Skúlin er fyri ung, og eg var so nógv eldri enn hini. Men tað var eitt sera spenn- andi uppihald kortini, sigur hann. Sámal er stórliga bilsin av, at tað ikki letur til at vera nakar trupulleiki hjá lærarunum á skúlanum at hava eftirlit við teimum hundrað næmingunum, sum eru har hvørja ferð. - Í Føroyum verður gjørt vrøvl, tí flokkarnir telja 25 til 28 næmingar, vísir hann á. Eitt tílíkt skeið kostar samanlagt millum 16.000 og 17.000 krónur, tá alt er við. Men tað heldur Sámal ikki er dýrt, tí talan er jú um kost og logi og skúla- gongd í heilar fýra vikur. Summi foreldur hava kanska hug at aftra seg við at senda teirra børn avstað, men tað heldur Sámal ikki, at tey skula gera. - Sum sagt, so er eftirlitið gott, og tí haldi eg ikki, at foreldrum nýtast at vera ov ørkymlað. Reglurnar eru greiðar, og verða tær ikki fylgdar, so eru avleiðingar- nar, at ein kann verða send- ur heim, sigur hann. Og í sama andadrátti leggur hann afturat, at lívið sum ferðaleiðari er sera krevj- andi, og tí er neyðugt, at ein livir sunt. - Tað er sera heitt í flestu londunum, har ferðaleiðar- arnir arbeiða, eisini har sum skúlin er, og tú verður spurdur allatíðina gjøgnum dagin, um tú hevur drukkið nóg mikið av vatni og so framvegis, sigur Sámal, sum mælir øllum, sum hava hug at royna hetta, til at gera tað. Gott hugskot Ein av skúlunum, sum Uffe Helsinger Andersen vitjaði, meðan hann var í Føroyum, var Handilsskúlin í Havn. Og Sonja Oyrabø Petersen, sum er inspektørur hjá FHS næmingunum, sigur, at fyrilesturin hjá dananum varð vældámdur. - Hatta var ein øðrvísi fyrilestur. Øðrvísi enn vit eru von við, men av tí at hann var so lívligur, so lurtaðu næmingarnir væl eftir, tað er púra vist, sigur Sonja, sum avgjørt heldur tað vera eitt gott hugskot at fáa fólk til skúlarnar at halda fyrilestrar um út- búgvingar. Hon hevur ikki tosað við nakran næming aftur síðani fríggjadagin, so hon veit ikki at siga, um nakar hevur fingið hug at royna skúlan, men hon veit, at tað hava verið onnur frá Handils- skúlanum, sum eru farin og seinni hava nomið sær út- búgving innan fyri ferða- vinnuna. Sámal Bláhamar og Uffe Helsinger Andersen avmyndaðir, tá teir vóru í Klaksvík, har Uffe helt fyrilestur á Klaksvíkar HF-skeiði Mynd: Eyðun Klakstein FØROYINGAKVØLD Jan Müller Gamalt og nýtt , ung og gomul, farandi og komandi var partur av boðskapin- um, tá umleið 70 føroy- ingar í Bretlandi hittust til eitt sera kærkomið hugna- kvøld á donsku sendistov- uni í London týsdagin í farnu viku. Hóast einki føroyingarfelag sum so er í Bretlandi, hevur verið siður at savna føroyingar eina ferð um árið til eina hugnaliga samkomu. Tað verður hildið, at einir 500 føroyingar búgva í Bret- landi, tá er 2. ættarlið eisini við. At fáa nærum 100 at hittast á samkomu týskvøld má sigast at vera sera gott. Og tað skuldi eisini vísa seg at blíva eitt sera væl- eydnað kvø ld, har øll fóru heimaftur glaðari og fegin um at vera føroyinga r í fremmandum landi. Mettandi og upplýsandi Hesaferð var gjørt eitt sindur meira burtur úr enn til slík kvøld. Boðsent varð eftir góðum og fjølbroyt- tum føroyskum mati og fleiri fyrilestrarhaldarum at gera hugnaløtuna bæði mettandi og upplýsandi. Borðreitt varð við tí allar- besta viðskeranum frá Miklagarði, ið hugsast kann, alt frá skerpikjøti, rullupylsu, røstum kjøti og turrari grind og spiki, sum vit ikki vita, hvussu leingi aftrat er við á føroyskari viðskeramenu, tá hugsað verður um mótstøðuna móti hesum góðu bitum – og sigst – heilsuvandanum. Afturvið hesum góða mati var so eisini gott Mungát øl frá Restorffs, so alt varð gjørt fyri at seta heim- longsul og góð minni heiman í andglettin. Men hugnaløtan var tó eisini annað enn matur og drekka. Hon var eisini merkt av vinnu og mentan. Oljan, sum mong av okkum seta sítt álit á, var eisini ein týðandi partur av føroya- kvøldinum í Sloan Street nr. 55 - í hjartanum á London. Eingin minni enn landsstýrismaðurin í olju- málum, Eyðun Elttør setti sín serstaka dám á sam- komuna, tá hann fór á røðarapallin. Hevði meira hug at tosa um tað góða í Frálíkt føroyingakvøld í London: Grind og olja á skránni John Rajani tók væl ímóti teimum mongu føroyingunum sum búgva í Bretlandi. Tey ungu vóru væl umboðað til hugnaløtuna Mong kend andlit vóru at síggja m.a. Sofus Poulsen Tey kendu seg væl av hugnakvøldinum C M Y K 9 8